Húsini brunnu í grund

Sethúsini hjá einum ungum pari í Vági brunnu í grund um vikuskiftið. Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, men einki sprek slapp undan loganum

»Slíkt hendir altíð um jóltíðir« plagar at verða tikið til um hesa tíðina, og seinastu vikuna hava vit so ruddiliga fingið staðfest, at so er.

Klokkan var beint fyri hálvgun tólv fríggjakvøldið, at løgreglan fekk boðini um, at eldur var í einum sethúsum í Vági.

Boð vórðu send sløkkiliðnum i Vági, sum fór á staðið alt fyri eitt, men har var einki at gera.

Eldurin hevði longu fingið fastatøkur á húsunum, og tí var næstan bara at hyggja at hjá sløkkiliðsmonnunum.

? Tað var púra vónleyst at sleppa framat at sløkkja, sigur Bunyan Midjord, sum er leiðari fyri sløkkiliðnum í Vági.

Hann sigur, at tað stóð alt í ljósum logað tá teir komu á staðið, og at tað var ikki hugsingur um hjá teimum at fara innar.

? Onkur royndi at opna hurðina, men tað var ikki at bjóða til. Flammurnar kastaðust út gjøgnum dyrnar tá tær fóru upp, sigur hann og leggur afturat, at eldurin brann undir takskeggjanum eisini, so har var einki at gera.


Lítið trýst á

Tað hevur sum kunnugt verið heldur kaldligt kring landið í seinastuni, og í Vági hava teir merkt kuldan.

Tað ljóðaði eftir eldsbrunan, at tað var so kalt, at vatnið í brandkranunum í býnum var fryst, men hesum vísir Bunyan Midjord aftur.

? Tað var heldur lítið trýst á vatninum, men tað er tí, at tað í løtuni kemur lítið vatn í Tormansá, og tað er sjálvsagt tí, at tað er so kalt, men tað hevði so avgjørt onga ávirkan á sløkkingina, sigur hann.

Bunyan greiðir frá, at tann sum varnaðist eldin sá, at tað brann upp gjøgnum gólvið og tá var longu ov seint.


Helst oljufýrið

Bunyan Midjord greiðir okkum frá, at eldurin eftir øllum at døma er byrjaður í oljufýrinum.

? Tann, sum varnaðist eldin sá, at tað brann um oljufýrið, og tað ljóðar sannlíkt at eldurin er byrjaður har. Hann er í hvussu er ikki byrjaður aðrastaðni í kjallaranum, sigur hann.

Um so er, er orsøkin uttan iva skammlop í oljufýrinum.

Tó ber illa til at siga við vissum um so er, ella ikki, leggur Bunyan afturat, tí øll yvirtromin er dottin niður í kjallaran.

Tað er annars ikki so long tíð fráliðin at núverandi eigararnir keyptu húsini.

Tey hava átt húsini í minni enn eitt ár, og hava umvælt tey. Nógvar broytingar eru gjørdar, og tí lá nógv tilfar í kjallaranum, sum hevur givið eldinum meira at halda í enn gott var.

Lá tilfarið ikki inni, so lá tað og sløgdist í túninum við vanda fyri at fúka burtur og gera skaða á onnur.


Annars eldsbrunin

í hesi vikuni

Annars sigur Bunyan Midjord, at hetta var annar eldsbrunin í Suðuroynni í hesi vikuni.

Fyrr í seinastu viku varð boðað frá eldsbruna í Sumba, men tíbetur spældi tann eldsbrunin betri av enn hesin seinasti.

? Tað var eldur í einum køki, men tað eydnaðist at sløkkja áðrenn hann av álvara festi í. Men roykskaðin er sjálvandi altíð stórur, sigur Bunyan Midjord.

Hann sigur annars fyri Sosialinum, at sløkkiliðið í Vági er væl fyri. Tíggju menn eru knýttir at liðnum, og útgerðin teir brúka eru í lagið.

So er bara at vóna, at teir ikki hava tørv á at taka útgerðina fram aftur enn á sinni