Berglon hevur stórar skipshandlar, bæði í Runavík og í Klaksvík, og í báðum handlunum er stórt útboð av alskins vørum. Í Klaksvík er stóra goymslan av línureiðskapi, sum nú eisini verður útbygd.

Framleiða føroyskan línureiðskap í Kina

- Vit kláraðu ikki at kappast í prísi. Antin máttu vit gevast at framleiða – ella máttu vit flyta framleiðsluna, sigur Rúni Berg, stjóri.

 

Berglon hevur stórar skipshandlar, bæði í Runavík og í Klaksvík, og í báðum handlunum er stórt útboð av alskins vørum. Í Klaksvík er stóra goymslan av línureiðskapi, sum nú eisini verður útbygd.

Teymavirkið í Runavík hevur røtur heilt aftur til 1961 og soleiðis hevur fyritøkan, sum í dag er best kend undir handilsnavninum Berglon, meira enn seksti ár á baki.   

Tey tilkomnu kennast framvegis við navnið Teymavirkið, men í dag er tað Berglon-navnið, ið er sølunavn hjá fyritøkuni, bæði tá ræður um vanliga handilsvirksemi og línureiðskap.

Berglon-fyritøkan hevur handilsvirksemi bæði í Runavík og Klaksvík. 

 

Tað var Ove Berg, sáli, sum legði lunnar undir Teymavirkið, ið byrjaði sum ein kjallarafyritøka í Runavík. Sum navnið sigur, byrjaði hann at framleiða teymar, sum skjótt gjørdust væl umtóktir millum línumenn. Framleiðslan vaks, og í 1974 flutti Ove Berg oman á havnalagið, har handilsvirksemið í Runavík framvegis heldur til.

 

Tá gjørdust umstøðurnar betri, og framleiðslan varð víðkað til eisini at fevna um línuryggir og seinni eisini tógverk. Umframt at framleiða til føroyska línu-og útróðrarflotan, hevur fyritøkan øll árini eisini havt útflutning av línureiðskapi.   

 

Tá Ove Berg gavst við virkseminum, tóku sonurin, Rúni og kona hansara, Eyðvør, yvir, og tey hava saman við dugnaligum starvsfólkum rikið og ment fyritøkuna víðari, har handilsvirksemið við árunum er vaksið rættiliga nógv.   

 

Á heysti í 2001 keypti Teymavirkið fyritøkuna, Snørisvirkið í Klaksvík, og tá gjørdust møguleikarnir enn betri at veita línu-og útróðrarflotanum og øðrum viðskiftafólkum eina enn betri tænastu. Við byggingini av nýggjum og stórum framleiðslu-og goymslubygningi á havnalagnum í Søldarfirði gjørdust umstøðurnar at framleiða betri enn nakrantíð.     

 

Men, heldur ikki her stóð tíðin í stað, og umstøðurnar broyttust. Okkara línu-og útróðrarfloti minkaði við umleið 2/3, og hørð kapping var á marknaðinum um línureiðskap.

At enda sá Rúni Berg í eyguni, at tað loysti seg ikki at framleiða línureiðskap í Føroyum meira, tí framleiðslan fekst ikki at hanga saman.

 

- Í dag hava vit onga framleiðslu av línureiðskapi í Føroyum yvirhøvur. Hinvegin settu vit á stovn eitt framleiðsluvirki í Kina fyri eini 10 árum síðan, og her framleiða vit nú allan tann línureiðskap, sum vit selja til føroysk skip og bátar, eins og vit eru á altjóða marknaðinum við okkara vørum. 

Í fyritøkuni hjá Berglon í kinesiska býnum, Qindao, starvast 35 fólk, og her er ein dani stjóri. Qingdao er havnarbýur, sum liggur við Fushan-víkina, umleið 350 kilometrar í ein landsynning úr høvuðsstaðnum, Beijing.

 

##med2##

 

Rúni Berg vísir á, at sum tíðin leið, bar ikki til at framleiða línureiðskap í Føroyum longur – og kappast við avbjóðarar uttanlands. 

- Vit kláraðu ikki at kappast í prísi. So, antin máttu vit gevast at framleiða – ella máttu vit flyta framleiðsluna, og vit valdu tað seinna.   

Hann sigur, at nú framleiðslan er í Kina, liggur ein stórur marknaður opin fyri teirra línureiðskapi. 

 

- Tað er samanhangur í fyritøkuni, men eg vil ikki siga, at vit hava gjørt nakað stórt kubb í Kina higartil. At vit fluttu framleiðsluna yvir hagar, hevur tó gjørt, at framleiðslan, sum pápi mín í sínari tíð legði lunnar undir í Føroyum, og sum vit síðan førdu víðari, ikki datt niðurfyri, sigur Rúni Berg, stjóri.

Allar uppskriftir og øll konseptini í framleiðsluni í Kina eru føroysk, men munurin er, at nú er alt framleiðsluvirksemi har yviri – og einki í Føroyum.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í sølubúðirnar í dag, er stórt serblað um vinnu, og her verður dentur lagdur á føroyska framleiðslu. Her eru fleiri áhugaverdar greinar, eitt nú prát við Einar Waag, John E. Olsen, stjóra á El-Service, og her verður vitjað á Bakarínum á Skála, har skift verður orð við Meinhard Jóhan Christiansen, bakara og eigara av virkseminum.

 

Í serblaðnum er eisini forvitnislig samrøða við nýggja brúkaraumboðið.

 

Berglon hevur stórar skipshandlar, bæði í Runavík og í Klaksvík, og í báðum handlunum er stórt útboð av alskins vørum. Í Klaksvík er stóra goymslan av línureiðskapi, sum nú eisini verður útbygd.