Húsaeigari bjargaður úr eldsbruna

Ein húsaeigari í Havn kann takka árvaknum grannum og sløkkiliðinum fyri, at hann enn er á lívi. Eldur kom í, og hann lá í stovuni og svav

112

Rigmor Dam/Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Stutt fyri døgurða í gjár, sunnudagin, var eldur í einum húsum í Krossgøtu 2 í Havn. Klokkan 11.19 fekk løgreglan fráboðanina um eldsbrunan, tá fólk í grannalagnum sóu royk koma út úr tekjuni.

Nógvur roykur var í húsinum, tá sløkkiliðið kom á staðið, og inni í stovuni varð komið fram á eigaran, sum lá og svav í sofuni. Hann var bjargaður út í øllum góðum.


Sløkkiliðið fekk skjótt tamarhald á eldinum, sum tíbetur ikki fekk tíð at breiða seg til aðrar partar av húsinum, har nøkur leigumál eru. Tó er nakað av vatn- og roykskaða.


Eldurin er helst kyknaður á vesinum, møguliga í einari stikkdós, har fleiri eltól og lampur sótu í.