Tað er hundrað, sum er til

- Lidnu loysnirnar, tá ið um menniskjaliga menning ræður, eru autoriterar, og tað, sum er autoritert, byggir ikki á autoritet, men á makt, og oftast á einstreingjaða makt. Tað er tí, tað er so umráðandi at læra at liva við tí ólidna. Tað er óautoritert og gevur tí pláss fyri skiftandi autoritetum, segði Pauli Nielsen, rektari á Føroya Læraraskúla, í útskrivingarrøðu seinasta fríggjadag, tá ein pedagogflokkur fekk handað prógv

Miðskeiðis í januar mánaði hevði Læraraskúlin vitjan av góðum fólki úr grannalondunum. Her var Ólafur Proppé, rektari á Kennaraháskóla Islands, sum eins og Føroya Læraraskúli bæði hevur pedagogútbúgving og læraraútbúgving. Hann greiddi okkum frá, hvussu íslendingar royna at laga sínar útbúgvingar og sína gransking á útbúgvingarøkinum eftir egnum tørvi og egnum mátti, men alla tíðina í altjóða ljósi. Her var eisini Mogens Nielsen, gamli og navnframi professarin í pedagogikk á Læraraháskúlanum í Keypmannahavn. Hann legði okkum eina við at geva pedagogum og lærarum eina frælsa útbúgving, og síðani í áliti leggja dagliga arbeiðið í hendurnar á teimum. Ein tílík útbúgving sum læraraútbúgving og pedagogútbúgving, er ikki ein skrá, men ein menningartilgongd.
Væl vitandi, hvussu bundin vit altíð hava verið av gongdini á útbúgvingarøkinum í Danmark, ávaraði hann ímóti at halda, at allar danskar loysnir á útbúgvingarøkinum eru góðar loysnir. Triði gesturin var heimskendi svenski professarin í pedagogikk, Gunilla Dahlberg, sum serliga hevur granskað á øðrum av teimum økjunum, sum tykkara útbúgving fevnir um ? smábarnaøkinum. Tá ið hon fór, fekk eg eina nýkomna svenska bók frá henni. Bókin ber heitið: ?Hundra sätt at tänka?, og er um kendu barnagarðarnar í italsku kommununi Reggio Emilia.
Á aftastu síðu las eg hetta: ?Vegna tær mongu mangan misvísandi tulkingarnar víða um lond av hugmyndafrøðini, sum liggur undir arbeiðinum í barnagørðunum í Reggio Emilia, mugu allir prentlutir, sum nýta myndir frá Reggio Children, prenta henda tekstin: ?Sjónarmiðini, sum koma til orða í hesum prentluti, eru rithøvundanna og umboða teirra tulking av hugmyndafrøðini og virkseminum í barnagørðunum í Reggio Emilia. Innihaldið er ikki alment góðkent av Reggio Children ella kommununi í Reggio Emilia, og tí er ikki vist, at tað umboðar sjónarmiðini hjá teimum.??
Onkur heldur kanska, at hetta er ein løgin smáligheit, sum her kemur til sjóndar, men tann, sum veit eitt sindur um hugmyndafrøðina undir starvsseminum í Reggio Emilia, veit, at her fyrst av øllum fjalir seg óttin fyri avleiðingunum av pedagogiskum lánum.
Øll vitjandi, sum koma til barnagarðarnar í Reggio Emilia, fáa at vita, at tað, ið tey har gera, er vaksið fram í teirra egna jørðildi, men í støðugum samskifti við umheimin. Lokalt ?nærsýni? og altjóða opinleiki er pallurin, sum teirra menning sprettur úr. Og tað er vegurin, sum Reggio Emilia ræður øðrum til at ganga.
Hugsið sjálv og hyggið uttan um tykkum. Hetta hava verið og eru hyggjuráð, sum tíverri sjaldan verða fylgd Á útbúgvingarøkinum eru vit nøkur, sum leingjast eftir meira av tílíkum hugburði her hjá okkum. Tí lív er hugsan, og verður framt av tíð til hugsan.
Men í staðin freistast vit at leita eftir loysnum hjá øðrum og taka tær til okkara, tí tað er so nógv lættari enn at menna hugsjónirnar í samskifti við onnur. Kanska er tað tí, at tað hjá nógvum á okkara døgum ræður meira um at vekja ans og at vera ansalig, heldur enn at fara við ansni.
Hava vit lidnu loysnina, sanna vit tað, sum Piet Hein sigur í einum av sínum tiltiknu grukkum:
Mensker
er gode
på bunden
sae fanden
de vil ikke
forbedre
sig selv men
hinanden

Men er tað tað, sum vit vilja? Lidnu loysnirnar, tá ið um menniskjaliga menning ræður, eru autoriterar, og tað, sum er autoritert, byggir ikki á autoritet, men á makt, og oftast á einstreingjaða makt. Tað er tí, tað er so umráðandi at læra at liva við tí ólidna. Tað er óautoritert og gevur tí pláss fyri skiftandi autoritetum.
Loris Malaguzzi, sum er stóri autoriteturin aftan fyri arbeiðið í Reggio Emilia, altíð verdur at lurta eftir, vísir alla tíðina á tað ríka barnið ? dregur fram møguleikarnar heldur enn avmarkingarnar, sum vit ofta kunnu hava lyndi til. Hann hevur skrivað lívgandi ljóð um børnini, og um teir møguleikar, sum í teimum búgva. Yvirskriftin er:

Tvørturímóti
tað er hundrað, sum er til!

Eitt barn
er gjørt av hundrað

Barnið hevur
hundrað mál
hundrað hendur
hundrað tankar
hundrað hættir at hugsa
at spæla og at tala
hundrað altíð hundrað
hættir at lurta
at undrast
at halda av
hundrað lystir
at syngja og skilja
hundrað heimar
at finna uppá
hundrað heimar
at droyma sær til

eitt barn hevur
hundrað mál
(og hundrað hundrað
hundrað aftrat)
men verða rænd
tey nítiníggju.
Skúlin og mentanin
skilja høvur frá kroppi.

Tey biðja børn:
hugsa uttan hendur
virka uttan høvur
lurta men einki siga
skilja uttan gleðina
at hugfangast og fegnast
annað enn á jólum og á
páskum.

Tey biðja tey:
finna tann heim
sum longu er til
og av øllum hundrað
ræna vit teir nítiníggju

Tey siga teimum:
at spælið og arbeiðið
tað veruliga og tað
ímyndaða
vísindin og hugflogið
himinin og jørðin
skilið og dreymarnir
eru fyribrigdi
leys av hvørjum øðrum.

Tey siga teimum:
at tað ikki eru hundrað
Men børnini siga:
Tvørturímóti,
tað er hundrað, sum er til.
Vitjanin, vit høvdu í januar, er sprottin og íkomin av tílíkari hugsan, sum eg havi røtt um í dag. Vit her á Frælsinum eru tað einasta staðið, og tí eisini tað frægasta, sum vit eiga at útbúgva tykkum, sum vilja nýta vit og skil og atbeiðsorku tykkara í pedagogiskum arbeiði við børnum og við vaksnum, sum tørva serstakt atlit.
Tað er ein heitur biti, at taka tílíkt verk á seg.
Her sum nógva aðra staðni, og vit, ið starvast her, høvdu ynskt, at vit fingu betri stundir at fóta okkum í okkara dagliga starvi. Tað hevði spurst aftur.
Við hesum orðum vil eg ynskja tykkum og øllum tykkara hjartaliga til lukku, nú tit eru liðug við útbúgvingartíðina her á Læraraskúlanum. Vónandi hava tit lært so mikið hesi árini, at tit fara at sanna, at tit hava nógv eftir at læra.