fýra dystir leiktir. Noreg, Brasil og Spania vunnu stórsigrar, meðan Eysturríki vann ein tepran sigur á Suðurkorea. Her eru úrslitini og málskjúttarnir: Bólkur C: Noreg – Grønland 43-11 (19-7) Noreg: Camila [...] Saeteren 5, Kristina Sirum Novak 5, Kari Brattset Dale 4, MarenNyland Aardahl 3, Henny Ella Reistad 3, Sanna Solberg-Isaksen 3, Thale Rushfeldt Deila 2, Ingvild Bakkerud 1, Emilie Hovden 1, Olivia Lykke Nygaard
Hann sat við køksborðið, hevði fingið ein drekkamunn frá mammu. Á køksborðinum lá eitt ark við nøvnum á. Pápi skrivaði eisini navn sítt á sama ark. Tá ið hesin ungi maður var farin av stað aftur, spurdi [...] somuleiðis gjørdu Sanna, Hans og Elias, tey trý settu búgv aftur í Tróndagerði. Jakku setti búgv í Kolbanagjógv. Sjálv minnist eg væl, tá ið Hanus og Elin búðu á Strondum, í Tróndagerði. Petra á Høvdanum, ið [...] arbeiði, ið hvíldi á Elini, hevði hon ymiskar listarligar gávur, sum komu til sjóndar av og á, sum tildømis at seyma bótaseym, seyma skúlataskur úr hessianposum, seyma prýðisseym og bókstavir á, og so eisini
monnum. Oljuklæði vóru eingi. Hann hevði ein grindakík uttan á sær. Hol vóru til høvdið og armarnar. So ein dagin teir vóru á útróðri kom illveður á teir. Teir vunnu ikki upp land, men settu upp í Mykinesi [...] Símun Jóhan sigur, at hann stóð undir liðini á Jógvan á Toftini fyrsta árið hann var til skips. Hann var ein stak fiskimaður. Teir vóru eisini mangan dag á útróðri saman og hann kann vátta tað sama um [...] hvussu abbi gekk inn og út hendan dagin. Tað var sum stór neyð gekk á hann. Hann segði tó einki. Tá hann sá, at kíkar og árar rókust niðri á Buginum, skilti hann, at ikki alt visti væl við. Símun Petur, pápabeiggi
línuskipari í landinum. Sanna var heima, røkti hús og setti børnini við, meðan Jákup Andreas vann fyri breyðið á skiftandi miðum í Norðurhøvum. Tey bygdu hús á Glyvrum, og komu húsini á gomlu Kálvhúsgrundini [...] eitt slag av vøggugávu, - at sigla á bárðuni blíðu. Tað sást longu á ungum árum, at Sunnvard var ein raskur, áhaldin og sera knáur maður; leyp ongantíð av, har ið á stóð, var álítandi – av sonnum ein maður [...] Støð á Glyvrum, ja, sigast má, at fáur hevur dugnað felagnum meira enn hesin bræsni kálvhúsmaðurin, ið hevði fíggjarligu leiðsluna hesi avgerðandi árini hjá kappróðrinum á Skálafirði. Har helt hann á í 10
menniskjaliga menning ræður, eru autoriterar, og tað, sum er autoritert, byggir ikki á autoritet, men á makt, og oftast á einstreingjaða makt. Tað er tí, tað er so umráðandi at læra at liva við tí ólidna [...] og sína gransking á útbúgvingarøkinum eftir egnum tørvi og egnum mátti, men alla tíðina í altjóða ljósi. Her var eisini Mogens Nielsen, gamli og navnframi professarin í pedagogikk á Læraraháskúlanum í [...] í hendurnar á teimum. Ein tílík útbúgving sum læraraútbúgving og pedagogútbúgving, er ikki ein skrá, men ein menningartilgongd. Væl vitandi, hvussu bundin vit altíð hava verið av gongdini á útbúgvingarøkinum
vóru Sanna og Sivar Fredriksen ella Sivar í Kunoy, sum hann varð nevndur í Klaksvík. Tá ið Munda var tíggju ára gomul, fluttu foreldur hennara úr Kunoy og inn á Bumshamar í Klaksvík at búgva. Sanna og Sivar [...] veiðumaður, um tað so var á ísbjarnarveiðu, kópaveiðu ella úti á ísinum til fiskarí. Og tá ið Munda eitt nú skuldi til handils í Scoresbysund, noyddist hon at taka riffluna á bakið, spenna tólv grønlandshundar [...] førarahundinum Malabar á odda og so avstað. Eftir at tey vóru komin aftur til Føroya, búsettust tey í Klaksvík, og síðani fluttu tey til Havnar, har tey fyrst búðu á Fjósatrøðni og síðani 1970 á Frælsinum, har
eftir kvøðingini Enok gekk sum avgreiðslupostboð á Argjum, í Hoyvík, á Hvítanesi, í Kirkjubø og á Velbastað. Mánadag gekk hann á Argjum, í Hoyvik og á Hvítanesi. Týsdag gekk hann í Kirkjubø og Velbastað [...] Enok hevði eina stóra trø úti á Frælsinum. Hon lá omanfyri vegin, har landssjúkrahúsið er. Sjálvur búði hann har, ambulatoriið er nú. Sonurin Hans og versonurin Jóannes bygdu á trøðni. Posturin mátti bíða [...] var altíð øgiliga spennandi at vita, um man fekk bræv frá vinkonum. Eg skrivaði saman við Honnu við Á á Velbastað. Mær nýttist ikki at gjalda fyri postgjald, tí Enok var í ætt við tey. Annars kostaði tað
koyrdi hana ongantíð aftur í hagan. Á gomlu húsini á Lakjuni var nokk so lágt niður til túni á tí síðuni, har koyggjureisingin var. Mær er fortalt, at tá ið grasið síðkaði á tekjuni, fór ærin uppá tekjuna [...] ær, sum var farin av haga. Hon var komin inn norðuri á Oyri. Hann fór avstað eftir ærini, men tá ið hann var á veg eysturum aftur, brast kavaódn á av ringasta slag, so hann ikki sá fram um nøsina. Hann [...] koma inn til. Tá var nógv sild at fáa á Skálafjørðinum, og tað var góð inntøka í tí. Tí fluttu tey úr Syðrugøtu. Edvard doyði av sjúku í 1948, 45 ára gamal. Sanna giftist uppaftur við Andrias Øre úr Beitinum
ritgerðina á Háskóla Íslands í 2009. Hin 1. mars 2014 varð hann settur í starv sum professari á Fróðskaparsetri Føroya. Áðrenn hetta tíðarskeið hevði hann starvast á Fróðskaparsetrinum sum lektari á Søgu- og [...] Leikluturin hjá Kára á Rógvi, sum virkin í Sjálvstýrisflokkinum, verður ongantíð gloymdur. Kári var sonur Eyðun á Rógvi og Sunnevu Dalsgaard á Argjum. Hann giftist við Jóhannu á Rógvi (f. Kristiansen) [...] SJÁLVSTÝRISMAÐUR FARIN Minningarorð um Kára á Rógvi Mangan sanna vit gamla orðatakið: “Skjótt er Harranum um”. Tað var við sorg, at vit frættu tíðindi um, at Kári á Rógvi, bert 41 ára gamal, eftir stutta
leiðsluni av Tøtingarvirkinum. Tá Sæunn gavst á Tøtingarvirkinum í 1988, fór hon niður á læknaskrivaraskúla á Frederiksberg. Har fekk hon besta prógvið á árganginum og heiðursgávu. Hon helt síðani leiðina [...] til Føroya, har hon fyrstu árini arbeiddi á politistøðini í Runavík og á læknamiðstøðini. Í 1990 fekk hon starv á Landssjúkrahúsinum og er í dag leiðsluskrivari á medisinsku deild. Sæunn hevur í fleiri ár [...] skúlagongd í Gøtu og Fuglafirði fór Sæunn niður til Keypmannahavn á handilsskúla. Heimafturkomin arbeiddi hon í nógv ár saman við pápa sínum á Tøtingarvirkinum, sum í 70’unum og 80’unum var eitt stórt arbeiðspláss