Nýggjar leikreglur í flogbólti

Flogbóltur: Altjóða flogbóltssambandi hevur broytt spælireglurnar soleiðis at flogbólturin er meira áskoðaravinarligur og spennandi

Tey, sum sóu flogbólt seinasta ár, og sum enn ikki hava verið til flogbólt í ár, mugu gera sær greitt, at dystirnir vera ikki avgreiddir eftir sama leisti sum í fjør. Minni enn so.

Orsøkin til hetta er, at altjóða flogbóltssamgongan FIVB hevur gjørt av at gera flogbóltsítróttina meira áskoðaravinarliga og spennandi at fara til sum áskoðari.

Úrslitið av hesum var m. a. eitt serstakt klædnakrav, sum fór, sum ein skógareldur, serliga gjøgnum kvinnuflogbóltsumhvørvi.

Orsøkin til tað var, at kvinnurnar skuldu vera meira tekkiliga ílætnar, og tað fekk altjóða flogbóltssamgongan at hoyra fyri..

Men kortini vóru aðrar - og meira konstruktivar broytingar - sum nú verða settar í gildi í Føroyum.


Nýggj teljiskipan

Tann eina av teimum trimum stóru broytingunum er tann nýggja teljiskipanin.

Fyrr hevur verið so, at spælt hevur verið upp í 15, og høvuðsreglan hevur verið, at lið bara hevur fingið stig tá tað hevur átt servina.

Undantakið var fimta sett, har spælt varð upp í fimtan, við stigi fyri hvønn bólt.

Nýggja skipanin sigur, at spælt verður upp í 21, og at liðið fær stig, sum vinnur bóltin. So kann verða líkamikið um hvør tað er sum servar.

Henda skipan hevur verið roynd í Danmark í nøkur ár, og eftir at leikararnir høvdu vant seg við nýggju skipanina vóru teir væl nøgdir við hana.

Tað er einki at dylja yvir, at nýggja teljiskipanin setir heilt onnur krøv til leikararnar av teirri orsøk, at nú kostar hvør feilur eitt stig.

Tí krevur tað eisini so mikið meira av leikarunum á liðunum - at konsentratiónin er í topp alla tíðina.


Libero er ikki

bara ein blæða

Ein onnur, og ikki minni, broyting er liberoskipanin.

Henda skipan ger, at tað er loyvt at hava ein spælara, sum burturav spælir í verjupartinum.

Hann hevur ikki loyvi at serva, og hevur heldur ikki loyvið til at sláa bóltin yvir um.

Spælarin er í veruleikanum ógvuliga avmarkaður, men er ein avgjørdur fyrimunur hjá liðum, sum hava leikarar - smáar - sum eru sterkir í verjupartinum, men minni sterkir í álopspartinum.

Um vit hugsa okkum aftur til Oyggjaleikirnar, so brúktu bæði føroysku landsliðini libero, sum í hesum føri ikki er ein blæða.

Kvinnurnar spældu við libero alla tíðina (!), meðan menninir gjørdu tað í nøkrum dystum.

Hjá kvinnunum spældi Margit Joensen fyrimyndarliga væl á hesum plássinum, sum er sera væl hóskandi til hennara tí hon er lágvaksin, men einastandandi góð í móttøkuni.

Hjá monnunum var Jan Hentze libero og eisini hann spældi ógvuliga væl. Jan er sera sterkur í verjupartinum og var tí mettur sum tann best egnaði.

Hetta er ein spennandi broyting, sum kann gera flogbóltin uppafturmeira áskoðaravinarligan.


Tveir hálvleikir

Seinasta broytingin er við settsamansetingini. Fyrr var spælt best av fimm settum, meðan tað nú verða spældir tveir hálvleikir.

Í hvørjumhálvleiki eru tvey sett upp í 21, sum, um tað stendur á jøvnum, verður avgjørt við einum »tie-break« (einki føroyskt orð er fyri tí!) upp í sjey.

Stendur á jøvnum eftir báðar hálvleikirnar verður ein »tie-breakari« leiktur upp í fimtan, og tað liðið, sum vinnur hann, vinnur dystin 2-1.

Hetta er ein rættiliga ógvuslig broyting, sum brýtur fullkomiliga við tað, sum vit vanliga kenna sum flogbóltur.

Kortini ger hetta, at dystirnir vera munandi meira spennandi, tí hóast eitt lið hevur vunnið trý sett - tvey í fyrra hálvleiki og tað fyrra í seinna hálvleiki - enn kann tapa dystin. Vinnur mótstøðuliðið fjórða sett og báðar »tie-breakararnar«, so vinnur tað dystin.

Um vikuskftið fingu vit longu tveir dystir, sum vórðu strektir til síðsta »tie-breakarin«, so tað sær út til at virka eftir ætlan.