minningarorð um okkara høgt elskaðu mammu, sum vit elskaðu yvir alt á jørð og sum so brádliga bleiv tikin heim til Harran alt ov tíðliga, tí vit hildu, at vit høvdu stóran tørv á henni, og hon fylti so nógv í [...] hana, sum tú hevði so kæra, hon var perlan í tínum lívi. Ta seinastu tíðina var tú sera nógv um hana, nú hon var blivin veikari, og passaði hana á ein fyrimyndarligan hátt, var altíð um hana á degi sum á [...] bert tríggjar dagar eftir. Tað kom eisini fram í taluni við jarðarferðina hjá mammu, hvussu gott menniskja hon var. Har blivu so sanniliga nógv góð orð søgd um okkara høgt elskaðu mammu og eisini tøkk til
áhuga í ella brúk fyri. Skal t.d. ein skúlaflokkur gera uppgávur um Framtaksgrunnin, um Føroyar sum komandi oljuland, um grindamálið osfr. so er bert at uppgeva leitiorðið og tú fær allar greinarar á skíggjan [...] í Sosalinum dag um dag. Býr tú í Moskva, í Peking, í Singapore, Í Melbourne, í Lima ella hvar tað skal vera, so kanst tú hvønn dag fara inn á internetið og á telduni lesa, hvat fer fram í Føroyum. SKIPANIN [...] rðið, so ber eisini til at hava lýsingar í hesi skipan. Og her er vert at viðmerkja, at talan sjálvandi eisini er um litlýsingar. Lat tað eisini vera sagt her, at ein orsøk til at vit leggja so nógva orku
Tá komu teir at tosa um, at ymiskir býir og bygdir skipa fyri ávísum tiltøkum, sum onkusvegna hava tilknýti til staðið. Teir settu sær so spurningin, hvat Klaksvíkin hevur fram um – ella meira – enn aðrar [...] fiskimannakonan. Ein góðveðursdag kom hon gangandi fram við einum húsum, har maður stóð og egndi, og agnroykurin setti út á geilar. Tá hon gekk fram við, helt hon fyri, at her luktaði illa av agni! - Ja [...] og annars halda nógv til fram við bryggjukantinum, eru sera glaðir fyri hendan dagin. Dagarnar uppundir tiltakið er vanligt, at teir vaska og mála egningarskúrarnar og gera alt so hugnaligt. Tað sigur John
Tjóðveldi og Framsókn løgdu í gjár í felag fram uppskot til Stjórnarskipan Føroya aftur fyri tingið. Støðið er tikið í tí arbeiðinum og tí uppskoti, sum varð lagt fram á heysti 2010, og í teimum broytingum [...] juni 2011. Í eini roynd at røkka enn størri semju um stjórnarskipanina eru nakrar broytingar gjørdar í formælinum, í grein 1, og ein nýggj grein um beinleiðis fólkaræði er tikin við í uppskotið. Tørvurin [...] samfelagnum og ikki minst um okkara leiðir henda stórar rembingar, har neyðugt er at føroyska tjóðin finnur sína rók og sína rødd. Og at vit sjálv kunnu taka lut og taka avgerðir um okkara framtíð og møguleikar
skuldsetingarnar, sum vórðu settar fram ímóti Rás2 í sendingini Álvaratos fríggjadagin. - Vegna vertin í sendingini, Álvaratos, harmist eg almikið um, at úttalilsið um at tíðindi kunnu keypast á útvarpsrásini [...] fríggjadagin legði Rás2 undir at taka ímóti mutri. - Eg eri sera fegin um, at Kringvarpið nú tekur skuldsetingarnar móti Rás2 um mutur aftur, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. Annika Mittún Jacobsen [...] tykkum, uttan at prógv varð ført fram fyri hesum í somu sendig. Afturat hesum áttu tit at havt møguleika fyri at gera tykkara viðmerkingar. Hetta livdi ikki upp til krøvini um góðan fjølmiðlasið, sigur Annika
at skapa tey virðir, sum skulu økja um peningarenslið í almenna kassanum. Tískil er tað tilskundan til meira virksemi í vinnulívinum, sum er leiðin fram fyri at økja um inntøkur landskassans. Tað er í p [...] Arbeiðsgevarafelag hava biðið um fund við leiðsluna í samgonguflokkunum fyri at umrøða, hvørjar ætlanir eru í samband við fíggjarlógarkarmin fyri 2011, sum skal leggjast fram í komandi viku. Arbeiðarfeløgini [...] samd um, at ætlaninar hjá samgonguni at áleggja føroyska vinnulívinum fleiri skattir og avgjøld eru óskilligar. Stjórnir í londunum kring okkum hava seinasta 1½ árið gjørt skipanir fyri at lætta um hjá
Løgtingið um at broyta grindalógina. Landsstýrismaðurin hevur ikki sagt, hvørjar broytingar, talan verður um. Men Grindamannafelagið hevur ført fram, at tey vilja hava, at alt økið rundan um eina grind [...] vit hava loyvi at veiða um árið. Ætlanin er nevniliga, at í ár og næsta ár kunnu vit í mesta lagi veiða 500 springarar um árið. Í 2024 er væntandi ein stovnsmeting gjørd og so verður kvotan sett eftir [...] halda vit fram at drepa springara, kann tað fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri okkara útflutning, tí vandi er fyri, at vit fara at verða boykottað. Men landsstýrið sigur, at at tey vilja tvíhalda um okkara
tað fer at minka um harðskap, har harðskapur verður framdur. ? Fólk hefta seg við praktiseringina av hesi lógini. Um tað skal vera loyvi at geva barninum eina oyrafiku ella ikki. Ella um tú nú tekur í eitt [...] ? Allir flokkar hava uttan iva í síni virkisskrá ein part, sum snýr seg um børn. Og vit hava nú tosa um hetta at føroyingar framvegis kunnu revsa síni børn. Tað er bert hesin bólkurin í samfelagnum, sum [...] við yvirfyri teimum, sigur Katrin Dahl Jakobsen, sum vegna Javnaðarflokkin hevur lagt uppskot fram á tingi um, at foreldur ikki longur skulu sleppa at revsa síni børn likamliga. Javnaðarflokkurin metir,
stríðast um FM heitið. Í kappingini millum dreingjamanningarnar eru tað bátar í høvuðsstaðnum, sum stríðast um sigrarnar og harvið um FM heitið. Talan er um Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri og um Drekan [...] tað framvegis púra opið í FM kappingini. Um Drekin vinnur tvær tær seinastu ferðirnar, og um Jallurin verður næstfremstur, so verða bátarnir javnir í stigum, og so verður avgerandi fyri FM heitið, hvør vinnur [...] Leygardagin var talan um ógvuliga tætta og spennandi kapping. Firvaldur av Tvøroyri og Havfrúgvin úr Vestmanna vóru fremstu bátarnir, inntil málið var meiri enn hálvrógvið. So var tað, at Drekin og Jallurin
felagskapirnir nógvir, har vit kunnu royna okkum fram og finna út av, hvar vit føla okkum best heima í einum ella fleiri teirra. Hesir felagskapir eru í dag so umráðandi sum ongantíð fyrr, tí freistingarnar [...] boðskapi. Veit ikki, um hetta er alt svarið, men hetta er ein góð byrjan hjá okkara børnum og ungu. Allir hesir felagsskapir hava eitt til felags, og hetta er tað sjálvbodna arbeiði, sum so mong gera. Í einari [...] einari bygd sum okkara eru flestu partur av hesum arbeiði. Vit hugsa neyvan so nógv um hetta í tí dagliga, tí hetta er bara ein partur av at liva her. Børnini eru okkara dýrgripar. Lat okkum taka saman hendur