? Ein góð søk at stuðla

Í samband við tiltakið hjá Amnesty International týsdagin, sang Lena Andersen nøkur løg á Torginum í SMS. Í hesum sambandi høvdu vit eitt lítið prát við hana.

"Seinasta fløgan hjá mær hevur selt avbera væl í Føroyum, og í ár fari eg so at royna meg í Danmørk. Fyrsta stakfløgan hjá mær kemur út einaferð í vár, ella í summar. Og eg vóni, at tað fer at ganga væl", sigur Lena og smílist.
Í løtuni býr Lena í Kanada, og tað dámar henni væl.
"Pápi mín er uppvaksin í Kanada, og tí havi eg altíð følt meg væl har. Har er ein heilt onnur mentan, eitt heilt annað mál, og eg haldi, at fólkini eru meira opin enn í Føroyum. Men um tú lærir ein føroying at kenna, verður hann sjálvsagt meira opin."
Lena fortelur um framtíðarætlanir hennara:
"Tað næsta verður, at eg fari til Kanada at arbeiða, og tá ið fyrsta stakfløgan hjá mær kemur út í Danmark, ætli eg mær til Danmarkar at marknaðarføra hana."

Amnesty og "Amy"
Lena var í SMS fyri at stuðla tiltakinum hjá Amnesty International.
"Eg haldi, at tiltakið móti harðskapi móti kvinnum er ein góð søk at stuðla. Tað er eitt super tiltak. Man er ein rødd fyri tey sum eru kúgað. Og eg haldi, eg geri mítt besta við at vera góð við míni medmenniskju".
Spurd um sangirnir, hon syngur her í dag, hava nakað við evnið at gera svarar Lena:
"Ja, nøkur løg passa til tiltakið. Serliga nýggi sangurin "Amy".
Hann snýr seg um eina gentu, sum ikki hevur tað gott. Hon torir illa at liva, og hon er í eini bíðistøðu," endar Lena.