Góði babba,
Góði babba, nú er skjótt eitt ár síðan vit mistu teg. Hetta síðsta árið hevur hvør dagur verið tann fyrsti uttan teg og tað hevur verið ótrúliga hart fyri okkum øll hvønn dag.
Tað er so ræðuligt at missa teg, tað er ótrúliga órættvíst og skeivt at tú ikki ert her hjá okkum meira og tað er við ringum tannabiti at eg nú skrivi minnigarorð um teg.
Hvønn dag hugsað vit øll um teg og hvørja løtu. Hvussu megna tit tað, spyr onkur. Tað er ómøguligt at siga, tí tað megna vit ikki - vit megna ikki at liva víðari uttan teg. Og tí hava vit teg við í øllum, bæði tonkum og gerðum.
Sjálvandi sakna vit teg øll, á ymsar háttir og til ymsar tíðir. Eg kann bara hugleiða ella svara fyri meg sjálva og eg føli væl at eg ikki skilji, at eg aldrin aftur kann klemma teg, tosa við teg, spyrja teg um hjálp ella kjakast við teg. Eg kann ikki aftur koma til tín, við tí endamálið at fáa eitt svar ella tína hond á mínar herðar, ið boða at alt nokk skal ganga um eg bara stríðist.
Babba, tann størsti eginleikið eg arvaði frá tær var at verða jalig, altíð at síggja tað jaliga rundan um meg og eg havi altíð verið góð til tað. Men hesa seinastu tiðina hevur tað til tíðir, verið øðiliga hart at sæð heimin við jaligum eygum, tí tað, at tú ikki ert her tykist so ótrúðliga neiligt. Hvørja ferð okkurt hendur sum ger meg glaðan, føli eg eisini sorg og sakn, tí eg hevði vilja tú vart við ella at eg kundi fortalt tær um tað.
Sum barn minnist eg so væl hvussu eg sá teg sum eina hetju og eg elskaði allar tær løtur eg fekk saman við tær. Sum vaksin vart tú enn meira sum ein hetja fyri meg, tað var jú einki sum babba ikki klárði. Tú vart eisini ein fantastiskur maður og uttan iva av raskastu monnum. Tú hevur altið arbeitt hart og stríðst fyri tí tú trýrt uppá. Tú hevur altið gingið høgt uppi æru og tú hevði evnir sum eingin annar. Babba, tú vart eitt so heilt fantastiskt menniskja og tað er ikki bara vit, tíni nærmastu, ið sóðu tað og upplividi tað ótrúliga menniskja tú vart.
Eg minnist so væl tá ið eg ringdi til tín tá ið Mærsk Mc-Kinney Møller doyði, í apríl 2012. Tú vart tann fyrsti eg hugsaði um tá ið eg vaknaði, og sá í tíðindinum at hann var deyður. “Hey babba, sært tú tíðindini? Syrguligt ha? Ja, í dag andaðist ein hetja Sigrun góða”. Undarligt, at seinni sama ár andaðist ein sonn hetja, babba. Í mínum heimi størsta hejtan nakrantíð, tú, alt ov ungur.
Sum lítil og ung minnist eg altið hvussu tú við stóltleika, kærleika og sorg prátaði um tín elskaða pápa sum tú misti alt ov ungur. Tú tosaði mangan um hvussu fantastiskur hann var og hvussu keðiligt tú helt tað verða at hann ikki upplividi alt í tínum lívið nú, og ikki upplividi tíni børn meðan tey gjørdust eldri. Vit sóðu hvussu nógv hann fylti í tínum lívið, sjálvt um hann ikki var har og eg minnist væl at eg hugsaði, at eg eisini hevði vilja kent hann betur. Tó skiltu vit aldrin heilt hvussu svárt tað var fyri teg, tú vart í okkara verð jú gamal tá ið hann fór foldum frá. Tú vart pápi, maður og ongantið skiltið eg heilt at tú vart alt ov ungur. Nú siti eg her 32 ár og hugsi at tú vart yngri enn eg, tá ið tú misti tín pápa og í dag síggji og kenni eg tað pínu tú hevur følt. Sjálvt um eg eri vaksin, so føli eg meg sum eina lítla gentu, ið saknar pápa sín barasta so illa.
Lívið er mangan hart og tómt uttan teg, tað er ótrúliga keðiligt at tú ikki verður við til at síggja okkara børn, tíni abbabørn vaska upp. Tú hevði verið so errin av teimum og tey høvdu elska at fingið tað at vita frá tær. Eg havi teg altíð við í øllum tankum og gerðum, og eg fari altíð at tosa nógv um teg, eisini fyri Kate Anniku, so hon altið kemur at minnast og kenna teg, líka sum eg føli at eg kenni Jens abba.
Góði babba, eg minnist so væl tann morgunin eg fylti 18 ár, tú vakti meg, tú vart bæði glaður og rørdur, og tað eg minnist best var eisini hvussu spentur tú vart. Tú hevði nakað at geva mær, nakað tú hevði glett teg til so leingi. Tað var ein sangur hjá Bjørn Afselius “Á egnum veingjum” ein sangur frá tær til mín, nú eg var við at gerast vaksin. Minnist enn tú setti teg við guitara og sang so vakurt hendan sangin fyri mær. Tað var og er besta gávan eg nakrantíð havi fingið. Tú sang hann fyri mær og eg føldi at øll orðini vóru tíni og vit bæði vóru ógvuliga rørd av hesum.
Tann sangin havi eg altið haft sum tann í minnir meg mest um teg og tá ið eg lurti eftir honum nú, fari eg aftur til tað tíð tú sang hann fyri mær við køksborið. Og sjálvt um tárini renna so smílist eg og eri sera takksom fyri at eg hevði ein so fantastiskan pápa, sum elskaði meg so nógv og sum eg elski yvir alt á jørð.
Góði babba, eg trúgvi á meg sjálva og eg lítið á mitt flog, takk fyri títt seinasta boð.