Húsini hava fingið stóran skaða

Tað gekk sera væl at sløkkja eldin, sum var í húsunum hjá AA á Tinghúsvegnum í kvøld. Umleið hálvan tíma eftir, at sløkkiliðið fekk fráboðanina um eldin, var hann sløktur.

 

- Tað vóru serligar umstøður sum gjørdu, at tað gekk so skjótt í kvøld. Tangabilur okkara var longu í býnum til eina spuliuppgávu, og koyrdi tí beinleiðis oman og fekk hildið stand til brandbilurin kom, sigur Hans David Hansen, átaksleiðari.

 

Tó at tað gekk skjótt at sløkkja, hava húsini fingið stóran skaða.

 

- Har er stórur skaði á húsunum, bæði av eldi, royki og vatni. Tað er tó ikki so, at eldur stóð upp gjøgnum takið, sum fyrstu fráboðanirnar søgdu. Eldur stóð út gjøgnum vindeyguni á síðuni móti Tinghúsvegnum, og tað er á tí síðuni, at størsti skaðin er hendur, sigur hann.

 

Av tí at tangabilurin var í býnum til aðra uppgávu, var neyðugt at senda stigabilin eisini oman í býin við bæði útgerð og fólki.

 

- Tað var bara ein maður í tangabilinum, og hann hevði ikki branddrakt við sær, tí máttu vit senda stigabilin eisini, hóast vit vistu, at tørvur neyvan var á stiganum sjálvum, greiðir átaksleiðarin frá.

 

Hóast eldurin nú er sløktur, fer sløkkiliðið at halda brandvakt við húsini eini tveir tímar afturat.

 

- Tað er fyri at tryggja, at eldurin ikki kyknar aftur. Annars er okkara arbeiði liðugt, og tað er nú upp til løgregluna at kanna, hví eldur kom í, sigur Hans David Hansen.