og har ætlar Ársins songrødd 1997 at halda fram. ? Eg havi altíð sungið, men eg ætlaði mær ikki at melda meg til songrøddkappingina. Tað gjørdi ein vinkona fyri meg, og so tók eg bara av, tá kjansurin var [...] Frankie Jensen var komin allan vegin úr Danmark til finaluna. Rockbólkurin Moirae legði fyri og spældi í ein tíma, áðrenn diskotek var eina løtu. Tá klokkan var farin av eitt, varð farið undir sjálva sangkappingina [...] upptraðkan. Moirae fór aftur á pallin, eftir at finalistarnir høvdu sungið, og tá teir høvdu spælt í ein góðan hálvan tíma, var greitt at avdúka hvør hevði vunnið. Og tað gjørdist Eiðvør Pállsdóttir úr Gøtu
politisku støðuna í Føroyum, nú alt fleiri politiarar skifta flokk? ? Eg havi onga viðmerking til at fólk skifta flokk. Tað er ein persónlig støða, sum bert tann einstaki kann svara fyri. Spurdur um ley [...] fólkatingsvalið í ikki av, men tá blaðið er prentað, er stutt eftir til vit kenna úrslitið. Lasse Klein eins og politikarar í hinum flokkunum, sum ikki stillaðu upp, hava verið á vali. ? Eg loyvi mær at hava [...] ikki. Eg verði verandi í KrF, tí her kenni eg meg so væl, sum ongantíð áður, sigur Lasse Klein. Bert ein meting um at føra valstríð ? Heldur tú at tað skaðar smáu flokkarnar til løgtingsvalið, at teir ikki
eitur seg at verða ein fronsk rættarskipan, men tá franska rættarskipanin ikki røkkur, so tykir mær, at teir fara yvir til »junglelógina« og tá kann eingin gera nakað sum helst. Ein tann størsti trupulleikin [...] veit ikki hvat eg skal vanta, sigur Sigmundur. ? Málið skal fyri í einum kærurætti og eftir tí eg havi skilt, so er mítt mál bert eitt av nógvum kærumálum, sum skulu fyri týsdagin, og tað kann merkja at
verkætlanir um árið. Tað verið seg ein klædning, ein frakka, ein kjóla ella hvat tú enn einaferð velur. - Í hvørjari verkætlan skalt tú verða kreativ og harumframt hevur tú ein tekniskan trupulleika at loysa [...] til eitt prát. - Eg gekk á Columbine skolen í Fredriksberg, Keypmannahavn, sum er ein privatskúli. Skúlin er eisini ein altjóða skúli, so tú fært eitt altjóða prógv, sum tú kanst brúka aðra staðni í heiminum [...] læsa seg fasta í einum ávísum stíli. - Eg havi lagt meg eftir at royna so nógv ymiskt sum møguligt. Stuttligast er at seta sær eina bundna uppgávu. Í seinastuni havi eg til dømis arbeitt nógv við taskum. Har
í Vágum, gav mær sum smádreingi sjálvsagt ein annan vinkul upp á málið - og eg festi meg serliga væl við tað, sigur hann. Bókin um flogvanlukkuna gjørdist ein brakandi sukse - og neyðugt var at prenta [...] Grækaris, sum hevur roynt at savna tilfar, bæði tað, sum hevur verið á prenti, eins og hann hevur leitað á Landsskjalasavninum. - Eg havi funnið nógv áhugavert í frásagnum, sum tó ikki stóðu á prenti í bløðunum [...] sambandið fekk hann rættuliga tilvildarliga: - Í Onglandi var ein maður, sum leitaði eftir ætt síni, sum hann ikki hevði samband við. Hann visti, at ein farbróðir, Henry Koven, var deyður undir krígnum, men ikki
Eg havi sjálvur fiskað nógvar sunnu- og halgidagar, men samstundis havi eg síðani sjeytiárini havt samband við reiðarar í Skotlandi, sum hava fleiri nótaskip. Teir hava aldri verið heimanífrá ein sunnudag [...] ólavsøkudag klokkan 13, sjálvt um ólavsøkudagur fellur á ein sunnudag. Tí hevur Hendrik Old skyldu at møta til tingfundin sunnudagin 29. juli, eins og hann hevur skyldu at møta til aðrar tingfundir. Men [...] arbeiðast sunnudag. Hana ætli eg mær at virða. ? Fyri meg er hetta málið ikki ein átrúnaðarligur spurningur. Hetta er ein spurningur, um tingið skal virða, at sunnudagurin er frídagurin hjá øllum. Gongdin
so var tað uttan iva ein rættvíst loysn. Soleiðis sum gongdin hevur verið í altjóða rætti, so eru fleiri marknatrætur, sum hava verið fyri ein dómsstól, endaðar við at vera ein fyrimunur fyri strandalond [...] mugu ikki bara hyggja ein veg men læra av ymsum royndum. Oljuráðeggingarnevndin dugdi væl at hyggja rundan um okkum, so tað er bara at halda fram við tí. Teitur Poulsen: -Eg havi lagt til merkis, at føroyingar [...] i ella dómarafulltrúi, helst eina stutta tíð í Bretlandi, áðrenn hann kemur aftur til Føroya. -Eg havi altíð ætlað mær at arbeiða við oljumálum, men vil ikki koma ov skjótt heimaftur. Best er at fáa nakrar
religiøsa lívi. ? Tá ein familjulimur gerst ein kristin, so hendir tað ikki so sjáldan, at viðkomandi verður fullkomiliga stoyttur út úr familjuni og verður ikki longur roknaður sum ein teirra. Elsa hevur [...] Joetsu í Niigata-økinum. 190.000 fólk búgva í hesum býnum. Elsa sigur, at í Japan er ein býur við hesum fólkatalinum ein lítil býur. Áhugin fyri Japan vaknar Í Joetsu gekk Elsa í studentaskúla, har hon læs [...] gjørdist eitt kent andlit í býnum. Tá eg var ørindir í býnum, so heilsaðu tey upp á meg, sum eg var ein av teirra egnu. Hetta gjørdi sjálvandi sítt til, at eg kom at kenna meg ómetaliga vælkomnan og kom
uppvaksin í Kanada, og tí havi eg altíð følt meg væl har. Har er ein heilt onnur mentan, eitt heilt annað mál, og eg haldi, at fólkini eru meira opin enn í Føroyum. Men um tú lærir ein føroying at kenna, verður [...] Amnesty International. "Eg haldi, at tiltakið móti harðskapi móti kvinnum er ein góð søk at stuðla. Tað er eitt super tiltak. Man er ein rødd fyri tey sum eru kúgað. Og eg haldi, eg geri mítt besta við at vera
fyri hesi ætlan. Ein er at játtanin er rættiliga avmarkað, og hin er at stovnurin er bundin av gomlu skipanini, sum skal fáa upp á pláss. - Hetta er ein spennandi avbjóðing, sum eg havi havt áhuga fyri [...] tingarbeiðinum, verið undirvísingarleiðari á sernámsfrøðiligu ráðgevingini, fyri Landsskúlasitingina. Ein samanlegging av sernámsfrøðiliga virkseminum undir Landsskúlafyrisitingini og Skúlanum á Trøðni, er [...] tørvur er á psykologum. Tørvur á skúlapsykologum Serliga merkja tey tað á sálarfrøðiliga økinum. Bert ein skúlapsykologur, umframt stjóran og deildarleiðaran, er virkin á stovninum. - Samanbera vit okkum við