har teir leygardagin kl. 13.00 skulu vera við í stóra kappróðrinum, sum er hvørt ár har um leiðir. Hetta er annað árið, at føroyingar eru við í hesum róðrinum. Í fjør vóru tað vestmenningar, sum vóru við [...] nógva orku í at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt. Hann sigur frá góðum veðri á Scilly oyggjunum um vikuskiftið, og tað er gott, tí ov nógvur vindur kann tarna róðrinum nógv.
júst lidnir at umvæla motorin í gamla brandbilinum hjá Tórshavnar býráð, sum er frá 1932. Talan er um ein Triangel brandbil, sum varð keyptur til Føroyar í 1962. Hóast motorurin er frá 1932, so er bilurin [...] motorin lidnan. Tað var í februar í fjør, at Tekniski skúli í Havn og Tórshavnar býráð gjørdu avtalu um, at motorurin úr gamla brandbilinum skuldi umvælast á skúlanum. Býráðið skuldi síðani seta sjálvan [...] Stempulringar eru skiftir og toppstykkið og blokkurin eru avrættað - tilsamans er fresað burt okkurt um 1 mm av blokkinum og toppstykkinum vegna tering. Av somu orsøk er kompressiónin nú nakað hægri, enn
er so eisini heft at spurningum um útgerðarhavn. Skal alt tilfar og útgerð um føroyska havn, so má hetta við útgerðarhavn eisini vera í lagi til ta tíð, tvs. avgerðin um, hvar útgerðarhavnin skal liggja [...] ini. Á hesum fundinum kunnaði O´Driscol um stóra áhugan samtakið framvegis hevur í føroyska økinum og vísti eisini á tað nógva tilfarið, sum longu nú er tøkt um undirgrundina her. Hóast tað enn er neyðugt [...] spurdu eisini umboðsmannin hjá Texaco-samtakinum, hvussu nógvar brunnar teir verða førir fyri at bora um árið, tá loyvini verða givin. -Tað er sera torført at fáa boripallar til hetta økið við djúpum vatni.
liðini verða drúgv, men nú tvey umfør eru farin aftur um bak í landskappingini, eru bæði NSÍ og VB komin í eina støðu, sum ger, at skulu tey hugsa um toppin, so er longu nógv at vinna inn aftur. Tað hevur [...] teir hava mist fýra stig, og tað hava teir gjørt í dystum, sum teir áttu at vunnið, um teir skulu gera sær vónir um at enda í toppinum. VB hevur bara fingið eitt stig. Teir hava tapt hini móti báðum h [...] umfarinum í 1992 høvdu teir vitjan av SÍF. KÍ vann 3-1, og á støðutalvuni eftir fyrsta umfarið hetta árið var KÍ ovast. So ovarlaga hava teir ongantíð verið eftir nakað umfar øll hesi árini, sum eru runnin
30 nýggj pláss um árið í tíggju ár. Tað er ikki bara sum at siga tað at útvega so nógv nýggj pláss, og tað gerst ikki frá degi til dags. Tað er hesin nýggi stovnur eisini eitt gott dømi um. Í hesum føri [...] hugsa um at gera tað sama. Kanska er tað bæði alternativt og nýhugsandi. At víðka um dagrøktina var eitt tað fyrsta vit fóru undir, tá bíðilistin aftur fór at vaksa. Skjótasta loysnin var at víðka um plássini [...] Fólk eru fegin um nýggja dagstovnin Inni á Gøtu. Hann er millum annað av tveimum útlendskum pedagogum skírdur at hava fyrimyndarligar karmar. Talan er um fyrsta nýbygning innan dagrøktina, ið Tórshavnar
Francisco Symphony Orchestra. Á skránni vóru 20 verk, og av teimum vóru tvey, sum vóru spildurn_ggj. Um Lars Ulrich og hinir í Metallica fara at gera meira vi_ klassiska tónleikin, vil tí_in so vísa. Sissle [...] Johnson, sum nú er vorðin 49 ár, hevur gift seg fyri fimtu ferð. Tann hepna er sambúgvi hansara seinasta árið, 30 ára gamla Kelley Pheger. Parið hevði eina borgarliga vígslu í San Fransisco hósdagin. Hetta er
Fýra ferðir um ári heldur NOMUS (Nordisk Musikkommitté) fund við m.ø. tí fyri eyga at viðgera umsóknir um stuðul til nýskapandi tónlist, eins og at gera innstillingina til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins [...] føroyum t.d., er neyðugt, at talan er um nýskapandi tónlist, og at verkið, ella tónleikabólkurin onkusvegna hava norðurlendsk umhvarv. ? Tað verður ikki spurt um tónleikagrein ella slag, men eftir tón [...] tónlistarligu góðskuni, og í hvønn mun, talan er um nýskapan, legði Brandur Øssursson dent á. Umfevnandi virksemi Arbeiðið hjá Nomus fevnir ikki bert um stuðulsveitingar og virðislønir. Arbeitt verður eisini
kortini hevði vinning, sum verkafólk ongan lut fingu í. ? Tað frættist um ein stjóra, ið hevði fingið millión í eykaágóða, tí árið hjá fyritøkuni hevði hilnast so væl, meðan verkafólkini, ið høvdu arbeitt [...] sektin liggur á tí, ið fjøldin fær, skulu teir hugsa seg um, tí so skal ikki verða? Ganga ikki frá lønarkrøvunum Lítil ivi var í hugaheimi Ingeborgar um, at Føroyar við fullari ferð stevna inn í skaran av [...] skírdi tað landaskomm, at politikarar fella uppskot um føroyska arbeiðsumhvørvislóg, meðan teir hinvegin hava samtykt bæði ST- og Norðurlandasáttmálan um arbeiðsumhvørvi. Skuldina fyri at hava gingið undan
er so vorðin, og annars umrøða og skifta orð um sjónleik sum heild. Vit kundu hugsað okkum at fingið at vita, um talan er um eina hugburðsbroyting, ella um tað kanska er valið av leikum, sum nakað skal [...] Virksemið í Havnar Sjónleikarfelag farna árið hevur verið so stórt sum ongantíð fyrr. Húsini og sjálvur salurin eru umbygd og umvæld, og karmarnir um virksemið eru tískil bøttir og øktir munandi. Sjónleikirnir [...] Sjónleikirnir, ið eru spældir síðsta árið, eru nógvir í tali. Tað stendur ikki á at finna góðar leikir og leikarar. Eisini millum teir yngstu leikararnar er áhugin sera stórur at standa á palli. Men felagið
stóran dent á at bøta um viðurskiftini hjá teimum eldru. Á samkomuni, sum varð hildin í sambandi við, at 1999 er eldráár, hugleiddi hann hann um eldrapolitikkin hjá Vágs Býráð og um, hvørjar ætlanir býráðið [...] øll samd um, at vit hava mist nógv við hesum broytingum. Nakað at hugsa um Býráðsformaðurin vísti á, at heilsustøðan er umstøðurnar eru munandi batnaðar seinastu árini, og tað er bara at fegnast um. ? Men [...] inn og soleiðis vóru tey yngru um tey eldru, so at tey ikki komu at sita einsamøll. ? Tvørturímóti fingu tey ofta stóra gleði av ommu- og abbabørnum. ?Henda tíðin er um at ver-a farin so at tað í dag tykist