eina fráfaringaravtalu við Heilsumálaráðið og fara úr sessinum. Enn einaferð var rok á Landssjúkrahúsinum. Aftur settu fjølmiðlarnir luppin á hetta so klandursrakta arbeiðsplássið við teimum mongu fakbólkunum [...] søkt um eykajáttan til heilivág, ið Allan Skaalum væl frammanundan hevði gjørt vart við fór at hava meirútreiðslur við sær. Meirútreiðslurnar stóðust av óvæntaðum umstøðum. Raksturin annars var góður. Og [...] stjóranum sama dag, sum hann skuldi vera við til fyrsta jólaborðhaldið á Landssjúkrahúsinum. Tað var vorðið sum elddópur at fáa, heldur hann enn. Stríðið stóð við í eina tíð, men í dag heldur Allan Skaalum
hvat skal eg so gera har. Men eg vildi hava ein tøkning við, tí upptøkur skuldu gerast á ymsu støðunum, sigur Suni. Suni og Pauli høvdu samband við føroyska kvinnu, sum býr í Liverpool, Hildigerð Guttesen [...] eydnast. Tá tað so sá svartast út, kom hugskotið frá Carsten Jørgensen. Hví ikki tosa við ein, sum hevði spælt við The Quarrymen. Bólkurin, sum John Lennon og Paul McCartney leiktu í fyrst. Jú, teir funnu [...] tónleikabólkum - The Beatles. Suni Merkistein hevur altíð verið hugtikin av The Beatles. Hann fæst ikki við tónleik og metir seg ikki sum serkønan innan tónleik. Men honum dámar væl tónleik og hann metir Be
var als ikki samdur, tá vit spurdu hann, um hetta ikki kendist eitt sindur hálvforkølað. - Mann hevur jú verið við alla tíðina, so sjálvandi kenni eg meg sum part av hesum. Hevði eg verið við í dag, so var [...] hann slapp sær inn í skiftingarrúmið, har liðfelagarnir fyri langari tíð síðani vóru farnir í holt við eina heila røð av sigurssangum.
í teknisku- og umhvørvisnevndini hjá Keypmannahavnar kommunu var samdur um, at bygningurin ikki var nøktandi. Býráðslimir vildu vera við, at bygningurin var ov ljótur, og hann passaði ikki inn í býarmyndina [...] Danska teknistovan Bjarke Ingels Group er komin við einum uppskoti um, hvussu nýggja høvuðssæti teirra í Norðhavnini í Keypmannahavn skal síggja út. Men tey vórðu vend í hurðini av kommununi, tá verkætlanin [...] á 27 metrar skuldi í høvuðsheitum vera gjørdur úr glasi og betongi. Tað kann væntast, at BIG koma við einum nýggjum uppskoti um kontórbygningin, skrivar TV2 Lorry. Í Føroyum kenna vit Bjarke Ingels Group
stað, og Sørin Richard var leiðari í frítíðarskúlanum í Vági, tá tey øll trý vórðu søgd úr starvi við virknað frá 1. mai 2012. Frammanundan høvdu tey trý fingið ætlanarskriv um uppsøgnina, Sørin Richardt [...] eisini, at Vágs Kommuna hevur framt so álvarsamt brot á reglurnar um grundgeving og hoyring í sambandi við uppsagnirnar, at hetta brot einsamalt eigur at føra til ógildan av uppsøgnunum. Kommunan hevur nevniliga [...] á fleiri geografiskt atskildum bústøðum, sum talan var um í Vági. Men hesum var rætturin tó ikki samdur í. Í dóminum verður víst á viðmerkingarnar til dagstovnalógina, har tað millum annað verður sagt
at stýra eini komandi oljuvinnu ov nógv politiskt. Tingmaður Tjóðveldisfloksins úr Suðuroynni er samdur við floksformanninum í, at tað kann vera vandamikið fyri miðstaðarøkið, um oljuvinnan verður savnað
løgtingsvalið. Støðan í dag hevur verið samanborin við løgtingsvalið í 1988, tá Tjóðveldisflokkurin fór til val við gyltum lyftum um, at landskassin stóð á tremum við pengum. Støðan vísti seg kortini verða øðrvísi [...] n ikki stendur í mát við metingarnar í Fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004. Inntøkumetingin hjá Fíggjarmálaráðnum komandi ár er125 mio. krónur lægri enn boðað varð frá í samband við Fíggjarlógaruppskotið [...] hevur hann hildið aftur við oyðsla pening. Kortini siga tølini, at ein verulig búskaparlig niðurgongd er at hóma í føroyska samfelagnum. Útlitini í 1988 hava tí verið sammett við støðuna í dag Fíggjarmálaráðið
samstarv við Mortan Johannesen – hann sjálvan, sum nú er býarmynd í Vágsbotni, har hann dagliga stendur og selur fiskavørur av ymsum slagi. Eisini í hesum førum vóru privatfólk, og fakfeløg við, og [...] Tvøroyrar Kommuna átta prosent av kommunuskuldini, sigur Dánjal av Rana. Og tí er hann ikki samdur við teimum, sum siga, at hetta koyrdi Tvøroyrar Kommunu á heysin. – Tvøroyrar Kommuna var ikki verri [...] hann trívist sera væl. Fyri fimm árum síðani, tá ið hann fylti 90, hevði Sosialurin drúgva samrøðu við hann, har hann fortaldi, hvat tað var, sum kyndi fakfelagsneistan og javnaðarneistan í honum, longu
tað ikki má henda aftur, at virkir og skip verða tvinnað saman aftur. Anfinn Olsen, reiðari, var samdur við Óla og segði, at tað hevur gingið lutfalsliga væl hjá føroyskari fiskivinnu eftir, at skip og virkir [...] virkjunum, ið er ein høvuðsorsøkin til, at tað er so torført at sleppa av við upsan. - Tað er meiningsleyst at fara av landinum við fiskinum, um tað ikki loysir seg, og prísirnir skulu vera ógvuliga vánaligir [...] tað ger tað ikki kortini. Vit fáa ikki meira fyri fiskin við skiljing, staðfesti Ragnar Olsen, reiðari. Anfinn Olsen segði, at støddarskiljing er við at gerast "gandaorð" í fiskivinnuhøpi. - Men hetta trúgvi
eisini um at sleppa í gongd aftur við svimjingini, og tað verður so avgjørt eisini nakað, sum kann seta ferð á. Tað er kanska eisini soleiðis,at tað fyrst og fremst er við yngru svimjarunum, at eitt slíkt [...] heldur ikki hesum er Petur Heðin samdur í. - Mín meining um hetta er framvegis hin sama. Tað gevur svimjarunum nøkur enn størri mál at miðja eftir, og hetta kann bara vera við til at lyfta støðið. Bæði nú [...] í føroyskari svimjing var alt ov smalur, og at hetta var nakað, sum tey nú fóru at arbeiða miðvíst við at betra. Á røttu leiðini Nú er eitt ár runnið, og tó at tað eitt slíkt arbeiði helst skal fara fram