Klokkan 05:45 leygarmorgun komu boðini um, at eldur var í einum húsum á Viðareiði. Maðurin, sum búði einsamallur í húsunum, svav í stovuni, tá hann vaknaði av royki, ið kom frá komfýrinum. Helst av eini pannu, metir maðurin sjálvur, sambært løgregluni.
Hann royndi at fáa okkurt at sløkkja við, men tá frísk luft kom úr kjallaranum og í køkin, kyknaði eldurin veruliga. Maðurin fór til grannan at boða frá eldinum.
Løgreglan í Klaksvík sigur, at talan er um hús við stoyptari grund.
- Húsini eru kanska ikki brunnin í grund, men so gott sum. Og har er ikki nógv at koma eftir. Alt er brunnið innan úr húsunum og takið hongur og kann fara, um vindur kemur, og tí skal tað takast niður sum skjótast, sigur løgreglan.
Løgreglan metir hendingina sum hendiligt óhapp.
Fríggjakvøldið var annars friðarligt í klaksvík, sigur løgreglan.