var í húsunum hjá AA á Tinghúsvegnum í kvøld. Umleið hálvan tíma eftir, at sløkkiliðið fekk fráboðanina um eldin, var hann sløktur. - Tað vóru serligar umstøður sum gjørdu, at tað gekk so skjótt í kvøld [...] sigur hann. Av tí at tangabilurin var í býnum til aðra uppgávu, var neyðugt at senda stigabilin eisini oman í býin við bæði útgerð og fólki. - Tað var bara ein maður í tangabilinum, og hann hevði ikki branddrakt [...] skaði á húsunum, bæði av eldi, royki og vatni. Tað er tó ikki so, at eldur stóð upp gjøgnum takið, sum fyrstu fráboðanirnar søgdu. Eldur stóð út gjøgnum vindeyguni á síðuni móti Tinghúsvegnum, og tað er á
Alt brann innan úr einum húsum í Sørvági ígjárkvøldið. Ein ungur drongur var einsamallur inni í húsunum, tá ið eldur kom í. Foreldur hansara vóru ikki komin heim frá arbeiði. Kanningarnar eru ikki lidnar [...] lidnar, men ein fyribils giting er, at eldur kom í av eini friturugrýtu, sum var blivin ov heit. Húsini vóru umleið 50 ára gomul.
sløgdist í túninum við vanda fyri at fúka burtur og gera skaða á onnur. Annars eldsbrunin í hesi vikuni Annars sigur Bunyan Midjord, at hetta var annar eldsbrunin í Suðuroynni í hesi vikuni. Fyrr í seinastu [...] kunnugt verið heldur kaldligt kring landið í seinastuni, og í Vági hava teir merkt kuldan. Tað ljóðaði eftir eldsbrunan, at tað var so kalt, at vatnið í brandkranunum í býnum var fryst, men hesum vísir Bunyan [...] boðað frá eldsbruna í Sumba, men tíbetur spældi tann eldsbrunin betri av enn hesin seinasti. ? Tað var eldur í einum køki, men tað eydnaðist at sløkkja áðrenn hann av álvara festi í. Men roykskaðin er sjálvandi
Kemur eldur í eini sethús, kann avleiðingin verða, at tryggingin ikki tekur við. Nú hevur Býráðið gjørt av at lata Tórshavnar Sløkkiliði umsita skorsteinsreinskingina. Tveir skorsteinssóparar eru í arbeiði [...] skorsteinunum, í minsta lagi triða hvørt ár. - Vit kunnu nú bjóða hesa tænastu ókeypis. Verður hetta ikki gjørt, kann tað fáa óhepnar avleiðingar - bæði heilsuliga, og fyri tryggingina, um eldur kemur í húsini [...] verður eini lepi koyrdur í postkassan, um at ringja til Brandstøðina og avtala eina tíð. - Trupulleikin er, at fólk ikki geva hesi áheitan gætur, sigur støðleiðarin. Sambært grein 23 í brunalógini, verður tað
døgurða í gjár, sunnudagin, var eldur í einum húsum í Krossgøtu 2 í Havn. Klokkan 11.19 fekk løgreglan fráboðanina um eldsbrunan, tá fólk í grannalagnum sóu royk koma út úr tekjuni. Nógvur roykur var í húsinum [...] húsinum, tá sløkkiliðið kom á staðið, og inni í stovuni varð komið fram á eigaran, sum lá og svav í sofuni. Hann var bjargaður út í øllum góðum. Sløkkiliðið fekk skjótt tamarhald á eldinum, sum tíbetur ikki [...] nakað av vatn- og roykskaða. Eldurin er helst kyknaður á vesinum, møguliga í einari stikkdós, har fleiri eltól og lampur sótu í.
Eini gomul hús í Sumba brunnu í grund seinnapartin hósdagin. Ein eldri kona búði einsamøll í húsunum og sum skilst, so hevði hon kykað í kolkomfýrinum. Boð komu ikki fram Fólk hava havt á lofti, at long [...] fatur ikki fæst á í undanfarnu støðum. Ringt verður til allar í senn og boðini síðani givin og so játta menn móttøkuna av boðunum. Verri enn nakrantíð Guðmund Jacobsen, sløkkiliðsleiðari í Vági, váttar hesi [...] eftir øllum at døma gekk heldur striltið við samskiftinum við alarmsentralin í Havn. - Fartelefonin ringdi 3 ferðir, men eingin var í hinum endanum. Eg fór so til eina telefon á arbeiðsplássinum, har ringdi
Men vit er í øllum førum øgiliga áhugað í at hoyra frá fólki, sum hava sæð eitt hvørt í hasum økinum, sigur Bergleif, sum eisini viðgongur, at tað kann tykjast løgið, at tað kemur eldur í eini hús, har [...] Tað var um tveytíðina mánanáttina, at fólk varnaðust nógvan og tjúkkan royk koma frá húsunum í Sigmundargøtu 24 í Havn. Sløkkiliðið varð boðsent, men húsini stóðu ikki til at bjarga. Alt brann innan úr teimum [...] sermerkt hesi húsini, eru nú farin fyri skjeyti. Har var onki at gera. Eldurin hevði húsini í sínum valdi, og tey brunnu í grund. Tað verður mett at vera sera heppið, at ongin vindur var hesa náttina, serliga
Á middegi mikudagin sást roykur koma úr eini húsatekju í Vági. Klokkan var júst 12, tá eldur eisini sást koma upp gjøgnum tekjuna. Fáar minuttir seinni var sløkkilið á staðnum og sera nógvur og tjúkkur [...] sást, meðan sløkkiarbeiðið fór fram. Alt brann innan úr húsunum. Eitt eldri par búði í húsunum, men tey sluppu bæði út í øllum góðum. Tað sigst, at orsøkin til eldsbrunan var ein grýta við feitti, ið stóð
Klokkan 05:45 leygarmorgun komu boðini um, at eldur var í einum húsum á Viðareiði. Maðurin, sum búði einsamallur í húsunum, svav í stovuni, tá hann vaknaði av royki, ið kom frá komfýrinum. Helst av eini [...] kjallaranum og í køkin, kyknaði eldurin veruliga. Maðurin fór til grannan at boða frá eldinum. Løgreglan í Klaksvík sigur, at talan er um hús við stoyptari grund. - Húsini eru kanska ikki brunnin í grund, men [...] sigur løgreglan. Løgreglan metir hendingina sum hendiligt óhapp. Fríggjakvøldið var annars friðarligt í klaksvík, sigur løgreglan.
Sunnudagin fekk løgreglan boð frá alarmsentralinum um at eldur var í einum húsum í Lopra. Ein maður stóð í kjallaranum og sveið seyðarhøvd við gassbrennara, tá hann brádliga hoyrdi at tað físti aftanfyri [...] tá somikið óskettin, at tað festi í lekan, ið var komin á slanguna frá gassfløskuni, og login fór uppundir loftið og festi í. Eldurin breiddist skjótt, og húsini brendu í grund.