Enok á Frælsinum var føddur í Kollafirði 16. juli 1863. Pápi hansara var Hans Andreas Poulsen f. 1814, timburmaður og mamman var Súsanna Daniel-Petersdóttir f. 1826, bæði úr Kollafirði. Tey fingu seks børn.
Umframt Enok, sum var fimta barnið, vóru tey:
Birgitta Catrina Hansdóttir f. 1848. Giftist við Heina Joensen f. 1846, bónda á Skælingi.
Poul Andreas Andreassen f. 1850. Giftur við Onnu Sofíu Joensen f. 1848, eisini av Skælingi. Helst hava tey verið systkin.
Elsebeth Malena Hansdóttir (1853-1931). Giftist í 1879 við Niclas Hansen úr Sørvági f. 1856. Hann gekk burtur longu í 1888.
Súsanna Hans Andreasdóttir f. 1856. Giftist í 1882 við Abraham Hansen f. 1856 úr Sørvági. Hann doyði longu í 1889.
Samuel Wensel Michael Andreasen (1866-1958), verður umrøddur seinast í greinini
Mentamaður um ein háls
Blaðið 14. september skrivaði, tá ið Enok fylti 90 ár:
“Enokkur hevur borið sín aldur væl og ger tað enn, hóast hann nú stevnir móti teimum 100 árunum. Men hann hevur eisini mong sporini tikið.
Í faðirætt er Enokkur frá Andriasi Dam presti. I 1880 kom Enokkur til Velbastaðar, har hann vaks upp á Steinum.
Enokkur er ein av okkara sjálvsmentaðu monnum. Skúlagongd var eingin i Kollafirði tá. Hann lærdi at lesa hjá foreldrunum, og at skriva lærdi hann seg sjálvur. Tíðliga fekk Enokkur tokka til kvæði okkara, sagnir og søgur um menn og hendingar frá gomlum døgum. Í hesum heimi hevur hann livað og livir enn. Risin á Leittrabergi, Brúsajøkul, Grettir, Gripssynir, alt hetta eru bestu vinir hans og kunningar.
Henda tjóðliga mentan hevur verið tað, sum hevur givið Enokki lívsins innihald. Nú eru ikki mong, sum geva sær fær um henda menningararv, men Enokkur hevur gjørt sítt til at varðveita hann.”
Enok hevði eina stóra trø úti á Frælsinum. Hon lá omanfyri vegin, har landssjúkrahúsið er. Sjálvur búði hann har, ambulatoriið er nú. Sonurin Hans og versonurin Jóannes bygdu á trøðni.
Posturin mátti bíða eftir kvøðingini
Enok gekk sum avgreiðslupostboð á Argjum, í Hoyvík, á Hvítanesi, í Kirkjubø og á Velbastað. Mánadag gekk hann á Argjum, í Hoyvik og á Hvítanesi. Týsdag gekk hann í Kirkjubø og Velbastað.
Í postbókini hjá Vilhelm Johannesen verður greitt frá, at í 1932 vóru fimm postboð í Havn: Jógvan Poulsen, Zahli, Pedda Rubeksen, Tummas í Fjósi og Enok.
Ingibjørg Restorff, sum var ættað úr Kirkjubø, greiddi frá í útvarpsendingunum “Sum løtur líða” hjá Marionnu Debes Dahl:
“Tað var altíð øgiliga spennandi at vita, um man fekk bræv frá vinkonum. Eg skrivaði saman við Honnu við Á á Velbastað. Mær nýttist ikki at gjalda fyri postgjald, tí Enok var í ætt við tey. Annars kostaði tað fimm oyru fyri eitt bræv. Tað var nokk so nógv tá.
Men so var tað, at Enokkur fór altíð fyrst inn til Jóannes bónda við posti, og Jóannes bað hann kvøða, tað dugdi Enok so væl. So spurdi Jóannes um ymisk kvæði, og har kundi hann sita hálvan dagin. Serliga kundi tað vera drúgt at bíða eftir fríggjarabrøvum.
Tá Enok kom inn, plagdi hann at spyrja: ”Hava tit nakað at senda?” ”Ja, tað hava vit”, segði mamma. ”Ja, so mugu tit skunda tykkum!” ”Tú hevur ikki skundað tær!” segði mamma. Hann skuldi taka ímóti postinum og fór tí inn í hvørt hús.
Tá var nógv bestilt úr teimum mongu príslistunum, sum komu. Men pakkarnar kundi Enok ikki taka, teir vóru ov tungir. Men Enokkur skuldi hava peningin fyri pakkarnar frammanundan.
Enok, hann breyt seg gjøgnum alt ódnarveður. Kom Enokkur ikki, ja, so var ikki klúgvandi hvørki á sjógvi ella landi. Hvat ið hann legði fyri – yvir fjøll!”
Bodil Patursson í Kirkjubø greiðir frá í postbókini, at Enok hevði sera sterka pátrúgv. Tað eru fleiri søgur um tað. Enok helt uppat at ganga við posti í 1936, og tað var hansara viðmæli til postverksleiðsluna, ið førdi til, at posthús lat upp í Kirkjubø, og at maður Bodil, Páll Patursson, urtagarðsmaður, gjørdist postskiftismaður í bygdini.
Konan doyði ung
Johanna, kona Enok, var dóttir Trónd Olsen (1831-1874) og Susonnu Katrinu Fr. Hansen f. 1840, ættað úr Álakeri í Havn. Tey fingu fimm børn. Tróndur doyði ungur. Elsti sonurin Óli (1868-1956) var tá bert seks ára gamal, og hann festi seinni garðin.
Johanna var yngst av systkjunum. Systrar Johonnu vóru Marin (1862-1935) og Anna (1865-1959). Tær fóru ungar til Danmarkar, har Anna fekk sær skraddaraútbúgving. Marin hjálpti henni at seyma. Umleið 1920 fluttu tær heimaftur og arbeiddu sum seymikonur í Havn. Tær búðu í gomlu fútahúsunum úti á Reyni. Báðar vóru ógiftar. Anna bleiv katolikkur og doyði út frá Fransiskanarasystrunum.
Fjórða barnið var Hans f. 1870. Men hann gjørdist bert fýra ára gamal.
Enok og Johanna fingu trý børn
Trondina Súsanna Hansina, vanliga kallað Sanna (1893-1985). Hon giftist til Lorvíkar við Absalon Joen Jacob Johan Vatnhamar, vanliga kallaður Absalon. Sanna gjørdist einkja longu í 1938, tá ið Absalon gekk burtur við Fossanes.
Hans Andreas Sofus (1895-1971). Hann giftist við Maren Susanna Larsen f. 1894 í Dali.
Anna Maria Ouffa Cathrina (1902-1983), vanliga kallað Luffa. Hon var gift við Johannes Simonsen f. 1901, ættaður av Brúnni í Norðragøtu. Hann arbeiddi stóran part av sínum arbeiðslívi á Skipasmiðjuni. Tey fingu sonin Gorm, sum er ein kelda til hesa grein.
Eisini grótlaðarar
Wensil (1866-1958), beiggi Enok, kom eisini til Velbastaðar, og hann gjørdist húskallur á Steinum. Hann giftist við Helenu f. Larsen f. 1863 úr Sandagerði. Tey fingu seks børn Hans, Elsupa, Ebba, Mads, Juul og Petur.
Wensil legði inn alla Bøllubrekku og legði inn trøð norðuri á Fløtum á Velbastað í 1920.
Umframt jarðarbrúkið arbeiddi Wensel sum grótlaðari kring um landið. Hann var mentaður maður og hevði góða songrødd. Upptøkur av hansara kingosálmasangi eru varðveittar.
Tað kann vera nevnt, at sonur hansara Juul eisini gjørdist kendur grótmaður. Sonur Juul, Leon, sum doyði alt ov ungur, er ein kelda til hesa grein.
-------
Komandi partur
Komandi partur um tvær vikur verður um Pedda við Stein, sum nógv bert kenna frá gøtunavninum við hansara navni.