Hergeir Nielsen vil ikki siga nágreiniliga, hvat hann hevur skrivað í svarinum til Suðuroyar Oljuvinnuráð. Tað heldur hann, at oljuvinnuráðið sjálvt skal almannakunngera.
Men Hergeir Nielsen sigur flokk sín vera samdan um svarið, hann hevur givið.
? Flokkurin visti, at hesin spurningurin fór at taka seg upp fyrr ella seinni, og tí varð málið viðgjørt innanhýsis í flokkinum fyri umleið einum mánaði síðani. Niðurstøðan á fundinum var, at oljuvinnan skal leggjast har tørvur er á at menna vinnulívið, og er tað í Suðuroynni.
Hergeir Nielsen vísir á, at Tjóðveldisflokkurin ikki fer at seta fram politiskt krav um, at oljuvinnan skal savnast í Suðuroynni. Men flokkurin ætlar sær at viðgera málið í sátt og semju í samgonguni.
? Eg haldi, at vit eiga at kunna stýra oljuvinnuni so mikið politiskt, at avgerast kann, hvat oljan skal vera, svarar Hergeir Nielsen, tá hann verður spurdur, um hann heldur tað vera rætt at stýra eini komandi oljuvinnu ov nógv politiskt.
Tingmaður Tjóðveldisfloksins úr Suðuroynni er samdur við floksformanninum í, at tað kann vera vandamikið fyri miðstaðarøkið, um oljuvinnan verður savnað har. Hann heldur, at hetta kann gera, at miðstaðarøkið verður ovurupphitað, og tað er ikki gott.
? Enn eru nógvir leikir eftir í politiska spælinum um oljuvinnuna, og tí er enn eingin avgerð tikin, hvar oljuvinnan skal savnast, ella um hon skal savnast. Men Tjóðveldisflokkurin mælir til Suðuroynna, har tveir egnaðir firðir eru, sigur Hergeir Nielsen.










