? Eg valdi rætt

Lasse Klein hevur onga viðmerking til at fólk flyta í annan flokk. Bert vil hann siga, at ongantíð hevur hann kent seg betur enn í KrF, sum hann innlimaði seg í, tá hann valdi at fara úr Sjálvstýrisflokkinum

Tá hesar reglur verða skrivaðar, er fólkatingsvalið í ikki av, men tá blaðið er prentað, er stutt eftir til vit kenna úrslitið.

Lasse Klein eins og politikarar í hinum flokkunum, sum ikki stillaðu upp, hava verið á vali.

? Eg loyvi mær at hava tað fyri meg sjálvan, hvønn eg valdi, men tað hevði eg avgjørt langa tíð frammanundan, sigur Lasse Klein.

Hann heldur ikki, at fólkatingsvalið hevur ávirkan á Løgtingsvalið..

? Eitt nú sæst tað á undirtøkuni til kommunuval og løtingsval, har smáu flokkarnir fáa góða undirtøku, sigur Lasse Klein.


Persónlig avgerð

? Hvat heldur tú um politisku støðuna í Føroyum, nú alt fleiri politiarar skifta flokk?

? Eg havi onga viðmerking til at fólk skifta flokk. Tað er ein persónlig støða, sum bert tann einstaki kann svara fyri.

Spurdur um leysatíðindini, sum hava gingið í seinastuni, at eisini broytingar verða í KrF, sigur Lasse Klein, at hann og Jákup Olsen altíð hava havt sera gott samstarv í tinginum.

? Hevur tú ætlanir um at skifta flokk?

? Nei, tað ætli eg avgjørt ikki. Eg verði verandi í KrF, tí her kenni eg meg so væl, sum ongantíð áður, sigur Lasse Klein.


Bert ein meting um at føra valstríð

? Heldur tú at tað skaðar smáu flokkarnar til løgtingsvalið, at teir ikki stillaðu upp til fólkatingsvalið?

? Nei, avgjørt ikki vænti eg tað. Fólkatingvalið kann vera ein ábending hjá onkrum flokki, sum eina meting fyri, um teir kláraðu seg væl ella illa í valstríðnum

? Sjálvur haldi eg at Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og lutvíst eisini Tjóðveldsflokkurin førdu eitt gott valstríð, men hetta hevur onga ávirkan á samansetingina í tinginum eftir valið at gera, sigur Lasse Klein.

? Hinvegin, um vit stillaðu upp og komu frá fólkatingsvalinum við vánaligum úrsliti, so hevði tað verið verri enn nú, vit ikki stillaðu upp.