Manningin á Eysturoyingi kom týsdagin til Scilly oyggjarnar, har teir leygardagin kl. 13.00 skulu vera við í stóra kappróðrinum, sum er hvørt ár har um leiðir.
Hetta er annað árið, at føroyingar eru við í hesum róðrinum. Í fjør vóru tað vestmenningar, sum vóru við, og í ár er tað so teir av Eysturoyingi, sum vann føroyameistaraheitið hjá 10-mannaførunum í fjør, ið umboða Føroyar.
Tá vit ringdu niður á Scilly oyggjarnar fyrrapartin mikudagin, lótu teir væl at. Amerada Hess, sum sponsorerar føroyska partin av hesum siðríka kappróðri, hevur keypt nýggjar árar til bátin, sum eysturoyingarnir skulu rógva í, og hóast teir vita, at kappingin verður hørð, so ætla teir sær beinleiðis í A-bólkin.
Fyrsti róðurin, sum er heili 4 kilometrar, skal avgera í hvønn bólk teir ymsu bátarnir skulu í til næstu róðrarnar. Fýra bólkar eru, og føroyingarnir ætla sær sostatt ikki at smæðast burturímillum, men ætla hinvegin at gera vart við seg beinanvegin.
Tilsamans 65 bátar eru við, og eru teir úr fleiri ymsum londum. Eitt nú ganga hollendingar høgt upp í kappingina og hava lagt nógva orku í at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt.
Hann sigur frá góðum veðri á Scilly oyggjunum um vikuskiftið, og tað er gott, tí ov nógvur vindur kann tarna róðrinum nógv.