Tá Rakul og Jóhan mistu hvønn annan

- Tú mást sikta eftir stjørnunum, tí annars rakar tú enn ikki trætopparnar, sigur Rakul Dalsgaard.

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- Árið 2013 verður nokk eitt ár, sum eg aldrin fari at gloyma, tí tað er hent so nógv ógvusligt í mínum lívi, har eg havi følt, at allur grundvøllurin hevur rist undir mær. Mítt eksistensgrundarlag hevur verið hótt, og uppá eitt tíðspunkt í ár føldi eg, at eg misti alt - meg sjálva, mítt lív, mítt heim, mínar dreymar, mín lívskærleika, mína gleði, alt sum eg trúgvi upp á, alt sum eg standi fyri, mínar visiónir o.s.v.

Rakul Dalsgaard vísir á, at tá alt er mist, kemur fyrst eitt óbeskriviligt tómrúm, sum hon tekur til, men eftir tað byrjar knappliga nakað nýtt.

- Tað er, sum orðatakið sigur: “It´s only after we´ve lost everything that we are free to do anything.” Tá streymurin til Fámara í apríl varð kvettur, og málarin bleiv tikin niður, byrjaði ein perioda í mínum lívi, har eg veruliga slapp at prøva meg sjálva av, mítt tol og mítt úthaldni. Eg plagi viðhvørt at siga, at lívið er ein tragedia fyri tey, sum føla og ein komedia fyri tey sum teinkja. Eg er tíverri/ tíbetur ein sum følir, og í veruleikanum eru tað tvær tragediur í lívinum. Ein er at missa alt. Hin er at fáa alt. Eg havi fingið hesa innsigtina, eftir at streymurin bleiv kvettur. Um tú følir teg kedda, skuffaða, bangna og veika, so leita aftur til, hvør tú veruliga ert innast inni, tí tá finnur tú út av, at tú í botn og grund ert sum ein sterk og flott lotus blóma, sum sprettur, sjálvt í einum vemmiligum, runutum og skitnum hyli.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- Árið hevur verið proppað við rusjutúrum, har eg ikki havi vitað um eg havi verið keypt ella seld, úti ella inni, kedd ella glað. Tá man stendur í einari sovorðnari eksistentiellari krisu, tá er tað, at man virkuliga sær, hvør er har, tá á stendur og hvør forsvinnur. Ein kempistór persónlig uppliving í 2013 hevur verið allur tann stuðulin frá fólki, sum vit hava fingið og at uppdaga, hvørjir mínir veruligu vinir eru. Og so hava tað eisini verið tvær aðrar upplivingar, sum hava fylt ordiliga nógv. Tað var ein óbeskriviliga deilig kensla, tá vit vunnu í Fútarættinum og dómurin var, at vit ikki skuldu blakast út úr Fámara fyribils. Hin upplivingin var, tá eg skrivaði eitt lesarabræv um ES-boykottið og tað bæði kom í Ekstra Blaðið, Arbejderen og Fiskaren. Tað var ordiliga stuttligt og ein heilt serlig persónlig uppliving.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Uha uha.. Í februar í ár vóru bæði eg og Johan so útkoyrd av øllum rokinum við Fámara. Tá høvdu vit kempa í trý ár og alt tað, sum gjørdi okkara forhold deiligt, spesielt, kerligt og positivt var burtur. Johan gjørdi ikki annað enn at umseta jura til okkara danska sakførara, eg arbeiddi 12 tímar um dagin fyri at tjena eitt sindur av pengum, og tað var onki stuttligt at vera í Fámara. Allur kreativitetur, alt tað innovativa, alt tað stuttliga, sum eyðkennir okkara lív og gerandisdag, var burtur, og hvørgin av okkum var lukkuligur. Vit høvdu mist hvønn annan burtur í øllum rokinum, og í februar bleiv tað liðugt millum okkum, og tað var liðugt í tríggjar mánaðir. Tað var tann tómasta, harðasta, vemmiligasta tíðin í mínum lívi, og hvis eg skal siga okkurt, sum eg helst vil gloyma frá 2013, so er tað absolut hesir tríggir mánaðirnar! Onkur sigur, at erfaring er tann besti skúlin, men shit also sum hann er dýrur! Henda erfaringin, sum eg fekk gjøgnum hesar tríggjar mánaðirnar, hevur lært meg eina rúgvu um lívið, meg sjálva, mínar styrkir/ veikleikar, mínar vinir, mína familju og so víðari. Eg misti mítt lív, men eg fekk tað aftur. Nú er prioriteringin endurmett, og eg og Johan seta hvønn annan sum tað týdningarmiklasta í lívinum. Teppið bleiv hálað undan, men nú hava vit reist okkum aftur – hesaferð uttan nakað teppi.

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- Eg havi ta áskoðan, at framtíðin kemur altíð, tá man sigur farvæl við eitt ella annað. Ein kapittul í okkara lívi er endað, men longu nú byrja vit at føla og síggja, hvussu allir møguleikarnir byrja at lata seg upp fyri okkum. “Vi lever med forandringerne som vilkår” - tað hava vit altíð gjørt, og tað fara vit nokk eisini altíð at gera. Eg gleði meg ótrúliga nógv til, at vit í summar finna ein bóndagarð í Danmark og flyta niður. Eg gleði meg at fara at lesa víðari og byrja um aftur uppá alt tað, sum vit ætlaðu okkum her. Bara pluss eitt. Mítt absolut yndlings orðatak í verðini er: “Follow your bliss and the Univers will open doors where there were only walls”, sum merkir: Fylg tí, sum ger teg glaða, tí so letur Universið hurðar upp, har tað bara var ein veggur áðrenn. Tað er mítt persónliga mál í 2014. Eg ætli mær at fylgja tí sum ger meg gleða. Ein vís lærarinna hjá mær plagdi at siga, at man má sigta eftir stjørnunum, tí annars rakar man ikki eingang trætopparnar. So mítt ynski fyri Føroyar í 2014 er, at vit fáa eitt nýtt landsstýri, sum tekur Føroya fólk seriøst og sum ikki bara handlar út frá egnum, privatum áhugamálum. Eg ynski, at hvør einasti ein í hesum landinum verður “klemmaður”, og at tað verður pláss fyri einum og hvørjum av okkum. Eg ynski, at rúmligheit, frælsi, gleði og mest av øllum kærleiki skal fylla Føroyar og føroya fólk, sigur Rakul Dalsgaard.