panti innan fyri 70 % av fastogn felagsins, og at seta 20 % í partapeningi í felagið, vegna tess, at tað var hildið, at heimild var ikki í aðrari lóggávu at veita slíkan stuðul Hóast hetta vóru aðrar lógir [...] avgjørdi m.a. at veita P/F Gáshólmi eitt serlán, hóast tað út frá veiðuvánunum, prísútlitunum og gongdini í rakstrarútreiðslunum frammanundan var staðfest, at skipið als ikki var ført fyri at bera seg fíggjarliga [...] visti, at eftirstøðurnar á almennumn lánunum, og lánum við landskassaveðhaldi, bara vuksu. Gott dømi um tilvildina og líkasæluna ið ráddi er, at Landsstýrið ongantíð setti fram nakað krav um, at lógásetti
Jógvan Zachariassen. Endin var, at Jógvan Zachariassen sigldi við Ruth seks vikur summarið 2012 og aftur seks vikur summarið 2013. Fyrstu tíðina eftir, at avgerðin var tikin um at fara til skips, var hann sera [...] eg. Móttøkan umborð var sera góð. - Menn skiltu, at eg var ein ektaður landkrabbi, men teir vóru fittir við meg. Eg merkti, at teir vóru ídnir eftir at læra meg og vísa mær, hvat skuldi gerast, heldur [...] tú, at um tveir tímar er hetta yvirstaðið. Ta troystina hevur tú ikki umborð á fiskiskipi. Og meðan tú liggur og vendir tær í songini og roynir at halda spýggjuni niðri, gevur skiparin boð um, at trolið
teg, tað er ótrúliga keðiligt at tú ikki verður við til at síggja okkara børn, tíni abbabørn vaska upp. Tú hevði verið so errin av teimum og tey høvdu elska at fingið tað at vita frá tær. Eg havi teg altíð [...] fyri okkum øll hvønn dag. Tað er so ræðuligt at missa teg, tað er ótrúliga órættvíst og skeivt at tú ikki ert her hjá okkum meira og tað er við ringum tannabiti at eg nú skrivi minnigarorð um teg. Hvønn dag [...] sjálva og eg føli væl at eg ikki skilji, at eg aldrin aftur kann klemma teg, tosa við teg, spyrja teg um hjálp ella kjakast við teg. Eg kann ikki aftur koma til tín, við tí endamálið at fáa eitt svar ella
gjørt, og tað fara vit nokk eisini altíð at gera. Eg gleði meg ótrúliga nógv til, at vit í summar finna ein bóndagarð í Danmark og flyta niður. Eg gleði meg at fara at lesa víðari og byrja um aftur uppá alt [...] niður, byrjaði ein perioda í mínum lívi, har eg veruliga slapp at prøva meg sjálva av, mítt tol og mítt úthaldni. Eg plagi viðhvørt at siga, at lívið er ein tragedia fyri tey, sum føla og ein komedia fyri [...] følir, og í veruleikanum eru tað tvær tragediur í lívinum. Ein er at missa alt. Hin er at fáa alt. Eg havi fingið hesa innsigtina, eftir at streymurin bleiv kvettur. Um tú følir teg kedda, skuffaða, bangna
búðu í Sandoynni, áðrenn tey fóru at lesa, og einans 1 % eftir at hava nomið sær útbúgving. Høvuðsorsøkin til at tey spurdu eru farin uttanlands at lesa, siga tey vera, at tey ikki kundu fáa útbúgvingina [...] sum vórðu liðug at lesa uttanlanda í tíðarskeiðinum 2008 og 2012 eru 44 % flutt heim aftur, og 56 % eru enn uttanlanda. Havast skal í huga, at tey eru spurd stutt eftir, at tey eru liðug at lesa, og tað er [...] í Føroyum. Ein onnur orsøk, sum fleiri nevna, er, at tey hava eina trongd til at uppliva eitt annað land, og at tey hava eina ávísa trongd til at standa á egnum beinum. Minni virðing fyri fakligheit í
til at sannføra Mike enn meira, um at hetta slagið av undirhaldi er nakað, honum dámar væl. - At spæla við í einum sangleiki er fantastiskt, og hóast mær dámar væl sjónleik, so má eg viðganga, at tað hóast [...] stendur á senuni. Eg haldi, at tú fært hesa orkuna av at síggja hvussu hinir leikararnir eisini geva seg, og sjálvandi eisini tí tú sært allar áskoðararnir, sum eru komnir fyri at fáa eina uppliving, sigur [...] aftur fáast við sangleik. - Av tí at vit hava roynt hetta fyrr, vita vit hvussu rútman so at siga er. Av tí sama vistu vit eisini beinanvegin, hvussu nógva tíð hetta fór at krevja av okkum, sigur Mike. -
hevur víst seg, at við hesum skipatali fært tú størsta munin millum inntøkurnar og útreiðslurnar av at fáa pelagiska fiskin upp á land. Tað vil siga, at lønsemið er optimalt. Hin orsøkin er, at vit hava havt [...] Hetta vóru sanniliga stórtíðindi. Ongin ivi var um, at boðskapurin var, at privatpersónar hava stungið eina milliard í lumman. Tað undraði stórliga, at Kári Petersen, búskaparfrøðingur, ið til dagliga [...] hann loyva sær at fara um veruleikan? Eg rokni við, at Kári Petersen hevur atgongd til roknskaparportalarnar, og hevði hann hugt eftir, so kundi hann eftir fáum minuttum staðfest, at limirnir í Felagnum
frættist, at Eysturoyartunnilin letur upp fyri jól, var eg sannførdur um, at Sundalagið í ár fær størstu jólagávuna. Ein himmalskur jólafriður fer at leggjast yvir Sundalagið, tá bilarnir fara at koyra undir [...] sannførdur um, at okkara størsta avbjóðing verður ikki vandin fyri at fána burtur. Okkara størsta avbjóðing verður ístaðin at nøkta tørvin á grundstykkjum og barnaansingarplássum til at rúma øllum teimum [...] vilja vit arbeiða fyri at menna økið, so verður hetta helt eisini veruleikin. Hetta verður ein gleðilig avbjóðing at fara undir. Vit óttast ikki at verða ein útjaðari. Vit fara at njóta friðin, og fevna
eri ikki bangin at fara herfrá. Góði Willibeiggi, tú vart altíð so kærleiksfullur – ikki bangin fyri at siga, at tú elskadi ein – og tað var tað fyrsta, tú segði, tá systi kom úr Danmark at verða saman við [...] vart ímillum okkum meir, tú gleddi teg altíð so nógv at fáa alt inn aftur og spentur vart tú altíð at vita, hvat vektin fór at vera, og dámdi tær væl at ringja runt og reypa um vektina, og minni hevði tað [...] elskaði beiggi! Eitt ár er gingið og ringt er at skriva hesi orð, tí enn er tað ikki ein veruleiki i okkara huga, at tú ikki ert iÍmillum okkum meira; og at vit ei skulu verða saman aftur her á fold. Tín
hvussu tað følist at vera her og hoyra vanligar føroyingar fortelja mær ting um teirra gerandisdag, sum ikki eru at finna í bókum ella á internetinum, sigur Threes Anna. Tí vónar hon eisini at fáa orðið øll [...] Annars hopi eg at fáa samband við onkran, sum eg kann sleppa ein túr út í báti við. Eg kundi til dømis gott hugsað mær at vita, hvussu sjómenn halda skil á streyminum. Eg meini, eitt er at skilja eitt streymkort [...] Hvussu sæst ella følist tað, tá streymurin skiftir? Threes Anna minnir á, at skaldsøgan verður fiktiv, soleiðis at skilja, at fólk og hendingar ikki verða nevnd men heldur byggja á tað, hon upplivir her