Gera skúlating um næturnar

Ein fantastisk uppliving sum fer við nógvari tíð. Tað halda Silja Samuelsen og Mike, sum í hesum døgum kunnu síggjast í høvuðsleiklutunum í sangleikinum Audition

Fríggjakvøldið var frumframførsla av føroyska sangleikinum Audition. Í hálvantriðja tíma undirhildu 19 ára gamla Silja Samuelsen og 24 ára gamli Mike ein fullsettan sal í Norðurlandahúsinum saman við eini 50 øðrum leikarum.

- Vit gleddu okkum og vóru rættiliga spent, beint áðrenn framførslan skuldi byrja. Kvøldið fyri høvdu vit havt eina royndarframførslu, og tá vóru nervarnir øgiligir, men tíbetur gjørdu teir ikki stórvegis um seg fríggjakvøldið, sigur Silja Samuelsen.

Í sangleikinum spælir hon leiklutin sum Bjarta á Lofti, ein altjóða viðurkend sangarinda, ið er favorittur at vinna stóru europeisku talentkappingina Audition. Bjarta á Lofti er hart kroyst, bæði av lívinum sum kend stjørna og av gubba og manager sínum, Álvi á Lofti, spælt av Mike.

- Seinastu tíðina hevur alt snúð seg um sangleikin, og vit hava ikki havt stundir til stórvegis annað. Men tað er tað vert, sigur Mike.


Vandu 14 tímar hvønn dag

Audition-toymið fór undir fyrstu venjingarnar seinast í august mánaði, eftir at leikararnir sluppu gjøgnum nálareygað til upptøkuroyndirnar.

- Fyrstu tíðina vandu vit hvønn gerandisdag eftir skúlatíð og til klokkan sjey um kvøldið. Harafturat fór annarhvør leygardagur til venjing, greiðir Silja Samuelsen frá. Hon gongur á triðja ári í Stundentarskúlanum í Hoydølum. So hvørt frumframsýningin nærkaðist, bleiv meira og meira tíð sett av til venjing. Tá komið var til heystfrítíðina, vandu tey hvønn dag.

- Meðan øll onnur høvdu heystfrítíð og tóku sær av løttum, brúktu vit hvønn dag í feriuni upp á venjing. Frá klokkan níggju um morgunin til klokkan ellivu um kvøldið. Og soleiðis hevur tað eisini verið meir ella minni fram til frumframsýningina, sigur Mike. Sjálvur gongur hann ikki í skúla, so fyrireikingarnar til sangleikin og allar sýningarnar, sum er nú, órógva onga skúlagongd. So er ikki hjá Silju Samuelsen.

- Eg havi mist nógvar undirvísingartímar seinastu tíðina. Hóast tað er loyvd frávera, so veit eg, at eg má gera ein eyka innsats, tá sangleikurin er liðugur, sigur Silja Samuelsen og legur afturat:

- Eg skal tó eins og allir hinir næmingarnir lata allar tær kravdu uppgávurnar inn, so seinastu tíðina havi eg eg sitið til langt út á næturnar og gjørt skúlating.


Stórtrívast á palli

Hóast langar dagar og strævnar vikur, eru tey bæði Silja Samuelsen og Mike als ikki í iva um, at tað er stríðið vert. Tað merkja tey serliga, tá tey standa á pallinum í Norðurlandahúsinum, har tey ikki bara spæla sjónleik men eisini syngja og dansa. Tá kenna tey einki til møðina, sum tey serliga hava merkt seinastu dagarnir, áðrenn fyrsta sýningin fór av bakkastokki.

- Tað er akkurát, sum at eg fari í ekstasu, tá eg eri á pallinum. Tá koyrir mann totalt upp á ein adrenalinrús, sigur Mike, og Silja Samuelsen tekur undir við hesum.

- Tú fært eina ótrúliga orku, tá tú stendur á senuni. Eg haldi, at tú fært hesa orkuna av at síggja hvussu hinir leikararnir eisini geva seg, og sjálvandi eisini tí tú sært allar áskoðararnir, sum eru komnir fyri at fáa eina uppliving, sigur Silja Samuelsen.

Men at standa á palli og framføra á henda hátt er ikki ókent fyri tey bæði ungu havnarfólkini. Fyri tveimum árum síðani vóru tey við í sangleikinum Jesus Christ Superstar, og haðani hava tey royndir, sum tey halda er ein stórur fyrimunur, nú tey aftur fáast við sangleik.

- Av tí at vit hava roynt hetta fyrr, vita vit hvussu rútman so at siga er. Av tí sama vistu vit eisini beinanvegin, hvussu nógva tíð hetta fór at krevja av okkum, sigur Mike.

- Nøkur, sum eru við fyri fyrstu ferð, eru blivin rættiliga sjokkerað, av at venjingarnar og sjálvar sýningarnar fara við so nógvari tíð. Tað er komið óvart á onkran, sum síðani valdi at hoppa frá, meðan tað enn var tíð til tað, sigur Silja Samuelsen.


Høvuðsuppgávan bíðar

Áhugin fyri Audition hevur verið framúr stórur, og longu áðrenn frumframførslan hevði verið, var útselt til fleiri sýningar. At nógv fólk longu nú hava sæð leikin, merkja tey bæði Silja Samuelsen og Mike, tí nógv verður tosað um leikin í hesum døgum.

- Afturmeldingarnar hava verið rættiliga blandaðar. Summi eru ógvuliga fegin um tað, tey hava sæð, men onnur eru meira atfinningarsom. Men tað er eisini í lagi, tí talan er um konstruktivan kritikk og góð ráð, um hvussu vit kunnu gera tað betur, greiðir Mike frá. Hann fortelur tó, at leikluturin sum Álvur á Lofti hevur verið ein stór avbjóðing.

- Eg skal so at siga goyma allan Mike vekk, tá eg spæli leiklutin. Mál, sangur og kropsmál er alt annarleiðis enn hjá mær sjálvum, og tað hevur verið ógvuliga avbjóðandi, sigur Mike.

At vera við í eini verkætlan sum sangleikinum Audition hevur givið teimum báðum leikarunum blóð upp á tonnina til at halda fram við leiklist og sangi.

- Eg ivist ikki í, at henda luttøkan í Audition er við til at lata nakrar hurðar upp í framtíðini, um so er, at eg havi hug til at fáast við sjónleik ella kanska onkran annan sangleik, tí við hesum vita fólk, hvør eg eri. Eg havi tó ongar ítøkiligar ætlanir enn, sigur Silja Samuelsen.

Luttøkan í Audition hevur eisini verið við til at sannføra Mike enn meira, um at hetta slagið av undirhaldi er nakað, honum dámar væl.

- At spæla við í einum sangleiki er fantastiskt, og hóast mær dámar væl sjónleik, so má eg viðganga, at tað hóast alt er sangurin, sum tiltalar meg mest, sigur Mike.

Bæði eru tey glað fyri, at tey fingu møguleika at vera við í Audition og ivast ikki í, at tað verður rættiliga tómt ta fyrstu tíðina, tá tey eru liðug við allar sýningarnar.

- Eg skal skriva høvuðsuppgávuna beint tá eg eri liðug við hetta. Nú eri eg blivin von við at vera saman við eini 80 fólkum hvønn dag, so eg gleði meg ikki so nógv til at skula sita einsamøll inni í kamarinum við eini teldu, sigur Silja Samuelsen.