Stjórnarskipanin løgd fyri tingið aftur

Tjóðveldi og Framsókn løgdu í gjár í felag fram uppskot til Stjórnarskipan Føroya aftur fyri tingið.

Støðið er tikið í tí arbeiðinum og tí uppskoti, sum varð lagt fram á heysti 2010, og í teimum broytingum, sum vórðu lagdar til 2. viðgerð á tingi í juni 2011.

– Í eini roynd at røkka enn størri semju um stjórnarskipanina eru nakrar broytingar gjørdar í formælinum, í grein 1, og ein nýggj grein um beinleiðis fólkaræði er tikin við í uppskotið. Tørvurin tykist sjáldan størri enn beint nú, fyri at eitt greitt felags grundarlag verður sett undir føroyska samfelagið – bæði úteftir og inneftir, siga flokkarnir í tíðindaskrivi.

– Í altjóða samfelagnum og ikki minst um okkara leiðir henda stórar rembingar, har neyðugt er at føroyska tjóðin finnur sína rók og sína rødd. Og at vit sjálv kunnu taka lut og taka avgerðir um okkara framtíð og møguleikar í heiminum. Inneftir er tørvurin eins stórur á tjóðskaparligari semju um grundarlagið undir okkara fólkaræði, sum kann sameina okkum í felagsskapi og samleika. Har vit semjast um tey grundvirði, rættindi og skyldur, sum føroyskt fólkaræði skal byggja á, siga teir.

Hetta grundarlag kann føroyska stjórnarskipanin útvega. Avgerandi er, at málið ikki aftur gerst politiskt fótatraðk á tingi ella millum flokkar, men at semja kann gerast um eitt uppskot, ið kann setast til fólkaræðisliga viðgerð í almenningum – og sum kann skapa áhuga og virkna luttøku millum fólk.

– Við viðgerðini hesi árini, har eitt so stórt tal av politikarum, serfrøðingum og politiskum flokkum, hava tikið lut, má metast, at málið um føroyska stjórnarskipan er væl og virðiliga búgvið til støðutakan í politisku skipanini, siga Framsókn og Tjóðveldi.