Glasir-arkitekturin fekk krakk

Býráðslimirnir vóru ikki nøgdir við uppskoti hjá Bjarke Ingels Group um nýtt høvuðssæti

Danska teknistovan Bjarke Ingels Group er komin við einum uppskoti um, hvussu nýggja høvuðssæti teirra í Norðhavnini í Keypmannahavn skal síggja út. Men tey vórðu vend í hurðini av kommununi, tá verkætlanin varð løgd fram, sambært TV2 Lorry.

 

Ein meiriluti í teknisku- og umhvørvisnevndini hjá Keypmannahavnar kommunu var samdur um, at bygningurin ikki var nøktandi. Býráðslimir vildu vera við, at bygningurin var ov ljótur, og hann passaði ikki inn í býarmyndina. Hann verður kallaður “søguliga ljótur”, og harumframt var hann ikki nóg umhvørvisvinarligur, varð mett. 

 

Bygningurin á 27 metrar skuldi í høvuðsheitum vera gjørdur úr glasi og betongi. Tað kann væntast, at BIG koma við einum nýggjum uppskoti um kontórbygningin, skrivar TV2 Lorry.

 

Í Føroyum kenna vit Bjarke Ingels Group fyri byggiverkætlanina Glasir, sum danska teknistovan hevur teknað.