Hann spyr: ?Missir Javnaðarflokkurin síni mál á gólvið??
? og svarar: ? Mangt bendir á, at vit í Javnaðarflokkinum eru ov lin ella dovin, tá tað snýr seg um at standa saman um mong av teimum góðu málunum.?
Vit onnur kunna bara samtykkja í hesum og skoyta uppí, at afturat tí lina og dovna kemur tað yvirskipaða endamálið, so sum vit síggja tað. Ein miðvís primitiv ætlan um, at tað skal gangast einum og øllum ? serliga teimum sjúku og veiku - so illa sum gjørligt, fyri at javnaðarflokkurin skal standa sum valkosturin til tað verandi.
Lat okkum bara taka tvey tey feskastu dømini um, hvussu aktiv leiðsla floksins er á økinum.
Formaður Javnaðarfloksins fekk fríggjadag fyrrapart - undan triðju viðgerð av fíggjarlógini mánadag - áheitan um at standa saman við einum manni úr hvørjum flokki um eitt broytingaruppskot, soleiðis at Suðuroyar Sjúkrahús fekk 1,8 mió.kr. eyka, fyri at fólk ikki skuldu sigast úr starvi.
Manningin, ið peikað varð út, var tann sama, sum stóð aftanfyri broytingaruppskotið um játtanina til at kanna maktaloysi í útjaðaranum. Hetta uppskotið varð samtykt.
Formaður Javnaðarfloksins svaraði ongantíð uppskotsstillaranum aftur, men møtti í tinginum 3 dagar seinni við einum samsvarandi broytingaruppskoti - tó bara saman við sambandsflokkinum.
Ja, hann var so bangin fyri, at uppskotið skuldi fáa undirtøku, at hann noktaði fyri at lata tann triðja andstøðuflokkin vera við.
Maðurin, sum meira enn nakar annar hevur tosað um breiðar semjur, ønti ikki samgongumanni aftur, og valdi tann eina andstøðuflokkin frá sum uppskotsstillara til at bjarga Suðuroyar Sjúkrahúsi eina hægri játtan.
Hann valdi ein so smalan skarað sum gjørligt fyri at tryggja sær, at málið skuldi falla. Hetta visti hann, tí at sama uppskot frá somu fólkum fall 3 dagar frammanundan.
Primitivu politisku ætlan síni trúgvur er hann síðani farin í bløðini at peika út syndabukkar fyri at fáa sjálvan seg og flokk sín fram í eitt betri ljós.
Annað dømi fingu vit í sambandi við hurlivasan um pensjónslógirnar, sum eisini Javnaðarflokkurin atkvøddi fyri, og ber fulla ábyrgd av.
Samstundis sum umboðini hjá Javnaðarflokkinum í trivnaðarnevndini skutu upp at hækka pensjónirnar við 25 mió. kr., hvarv formaður floksins saman við einum einum lítlum triðingi av flokkinum av tingi.
Hesin triðingurin av Javnaðarflokkinum var ikki tøkur, tá atkvøðast skuldi um hækkingina av pensjónunum, sum sami flokkur sjálvur skeyt upp.
Leiðslan í javnaðarflokkinum royndi soleiðis í ellivta tíma at tryggja sær, at einki grundarlag skuldi vera undir einari møguligari samtykt um at tryggja pensjonistunum 25 mió. kr. hægri játtan, og tað eyðnaðist henni.
Eitt greitt tekin varð sent løgtinginum um, at uppskotið frá javnaðarmonnunum í trivnaðarnevndini einans hevði kosmetiskan áhuga. Uppskotinum var sjálvandi ikki lív lagað, og tað fall.
Í fyrra førinum setti Javnaðarflokkurin politiskt nýtsluvirði á tey sjúku, og í seinna førinum vóru pensjonistarnir inntøkuførdir. Snildið floksins kom í fjølmiðlarnar, men ikki eitt orð um at leiðsla floksin syrgdi fyri, at málið varð mist á gólvið.
Afturat tí lina og dovna í javnaðarflokkinum, sum maðurin á gøtuni kallar tað, kemur also eitt dism av politiskum revakynstri, sum støðugt sannførir okkum um, at javnaðarflokkinum er ikki lív lagað, er ikki eitt hampuliga stórt tal av illa støddum, ónøgdum og villleiddum veljarum at taka av.
Hesum syrgir flokkurin av fullum huga og heilum hjarta fyri.
Moralurin er góður, og dupultmoralurin dupult so góður.
Hergeir Nielsen