Hús brunnu í grund

Gomlu húsini í Sigmundargøtu 24 í Havn stóðu ikki til at bjarga, tá eldur kom í tey mánanáttina. Kriminaldeildin hjá løgregluni kannar nú málið og hevur sent boð eftir fólki frá kriminalteknisku deildini hjá ríkispolitiovastanum at koma at gera kanningar. Møguliga er illgruni um, at eldurin varð ásettur

Tað var um tveytíðina mánanáttina, at fólk varnaðust nógvan og tjúkkan royk koma frá húsunum í Sigmundargøtu 24 í Havn. Sløkkiliðið varð boðsent, men húsini stóðu ikki til at bjarga. Alt brann innan úr teimum.
Tey trý vindeyguni úr gomlu katólikkakirkjuni, Bauers Húsum, sum hava sermerkt hesi húsini, eru nú farin fyri skjeyti. Har var onki at gera. Eldurin hevði húsini í sínum valdi, og tey brunnu í grund.
Tað verður mett at vera sera heppið, at ongin vindur var hesa náttina, serliga tá hugsað verður um nógva vindin, sum annars hevur verið um nýggjárið.Talan kundi tá havt verðið um nógv størri og meiri umfatandi skaða. Eldurin var so mikið stórur, og tað var torført at fáa tamarhald á honum, so um vindur hevði verið, so er ikki ilt at ímynda sær, at onkur av húsunum, sum standa so nær við, eisini kundu havt fingið skaða av eldsbrunanum. Serliga grannahúsini, har seks íbúðir eru í, standa tætt við. Ikki meira enn einar tríggjar metrar frá húsunum, sum brunnu í grund.
Harafturat noyddust grannarnir út gjøgnum vindeyguni, tí tað var ikki hugsingur um at sleppa sær út gjøgnum dyrnar í nógva hitanum frá eldinum.
Húsaeigarin er ikki heima, og ongin persónsskaði stóðst av ógvusliga eldsbrunanum.

Ásett
Kriminaldeildin hjá løgregluni kannar nú málið. Bergleif dyrnar í nógva hitanum frá eldinum. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at tey hava sent boð eftir serfrøðingum niðrifrá at koma at gera kanningar.
? Eg fái ikki sagt so nógv um hetta málið sum nú er. Kanningar mugu gerast, sigur Bergleif.
Hann sigur tó, at løgreglan hevur tosað við grannarnar, og ein teirra sigur seg hava hoyrt fótafet uttanfyri stutt áðrenn eldurin varð fráboðaður og kundi hetta týtt uppá, at løgreglan hevur illgruna um, at eldurin varð ásettur.
Men hetta vil leiðarin á kriminaldeildini ikki koma nærri inn á, so longi ongar kanningar eru gjørdar.
? Men vit er í øllum førum øgiliga áhugað í at hoyra frá fólki, sum hava sæð eitt hvørt í hasum økinum, sigur Bergleif, sum eisini viðgongur, at tað kann tykjast løgið, at tað kemur eldur í eini hús, har ongin er býr hvønn dag.
? Eigarin hevur verið burtur í eina tíð nú, men tað kann sjálvandi hugsast, at tað er onkur, sum hevur lógliga atgongd til húsini, sigur hann.
Bergleif Brimvík veit ikki at siga við vissu, nær serfrøðingarnir koma upp at kanna málið, men tað verður ein av fyrstkomandi døgunum. Inntil tá eru húsini avsperrað.