Hendrik Old, tingmaður, stendur fast við mótmæli sítt móti ætlaða tingfundinum sunnudagin á ólavsøku.
? Tað kemur ikki upp á tal, at eg møti til tingfundin ella skrúðgonguna á ólavsøku, sigur Hendrik Old.
Tað er greitt staðfest í nýggju stýrisskipanarlógini, at tingið skal setast ólavsøkudag klokkan 13, sjálvt um ólavsøkudagur fellur á ein sunnudag. Tí hevur Hendrik Old skyldu at møta til tingfundin sunnudagin 29. juli, eins og hann hevur skyldu at møta til aðrar tingfundir.
Men Hendrik Old fer ikki á tingfund.
? Vit hava eisini eina halgidagslóg, ið sigur, at tað ikki skal arbeiðast sunnudag. Hana ætli eg mær at virða.
? Fyri meg er hetta málið ikki ein átrúnaðarligur spurningur. Hetta er ein spurningur, um tingið skal virða, at sunnudagurin er frídagurin hjá øllum. Gongdin í samfelagnum í dag er, at sunnudagurin meira og meira verður gerandisdagur, so tímalønt fólk eru noydd at arbeiða sjey dagar um vikuna. Og eg haldi, at tingið má ganga undan at vísa, at sunnudagurin er frídagur. Serliga nú, vit fara inn í oljuvinnuna.
? Eg havi sjálvur fiskað nógvar sunnu- og halgidagar, men samstundis havi eg síðani sjeytiárini havt samband við reiðarar í Skotlandi, sum hava fleiri nótaskip. Teir hava aldri verið heimanífrá ein sunnudag, men kortini hava teir ráð at skifta skip fimta og sætta hvørt ár og eru peningarliga sera væl fyri, sigur Hendrik Old.