Búskaparligi vøksturin í USA var størri enn í Evropa og tí lækkaðu renturnar nakað. Kortini kom ikki sama ferð á vøksturin í Evropa, sum í USA, og samstundis fótaði evran sær ikki móti amerikanska dollaranum [...] Grundraksturin ílagi Hóast talan er um eitt rættuliga stórt fall í ársúrslitinum hjá »fólksins peningastovni«, so letur leiðslan kortini ikki illa at. Í peningastovnshøpi er eitt lyklatal, sum eitur úrslit av [...] ársúrslitinum. Í 1998 slapp Sparikassin so at siga snikkaleysur frá virðisbrøvunum og gjaldoyrahandli. Tá var talan um eina positiva virðisjavnan upp á góða hálva millión, men í fjør mátti leiðslan í Sparikassanum
Tey, sum sóu flogbólt seinasta ár, og sum enn ikki hava verið til flogbólt í ár, mugu gera sær greitt, at dystirnir vera ikki avgreiddir eftir sama leisti sum í fjør. Minni enn so. Orsøkin til hetta er, at [...] konsentratiónin er í topp alla tíðina. Libero er ikki bara ein blæða Ein onnur, og ikki minni, broyting er liberoskipanin. Henda skipan ger, at tað er loyvt at hava ein spælara, sum burturav spælir í verjupartinum [...] - sum eru sterkir í verjupartinum, men minni sterkir í álopspartinum. Um vit hugsa okkum aftur til Oyggjaleikirnar, so brúktu bæði føroysku landsliðini libero, sum í hesum føri ikki er ein blæða. Kvinnurnar
nnunum í trivnaðarnevndini einans hevði kosmetiskan áhuga. Uppskotinum var sjálvandi ikki lív lagað, og tað fall. Í fyrra førinum setti Javnaðarflokkurin politiskt nýtsluvirði á tey sjúku, og í seinna [...] politisku ætlan síni trúgvur er hann síðani farin í bløðini at peika út syndabukkar fyri at fáa sjálvan seg og flokk sín fram í eitt betri ljós. Annað dømi fingu vit í sambandi við hurlivasan um pensjónslógirnar [...] triðingurin av Javnaðarflokkinum var ikki tøkur, tá atkvøðast skuldi um hækkingina av pensjónunum, sum sami flokkur sjálvur skeyt upp. Leiðslan í javnaðarflokkinum royndi soleiðis í ellivta tíma at tryggja sær
lakasproytu, sum sprænir saltlaka beinleiðis inn í saltfiskin. Hann kann fáa eina slíka fyri 300.000 krónur. Í tí sambandinum er tað ætlanin, at arbeiðarafelagið í Haldarsvík skal hjálpa til fíggjarliga fyri [...] sundurskilað so at maskinur eru í einum rúmi, saltfiskurin verður í einum rúmi fyri seg og so skera vit í einum triðja rúmi. Anfinnur við Hálsagarð sigur, at pakkilinjan verður eitt stórt framstig og fer [...] nógv bíligari at arbeiða saltfisk. ? Í løtuni eru vit ikki kappingarfør, tá ið tað kemur til saltfiskin. Men pakkilinjan skuldi gjørt, at tað bar til at vera við í kappingini um saltfiskin eisini. ?Og
enda sá Rúni Berg í eyguni, at tað loysti seg ikki at framleiða línureiðskap í Føroyum meira, tí framleiðslan fekst ikki at hanga saman. - Í dag hava vit onga framleiðslu av línureiðskapi í Føroyum yvirhøvur [...] sum pápi mín í sínari tíð legði lunnar undir í Føroyum, og sum vit síðan førdu víðari, ikki datt niðurfyri, sigur Rúni Berg, stjóri. Allar uppskriftir og øll konseptini í framleiðsluni í Kina eru føroysk [...] Rúni Berg vísir á, at sum tíðin leið, bar ikki til at framleiða línureiðskap í Føroyum longur – og kappast við avbjóðarar uttanlands. - Vit kláraðu ikki at kappast í prísi. So, antin máttu vit gevast at framleiða
børnum fer ikki bert fram í skúlatíð , og tí er neyðugt at seta mørk, bæði heima og í skúlunum. Umframt eiga vit at seta í verk heilsupolitisk tiltøk fyri at tryggja sunnari skermvanar hjá børnum. Í nýttársrøðu [...] hvarv uttan víðari. Í februar í ár komu boð um, at nú fingu vit 10 GB, heldur enn 7 fyri sama prís. Í oktobur komu boð um, at nú fáa vit 15 GB heldur enn 10, framvegis til sama prís. Og í desembur fingu vit [...] sum eru neyðug í undirvísingini, eigur skúlin sjálvur at eiga og umsita. Soleiðis sleppa næmingarnir undan at hava telefonirnar við sær í skúla. Trupulleikin røkkur útum skúlan Vit kunnu ikki vera so bláoygd
at enda í FM stríðnum, fáa vit at vita í heyst, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen í samrøðu við FM1 útvarpið. NSÍ hevur ikki vunnið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar. Úrtøkan í hesum dystunum [...] vit at havt vunnið, tá ið gongdin í seinna hálvleiki verður havd í huga, sigur Bergur J. Poulsen, sum var vongverji í høgru hjá B36, í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum. Bergur J. Poulsen [...] Joensen í NSÍ malinum var ikki gott, og tí megnaði hann ikki at halda bóltin, tá ið hann tveitti seg til høgru, og bólturin smoygdi sær dygst inn við stólparótini. Fagnaðurin í B36 leguni var ikki meiri
hjálp og mat til fólkini í Gaza. Men hjálpin má latast á ein rættan og skipaðan hátt – ikki í hendurnar á Hamas, eini yvirgangsrørslu, sum hevur víst seg fullkomiliga ábyrgdarleysa í mun til sítt egna fólk [...] aftur. Kríggið kann enda í dag – um Hamas vil. Ísrael ynskir sínar gíslar heim og eitt trygt lív fyri sítt fólk, sum í áravís hava livað undir støðugum rakettálopum. Hetta er ikki eitt kríggj um landaøki [...] heilsuverkið. Øll ynskja vit, at fólkini í Gaza fáa eina betri framtíð. Men tað kemur ikki at henda, so leingi Hamas situr við valdið og brúkar sínar egnu borgarar sum skjól í kríggi. Gaza kundi verið eitt nýtt
Tað er ikki bara í Bø, at grindareiðskapur er horvin, nú tað í vikuni gjørdist greitt, at bíggjarfólk hava mist 11 mønustigarar og tveir kúluonglar, sum lógu í einari smiðju í bygdini. Hetta er eisini [...] kúluonglar við togum og øllum uppi í sær. Onglarnir vórðu tveitt omanav bakkanum við klivjarnar, men allir vóru ikki farnir í havið. Í Kvívíkar kommunu vistu tey tá ikki av, at onglarnir vóru horvnir, tí [...] beinini í Leynum í hesum tíðarskeiði, tá kúluonglarnir vóru burtur. - Tá so grind aftur legði beinini á Leynasandi tíðliga í summar, vóru flestu onglarnar tíbetur komnir afturíaftur, siga tey í kommununi
starvsfólkum við neyðuga førleikanum er ikki tøkt og talið er heldur ikki økt farnu tíðina. Útlitini eru ikki góð. Tað er tí neyðugt, at hendan avbjóðing verður tikin í størsta álvara og útbúgvingarmøguleikarnir [...] gjørt útrokningar í sambandi við uppskot um løn undir útbúgving. Í stuttum kann sigast, at um landskassin endurrindar løn, meðan tann førleikamennandi er í skúla, vinna kommunurnar í fleiri førum pening [...] verða framtíðartryggjað. Í mai mánaða var fyrsti fundur millum fakfeløgini og politiska myndugleikan og eftir eini 6 fundir er ikki komið á mál. Ein stór avbjóðingin er, at tað als ikki letur seg gera fíggjarliga