Gomul skip og gomul framleiðsla standa seg best

Kann upsi virkast umborð heldur enn í landi? Eru vit afturútsigldir í søluøkinum? Loysir tað seg at skilja fiskin fyri útboð? Skulu skip og virkir tvinnast saman aftur? Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum vóru uppi og vendu í spakførum kjaki á fundi, sum Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe skipaði fyri

Fiskivinna

Á fundi í hølum hjá Grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe herfyri, tá ið felagið legði fram eina sonevnda roknskapargreining yvir støðuna hjá føroyska fiskiflotanum og fiskavirkjunum árini 1999-2003, var í endanum av fundinum nakað av práti ella kjaki um ymisk viðurskifti í vinnuni.
Greiningin hjá Rasmussen & Weihe byggir í fyrsta lagi á almennu roknskapirnar hjá reiðaríunum, sum eiga skipini og á roknskapir hjá virkjunum, sum eru við í greiningini.
Tølini hjá grannskoðarafelagnum vísa, at árini 2001 og 2002 helst hava verið millum tey allarbestu hjá føroyskari fiskivinnu nakrantíð. Fáur hevur sæð betri tíðir í Føroyum, enn hesi árini vóru.

Eingin samantvinning

Á fundinum eftir framløgurnar kom prátið inn á møguliga samantvinning millum virkir og skip, nú so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum.
Árini undan kreppuni fyrst í nítiárunum, vóru virkir og skip knýtt tættari at hvørjum øðrum, og hetta var við til at binda niður ta marknaðarskipan, sum vit hava sæð í Føroyum síðan kreppuna.
Á fundinum hjá grannskoðarafelagnum legði formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, dent á, at tað ikki má henda aftur, at virkir og skip verða tvinnað saman aftur.
Anfinn Olsen, reiðari, var samdur við Óla og segði, at tað hevur gingið lutfalsliga væl hjá føroyskari fiskivinnu eftir, at skip og virkir vórðu loyst frá hvørjum øðrum.
- Vit hava roynt hitt, segði reiðarin.
Hann helt tó, at virkini kanska kundu havt størri ávirkan á, nær skipini koma inn at landa, um fiskurin skal seljast sum feskur
Á fundinum varð nevnt, at túrararnir hjá føroyskum ísfiskaskipum í miðal eru longri enn túrarnir hjá eitt nú íslendskum skipum.
Anfinn Olsen segði, at fiskurin, sum kemur upp á land í Íslandi, í miðal er einar tríggjar dagar yngri enn fiskurin, sum kemur upp á land í Føroyum.
Olaf Olsen helt, at skipini kundu gjørt uppaftur styttri túrar og harvið komið við feskari fiski, um siglingin ikki fór burtur av fiskidøgunum.

Óvirkaður fiskur og skiljing

Spurningurin um stóra útflutningin av óvirkaðum fiski og skiljing av øllum fiski, áðrenn hann verður útboðin, var eisini uppi og vendi hendan dagin.
Olaf Olsen segði, at reiðaríini uppliva tað, sum um tað er vantandi kapasitetur á virkjunum, ið er ein høvuðsorsøkin til, at tað er so torført at sleppa av við upsan.
- Tað er meiningsleyst at fara av landinum við fiskinum, um tað ikki loysir seg, og prísirnir skulu vera ógvuliga vánaligir í Føroyum, áðrenn tað loysir seg at fara uttanlands.
Tosað varð eisini um broytingarnar, sum landsstýrið ætlar at skjóta upp við at geva útlendingum lættari atgongd til fiskamarknaðin í Føroyum.
Anfinn Olsen, reiðari, segði, at útlendingar hava atgongd til marknaðin í dag ígjøgnum egin feløg í Føroyum, sum hann tók til.
Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum skal allur fiskur, sum verður boðin út í Føroyum sum frá líður støddarskiljast, áðrenn hann verður boðin út.
Olaf Olsen segði, at prísurin fyri at skilja fiskin kemur ikki aftur í avreiðingarprísinum í Føroyum.
- Okkara royndir eru, at vit fáa ikki tað innaftur í prísi, sum tað kostar at støddarskilja. Tey størru virkini vilja ikki hava fiskin støddarskildan, men kanska tey smærru virkini vilja, segði hann.
Edmund Jacobsen, sum starvast í Føroya Banka, helt, at verður fiskurin skildur umborð, spara reiðarí og manning eitt lið á landi, og tí helt hann, at meira skuldi ligið eftir í prísinum.
?- Men tað ger tað ikki kortini. Vit fáa ikki meira fyri fiskin við skiljing, staðfesti Ragnar Olsen, reiðari.
Anfinn Olsen segði, at støddarskiljing er við at gerast "gandaorð" í fiskivinnuhøpi.
- Men hetta trúgvi eg einki upp á, segði hann.
Hann visti annars at siga, at íslendingar hava økt munandi um loftvegis flutningin av fiski millum Keflavík og Boston í USA síðan yvirgangsatsóknirnar hin 11. september, tá ið flúgvingin millum Evropu og USA minkaði.

Upsi virkast umborð

Spurningurin um virking av eitt nú upsa umborð á skipunum heldur enn í landi, nú trupult serliga er at sleppa av við og fáa prís fyri upsa, var eisini frammi.
Tað var Leivur Mohr, fyrrverandi virkisleiðari og sum í fleiri ár hevur starvast á vinnulívsdeildini hjá Føroya Banka, sum reisti spurningin, um møguleikar eru at virka upsa umborð.
- Er tað ein møguleiki at fara út á sjógv at arbeiða upsa? spurdi hann.
Olaf Olsen var ikki sannførdur um, at hetta er ein gongd leið.
- Skal upsin arbeiðast umborð, er í fyrsta lagi neyðugt við nýggjum íløgum, og tað er dýrari at gera verksmiðju umborð enn í landi.
Fyrrverandi reiðarin á Beta visti annars at siga, at nýggju skipini eru nógv effektivari í veiði enn tey gomlu.
- Tey eru effektivari, enn vit trúðu, segði hann.

Afturútsiglt sølulið

Ragnar Olsen helt, at Føroyar eru afturútsigldar í søluliðnum í mun til okkara grannalond.
- Eg kundi eisini hugsað mær, at meira kundi verið gjørt við at fingið betri prís fyri vøruna, men hetta veit eg ikki, segði Olaf Olsen.
Onkur, sum var við á fundinum, helt fyri, at kann vøran ikki seljast betur, megna virkini kanska at varðveita skiftisavlopið við at "klípa" burtur av fiskaprísinum.
Eftir at Bjarni Poulsen hevði havt sínar framløgur av gongdini hjá fiskiskipaflotanum og var farin undir at talgreina gongdina í fiskavirkisvinnuni, gjørdi Olaf Olsen sær eina áhugaverda niðurstøðu.
Tað vísir seg nevniliga, at tað eru línuskipini, ið teljast millum tey elstu skipini í flotanum, sum av ísfiskaskipunum hava tey bestu úrslitini seinastu árini, og samstundis er tað saltfiskaframleiðslan, sum í Føroyum er ein hin elsta, ið hevur bestu úrslitini á landi.
- Hetta merkir, segði Olaf Olsen, at tað eru tey elstu skipini og tann elsta framleiðslan, sum standa seg best.