Fríggjadagin 6. august fyllir Sæunn Ólavsdóttir Hansen, leiðsluskrivari á Landssjúkrahúsinum og varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu 60 ár.
Sæunn er fødd og uppvaksin í Syðrugøtu. Hon er dóttir Elin Mariu og Ólav Gregersen, ið vóru ættaði úr ávíkavist Saltangará og Syðrugøtu.
Eftir lokna skúlagongd í Gøtu og Fuglafirði fór Sæunn niður til Keypmannahavn á handilsskúla. Heimafturkomin arbeiddi hon í nógv ár saman við pápa sínum á Tøtingarvirkinum, sum í 70’unum og 80’unum var eitt stórt arbeiðspláss í Eysturoynni. Nógvar túsund troyggjur vóru tilvirkaðar og sendar til evropeiska, amerikanska og russiska marknaðin. Eftir at Ólavur Gregersen alt ov ungur andaðist av krabba í 1980 tók Sæunn við leiðsluni av Tøtingarvirkinum.
Tá Sæunn gavst á Tøtingarvirkinum í 1988, fór hon niður á læknaskrivaraskúla á Frederiksberg. Har fekk hon besta prógvið á árganginum og heiðursgávu. Hon helt síðani leiðina aftur til Føroya, har hon fyrstu árini arbeiddi á politistøðini í Runavík og á læknamiðstøðini. Í 1990 fekk hon starv á Landssjúkrahúsinum og er í dag leiðsluskrivari á medisinsku deild.
Sæunn hevur í fleiri ár arbeitt við føroysku krabbameinsskrásetingini og hevur helst æruna av, at vit í Føroym eru so frammaliga á hesum økinum, samanborið við okkara grannalond. Hon koyrir við bygdaleiðum og hevur ofta á orði, hvussu deiligt tað er at koyra við bussinum aftur og fram millum Havnina og Runavík.
Sæunn brennir fyri Føroyum og føroyingum og ynskir eisini at tæna fólkinum. Hon situr í løtuni sum virkandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Sæunn hevur í sínum arbeiði í kommununi serliga lagt dent á, áhaldandi at menna Runavíkar kommunu til eina kommunu, har familjur, børn sum vaksin, trívast og hava tað gott. Hennara politiski varði er helst seinasta útbyggingin av Eysturoyar Ellis- og røktarheimi, har hon – sum formaður í bygginevndini fyri ellisheiminum - eftir drúgvar samráðingar við kommunurnar í Eysturoynni, kundi síggja ellisheimið, størsta almenna arbeiðsplássið í kommununi, fult útbygt.
Sæunn er ógvuliga røkin. Heimið er altíð reint og nossligt at koma inn í, og gestablídnið er stórt. Aloftast fæst ein heimabakaður biti afturvið góðum drekkamunni. Henni elskar sang og hevur millum annað sungið við í Midnáttarsangbólkinum, sum í 70’unum gav út tvær útgávur, sum blivu fólkaogn.
Sæunn er gift við Jóannes Símunarson Hansen. Tey eiga trý børn: Símun arbeiðir sum løgfrøðingur á Heilsumálaráðnum og er giftur við Randi, Elin Maria arbeiðir sum sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum og er gift við Jóhan av Reyni, og Ólavur lesur løgfrøði í Keypmannahavn og er giftur við Ester. Sæunn og Jóannes eiga eisini fýra ommu og abbabørn: Elin Maria, Sanna, Jóannes og Hansina.