Nú er við at koma rættiligt lív aftur í Víkavirki.
Víkavirkið var annars eitt av teimum flakavirkjunum, sum endaðu í tí tiltikna mølposanum hjá Føroya Fiskavirking.
Síðani varð Fiskavirking liðað sundur so at fleiri virki, sum samtakið ikki brúkti, vórðu slept úr felagnum.
Og eitt av teimum var Víkarvirkið.
Men fyri hálvum øðrum ári síðani keypti ungi víkarmaðurin, Anfinn við Hálsagarð, Víkavirkið til fiskavirki.
Og síðani er tað gingið framá, javnt men spakiliga.
Í fyrstuni vóru tey ikki meiri enn trý fólk til arbeiðis.
Men nú eru tey aloftast 14-15 fólk til arbeiðis.
Og tey hava hampiliga støðugt arbeiði.
Talan er um 10 konufólk og 4-5 mannfolk. Tey eru øll úr Haldarsvík og úr Tjørnuvík.
Á virkinum salta tey fisk og tey skera fløk, sum verða seld fesk.
Anfinn við Hálsagarð sigur, at tað hevur gingið javnt fram á alla tíðina, hóast tað hevur gingið spakiliga.
Hann veit ikki akkurát, hvussu nógvan fisk tey hava arbeitt, men tað er blivið meiri og meiri alla tíðina.
Fiskin fær hann á uppboðssøluni. Men hann keypir eisini fisk av landingarmiðstøðini hjá Beta.
Lítla og onga skuld
Anfinn við Hálsagarð er ikki ein av teimum, sum helst vilja hava bæði beinini á jørðini.
Hann stovnaði hvørki smápartafelag, partafelag lutafelag, ella íognarfelag, ella nakað annað, tá ið hann keypti virki.
Hann eigur virkið sjálvur og sostatt heftir hann fyri tí sjálvur.
Av tí sama er hann sera varin við at seta seg í skuld.
Akkurát, hvussu stór skuldin er, sigur hann ikki.
? Men tað munnu vera mangir sethúsaeigarar, sum hava væl størri skuld enn eg, avdúkar hann kortini.
Keypa pakkilinju
Ta fyrstu tíðina varð alt arbeitt við hond, tí tey høvdu ongar maskinur.
Men so fingu tey eina flekimaskinu, og uppaftur seinni, eina flakamaskinu.
Og nú er ætlanin at fara eitt stig longur.
Tí nú er ætlanin at keypa eina pakkilinju við lakasproytu, sum sprænir saltlaka beinleiðis inn í saltfiskin.
Hann kann fáa eina slíka fyri 300.000 krónur.
Í tí sambandinum er tað ætlanin, at arbeiðarafelagið í Haldarsvík skal hjálpa til fíggjarliga fyri at fáa pakkilinjuna.
Hansa Samuelsen, forkvinna í arbeiðarafelagnum, sigur, at tey eru ómetaliga fegin um, at lív er komið í aftur á virkinum.
Og tey halda eisini, at felagið eigur at hjálpa til at útvega pakkilinjuna.
Tað heldur hon, at Anfinn við Hálsagarð hevur uppiborið fyri tað áræði, hann hevur víst.
Fundur skal nú vera í arbeiðarafelagnum um málið.
Umstøðurnar batnaðar
Hansa Samuelsen sigur, at umstøðurnar á virkinum eru batnaðar alla tíðina.
? Fyrr var alt í sama rúmi. men nú er tað sundurskilað so at maskinur eru í einum rúmi, saltfiskurin verður í einum rúmi fyri seg og so skera vit í einum triðja rúmi.
Anfinnur við Hálsagarð sigur, at pakkilinjan verður eitt stórt framstig og fer at gera tað nógv bíligari at arbeiða saltfisk.
? Í løtuni eru vit ikki kappingarfør, tá ið tað kemur til saltfiskin.
Men pakkilinjan skuldi gjørt, at tað bar til at vera við í kappingini um saltfiskin eisini. ?Og tað skuldi so aftur gjørt, at ráðini til at keypa fisk verða betri.
? Og tað skuldi sostatt aftur ført við sær, at tað verður meiri arbeiði.
Og tað ivast Anfinn ikki í, at tað verður.
? Nú fer at líkjast. Men skal talan verða um meiri arbeiði, og skal talan verða um støðugt arbeiði, er tað ein avgjørd fortreyt, at pakkilinjan kemur.
? Annars verður tað bara tað feska, og tað er ov óstøðugt, heldur Anfinn við Hálsagarð.