rundu so skjótt hetta er gjørligt og tá tað er rímuligt og rætt sigur landsstýrismaðurin. Sjálvur vónar hann, at tað fer at koma gongd á marknamálið, hóast tað er partur av málsøki løgmans. Hinvegin er [...] øllum teimum góðu fólkunum har arbeiða. Men hvussu man tað kennast at vera so nýggjur í starvinum og at vera einsamallur í Tinganesi! -Tað kennist væl. Eg havi so nógv ótrúliga góð fólk rundan um meg, at henda [...] ferðina til í dag. So í dag er Eyðun Elttør einasti landsstýrismaðurin í Tinganesi í heila tikið. Hann er sera fegin um nýggja starvið sum landsstýrismaður. -Eg havi glett meg hvønn dag at fara til arbeiðis
ikki at kimsa at. Fólk flest kvaklaðust rættuliga við og ernaðust upp. »Gott er, tað behøvist ikki«, »Tað er ikki so farligt«, »Tað fer nokk at laga seg«. Sera vakurt at kunna siga so, kanska serføroyskt [...] nú var »sandhedens time komme til færingerne«. Men tað verður ikki lætt. Eitt er, hvat donsku politikararnir siga við fjølmiðlarnar, nakað heilt annað er, tá ið teir koma til forhandlingsborðið. Tá verður [...] vanligt øsingartilfar, ella til at selja nøkur bløð. Hin vanligi partapolitikkurin, sum ofta bert hugsar um at tæna egnum áhuga, flokki, má goymast til aftan á samráðingarnar. Nú er tað so, at løgtingið velur
bókin fer at detta sundur og tað er sera keðiligt, tí bókin er serstakliga væl úr hondum greidd. Til henda kritikk sigur Annfinnur Zachariassen, at teir valdu at gera tað so í ár, tí eingin maskina er [...] at fáa tað gjørt í Íslandi, til næsta ár. Orðatøk Fyri aðruhvørja viku hevur Annfinnur gjørt sær tann ómak at finna orðatøk. Sera skemtiligt og ikki eru tey illa vald. Tá hugsað verður um, at tað unga [...] verða lætnar 5 krónur til Barnabata, so við at keypa henda kalendaran er tú eisini við at stuðla einum góðum endamáli, sum útgevararnir taka til í formælinum. Komið við uppskotum Tað er sjálvsagt at tá ein
Lamhauge heldur, at tað gongur væl, so man tað ganga væl tí hann er ikki kendur fyri at gera ov nógv av. Býráðsformaður í Runavík, sigur, at táið tað aftur er farið at ganga gott í Runavík er tað fyrst og fremst [...] kalla øllum økjum. Hann sigur, at tað helst er fiskivinnnan, sum hevur ment seg munandi. Fyrst og fremst er tað flakavirkið Lynfrost, sum Fiskavirking eigur. Tað er eitt stórt arbeiðspláss, har eini [...] kalla burtur. Nú hava vi arbeiðið til allar hendur. Í almennu hagtølunum standa vit fyri einum arbeiðsloysi uppá eini 2%. Men tað er ikki annað, enn hvat altíð er, tí tað er altíð onkur einstøk, sum ikki
gjørdar.Eisini er tað gott, at tað nú er upp til landsstýrið at gera av bæði lán og veðhald. Hervið er eisini løgd ein stór ábyrgd á landsstýrið og vit mugu vóna, at landsstýrið er búgvið til at taka ta ábyrgdina [...] at tíðin var búgvin til at fáa eina góða avtalu. Tað hevur verið trýst frá ymsum síðum á danskar myndugleikar fyri at koma út og gera eina góða avtalu. Tað góða í avtaluni er tað, at ein nú hevur beint [...] beint burtur alt tað ringa, sum var í hinum avtalunum. Jóannes Eidesgaard sigur annars, at tað kann kennast eitt sindur hugstoytt, nú at síggja, hvussu lætt tað gekst at fáa eina avtalu, tá ein hugsar um
Tað var ein væl nøgdur landsbankastjóri vit fingu orð á nú avtalan millum landsstýrið og donsku stjórnina er komin upp á pláss. Hann hevur tó ikki hug til at gera tær stóru viðmerkingarnar til avtlanuna [...] upptaka lán og at geva veðhald nú eru burturbeindar. Hvørja viðmerking hevur landsbankastjórin til tað? ? Tað er skilagott. Ábyrgdin fyri tí førda búskaparpolitikkinum hoyrir heima í Føroyum og tí skal hon [...] út í æsir. Avtalan merkir, at rentan á lánunum til danska statin er lækkað úr sjey prosentum niður í fimm prosent. Harafturat merkir avtalan, at skuldin til danska statin minkar úr 5,4 mia. krónum niður
umvælingararbeiði Tað er sjálvandi at tað skuldu gerast ábøtur á Høganes, tá skipið varð keypt. Eitt slíkt skip er ikki innrættað til tað endamálið, sum keypararnir ætlaðu at brúka tað til, og tí skuli ymiskt [...] hann eitt gott samstarv við Kristian Blak, so hava nógv tiltøk umborð. Misjøvn undirtøka Men tað er misjavnt við undirtøkuni. Til okkurt tiltak eru bara einir 15-20 áhoyrarar, meðan tað til onnur tiltøk [...] tann ætlanin varð slept av tí at tað ikki rættiliga kundi lata seg gera. Ístaðin var farið undir at umvala skipið, so at tað kundi brúkast til ymisk mentunartiltøk, meðan tað lá í sjónum og hetta vísti seg
uttanifrá kann tað styrkja um liðið. Nøkur fótbóltsfeløg í landinum eru byrjað at gjalda spælarum fyri at spæla. Enn hevur NSÍ ikki komið til tað, men av tí at nøkur onnur feløg gera tað, kann tað eisini verða [...] nógvar uppgávur út á onnur. Og tað má eg siga um fólk her á staðnum, at tey eru stak villig at hjálpa til við ymiskum og at stuðla arbeiðinum. Trívast, eru við og hava tað stuttligt Felagið NSÍ fevnir um [...] ítróttargreinar. Tað er fótbóltur, hondbóltur og kappróður. ? Vit hava ikki enn nátt teimum málum sum vit hava sett okkum, tá ið tað ræður um fótbólt, hóast vit eru komin eitt sindur ávegis. ? Tað sum vit ynskja
ikki til at gera hesi lopini. - Vit eiga longu eitt tílíkt springgólv liggjandi. Føroya Fimleikarsamband, skaffaði okkum tað, og teir hava eisini rætt at nýta tað til kappingar. Ætlanin er, at tað skal [...] nógv, tá ið fimleikur verður gjørdur á tílíkum gólvi. Tað varð til dømis vant á hesum gólvinum til Oyggjaleikirnar á Jersey, og tað gav sera gott úrslit. Formaðurin í áhugafelagnum hjá Støkk, Haraldur [...] Trupult at fáa fólk til sjálvboðið arbeiði Áhugafelagið hjá Støkk er ikki meir enn gott eitt ára gamalt. Tað varð stovnað 25. februar í fjør, tá ið tað hoyrdist, at Glyvra Bio varð til sølu. Endamálið hjá
skulu fáa tað betri, stendur tað til Sámal Petur. - Summarhálvárið heldur fyri ein stóran part lív í sjómansheiminum, og tí vilja vit gera so nógv sum til ber fyri at gestirnir skulu hava tað gott og trívast [...] gongur hann frá einum stóli til tann næsta, meðan hann greiðir frá sínum ætlanum í hesum nýggja starvinum. Áður var tað øvugt. Tá var tað hann sum í slipsi og klædningi kom til fínt, uppdekkað borð og kundi [...] sum gestir gjarna vilja hava í dag. Tað eru bara nøkur fá kømur, sum hava brúsu inni á kamarinum, og tað heldur ikki til standardin í dag. - Eg haldi at eitt tað fyrsta vit eiga at fara í gongd við er