Politiska skipanin, veðrið og kostnaðarstøðið. Tað eru viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri føroyingar, sum ikki eru fluttir heim aftur eftir loknan lesnað. Men hesi viðurskifti hava ikki nógv at siga millum teir føroyingar, sum eru fluttir heim. Tað sama er galdandi fyri fakligar avbjóðingar og ferðamøguleikar. Tað, sum báðir bólkar hava til felags er, at familja, vinir og náttúran eru av stórum týdningi.
Tað vísir ein kanning, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt. Kanningin vísir, hvar føroyingar búgva eftir loknan lesa og hví.
Av teimum, sum vórðu liðug at lesa uttanlanda í tíðarskeiðinum 2008 og 2012 eru 44 % flutt heim aftur, og 56 % eru enn uttanlanda. Havast skal í huga, at tey eru spurd stutt eftir, at tey eru liðug at lesa, og tað er møguligt, at tey annaðhvørt bíða eftir makanum, ella gjarna vilja hava yrkisroyndir, áðrenn tey flyta heimaftur. Hetta merkir tí ikki, at 56 % ikki flyta heimaftur efter lesnaðin.
Av teimum, sum eru spurd, er tað fyrst og fremst tey, ið raðfesta sína yrkisleið serliga høgt, sum velja at vera verandi í Danmark eftir loknan lesnað. Tey flestu, sum flyta heim aftur, gera tað, tí tey ynskja at vera nærhendis familju og vinum.
Størri arbeiðsloysi millum føroyingar uttanlanda
Kanningin "Hvat er tað, sum dregur" vísir millum annað, at tað er størri arbeiðsloysi millum nýútlærdir føroyingar uttanlanda enn millum nýútlærdir føroyingar, sum eru fluttir til Føroya.
Kanningin vísir sostatt, at 10. hvør føroyingur, sum býr í Føroyum eftir loknan lesnað er arbeiðsleysur, meðan 5. hvør, sum býr uttanlanda eftir loknan lesnað, er arbeiðsleysur. Lægsta arbeiðsloysið sæst í bólkinum av føroyingum, sum hevur lisið í Føroyum og býr í Føroyum. Her eru bert 6% ella 17. hvør av teimum spurdu, arbeiðsleysur. Tað er altso minni arbeiðsloysi millum tey, sum búgva í Føroyum uttan mun til, um tey hava lisið uttanlanda ella í Føroyum.
Lutfalsliga er talið av arbeiðsleysum hægst í bólkinum "Lisið uttanlands og býr uttanlands".
Hetta, at tað eru fleiri í arbeiði millum tey, sum eru flutt aftur til Føroya, enn millum tey, sum eru uttanlanda, kann merkja, at føroyingar bert koma heim aftur, um tey hava fast starv, staðfestir kanningin.
Flest flyta til Suðurstreymoy
Tá útisetar flyta aftur til Føroya flyta tey flestu til Suðursteymoy. Øll øki uttan Suðuroy missa íbúgvar eftir lesna. Sostatt búðu 52 % av teimum, sum hava svarað, í Suðurstreymoy áðrenn tey fóru niður at lesa og 61 % eftir loknan lesnað. Í Suðuroyar sýðslu er hetta talið ávikavist 5% og 6 % - altso búgva fleiri í Suðuroy eftir lesnaðin enn áðrenn. Einans 3 % av teimum spurdu búðu í Sandoynni, áðrenn tey fóru at lesa, og einans 1 % eftir at hava nomið sær útbúgving.
Høvuðsorsøkin til at tey spurdu eru farin uttanlands at lesa, siga tey vera, at tey ikki kundu fáa útbúgvingina í Føroyum. Ein onnur orsøk, sum fleiri nevna, er, at tey hava eina trongd til at uppliva eitt annað land, og at tey hava eina ávísa trongd til at standa á egnum beinum.
Minni virðing fyri fakligheit í Føroyum
Tað er stórur munur á, hvussu tey spurdu uppliva, at teirra fakligheit er vird í Føroyum í mun til í lestrarlandinum, um tey hava lisið uttanlanda.
Sostatt svara 38 %, at tey í stóran mun uppliva virðing fyri teirra faki í lestrarlandinum, og fá siga seg uppliva lítla virðing í lestrarlandinum. Í Føroyum eru fleiri, sum uppliva virðing fyri fakinum í sera lítlan mun og somuleiðis fá, sum uppliva virðing fyri fakinum í stóran mun.
Hesi viðurskifti kunnu sjálvsagt hava ávirkan á, hvussu fólk við longri útbúgving trívast í Føroyum.
Samanumtikið kemur kanningin til tað niðurstøðu, at svarparsónarnir kunnu býtast í tríggjar bólkar, nevniliga um tey leggja áherðslu á forðingar (12%), yrkisleið (31%) ella tilknýti (57%).
Flest leggja dent á tilknýti
Samlað sæð leggja flest dent á tilknýti. Einans 12 % leggja dent tá forðingar, og tað eru viðurskifti sumkostnaðarstøði, ferðamøguleikar, sosialar veitingar, politisku skipanina og veðrið, sum hava stóran týdning. Tað eru serliga kvinnur og kvinnur við útlendskum maka, sum leggja áherðsluna á forðingar. Kanningin staðfestir, at 11 % av teimum, sum hava føroyskan maka, eru í hesum bólkinum og 23 % av teimum, sum hava útlendskan maka, eru í hesum bólkinum.
31 % eru í bólkinum, sum leggur dent á yrkisleið. Tey, sum eru í hesum bólki, leggja áherðslu á fakligar avbjóðingar, starv og lønarviðurskifti. Eisini í hesum bólki eru nógv sum hava útlendskan maka, og nógv av teimum hava longri útbúgving.
Nógv tey flestu leggja størsta dentin á tilknýti. Heili 59% av teimum spurdu eru í hesum bólkinum. Tey, ið eru í hesum bólkinum leggja áherðslu á mentan, náttúru, familju og vinir.
Vænta ikki at flyta heimaftur
Av teimum, sum hava lisið uttanlands og búgva uttanlands, rokna 42% ikki við at flyta heim aftur innan 10 ár. 29% siga seg ikki vita, hvar tey eru um 10 ár, og 28 % siga seg væntandi búgva í Føroyum um 10 ár. Hinvegin vænta tey, sum hava lisið uttanlands og búgva í Føroyum, at tey eisini búgva í Føroyum um 10 ár. Heili 66 % siga seg búgva í Føroyum um 10 ár. 7 % siga seg búgva uttanlanda, og 27 % siga seg ikki vita.
Sama mynd er galdandi fyri tey, sum hava lisið í Føroyum og búgva í Føroyum. Her siga 73% seg vænta at búgva í Føroyum um 10 ár, 9 % siga seg búgva uttanlanda um 10 ár og 19 % siga seg ikki vita hvar tey búgva um 10 ár.
Bólkurin "Lisið í Føroyum, býr uttanlanda" umfatar einans 18 persónar og skal tí takast við fyrivarni. Her líkist myndin tó meiri bólkinum "Lisið uttanlanda, býr uttanlanda". 39% siga seg búgva uttanlanda um 10 ár, 33 % siga seg búgva í Føroyum og 28 % siga seg ikki vita.