Jonhard Hammer
Eysturoyarbólkurin Visible Fish er komin út við nýggjari fløgu, og hesum sambandi skipaðu teir fyri tíðindafundi á Café Nátúr seinnapartin mikudagin.
Teir fýra í bólkinum Petur, Bogi, Derhard og Eiler, vóru í sera góðum hýri hendan dagin. Ein dreymur um at gera ein EP var nú vorðin til eina heila CD við góðari hjálp frá fløguhandlinum 3´-arinum í SMS.
? Vit spurdu Giss, um hann vildi geva eina EP út, men hann bað okkum heldur taka eina heila CD upp. Vit hava fingið góða hjálp frá Jónheðin, og tað eru vit sera glaðir fyri sigur hin gøtumaðurin, Eiler.
? Vit spæla ikki gospeltónleik, hetta er rokkur, og vit eru eingin gospelbólkur, vit eru ein rokkbólur ? er tað sligið fast við sjeytummaseymi, sum er keyptur frá Havnar Timburhandli.
Orsøkin til, at vit hava luttikið á ymsum gospelkonsertum er, at vit allir hava tilknýti til ymsar samkomur.
Á fløguni eru allir sangirnir á enskum - enskt er rockmálið, men vit hava hugsa um at gera okkurt á føroyskum, men tað eru vit ikki komnir til enn.
? Tekstirnir snúgva seg um tilveruspurningar, tað er ein søga, sum gongur gjøgnum allar sangirnar. Teir eru um ein persón, og tað er ikki persónurin Petur, men tann persónurin sum er í heftinum. Hann kemur illa fyri, men hann klárar at fóta sær aftur, sigur Eiler.
Fløgan er tikin upp í RMS-studio í Runavík. Farið var undir upptøkurnar í september. Tíðin, sum teir hava brúkt til upptøkur, er ikki long, teir hava einans brúkt tveir dagar. Grundin til tað er, at teir hava spælt alt live, og hesin stílurin krevur, at tað ljóðar sum tað verður spælt live.
Leygarkvøldið verður so møguleikin at hoyra bólkin í Losjuni í Gøtu. Har kemur eisini ein bólkur úr Runavík at luttaka. So spennandi verður, hvat Petur &
Co fara at finna uppá.