at gera eitt sambýli, men so líðandi komu aðrar ætlanir við: Hví ikki gera ein ætlan sum byggir á tað gamla mynstrið frá bóndasamfelagnum, har øll ættarliðini eru undir somu lon. Hugsað verður tí um at [...] gisting hjá fremmandafólki á einum og sama staði. Ætlanin kemur at kosta einar 12 mió kr. Roynt hevur verið at fáa fígging til verkætlanina frá myndugleikunum. Fugloyar kommuna hevur hinvegin víst ætlanini
sjálvstøðugt land. Tað vita øll. Norðurlandaráðið veit tað. WTO veit tað. Olympiska komitéin veit tað. ST veit tað. Og arktiska ráðið. Og EFTA. Danska stjórnin veit tað. Vit vita tað sjálvi. Og innast inni [...] skipa okkum sum eitt sjálstøðugt land, um tað bara kann vera í tøttum samstarvi við Danmark. Og er tað tað, sum skal til, fyri at fáa tey skeptisku við, so er tað ein gongd leið. Ein loysn, har vit broyta [...] sjálvt tey ídnastu sambandsfólkini tað eisini. Verandi støða, har vit hvørki eru fuglur ella fiskur, er ikki haldbar. Tað snýr seg ikki um nationalismu ella romantikk. Tað snýr seg fyrst og fremst um sunnan
konsertina, og har eru atgongumerki eftir, verður upplýst. Tað er kortini eingin trupulleiki at sleppa av við hesi í Danmark, skuldi tað verið, men roynt verður at lova føroyingum framat. Sølan steðgar [...] Williams konsertina hevur áhugin verið stórur, og har kundi lættliga fleiri hundrað atgongumerki verið seld, sigur Børge. Serliga til Robbie Williams konsertina hevur áhugin verið stórur, og har kundi lættliga [...] In The World, sum Rolling Stones verða róptir, spæla í Idrætsparken í Keypmannahavn 13. juli. Hóast tað er útselt til konsertina, so eru atgongumerki at fáa í Føroyum. Flogfelag Føroya og Atlantic Airways
yvirtøkan kann verða á nýggjárinum og tað er akkurát eftir ætlanini hjá samgonguni. - Ein fortreyt er sjálvsagt, at Løgtingið játtar tær tríggjar milliónirnar, sum tað kostar at yvirtaka málsøkið. - Peningurin [...] Á nýggjárinum kunnu føroyingar yvirtaka útlendingamálini frá dønum. Tað staðfesti Kári P. Højgaard formaður Sjálvstýrisfloksins á landsfundinum hjá flokkinum nú um dagarnar. Hann sigur, at arbeiðið at [...] útlendingamál heldur fram og at hetta er eitt arbeiðið, hann raðfestir allarfremst. - Ein fundur hevur verið ímillum føroyskar og danskar myndugleikar eftir løgtingsvalið. - Embætisfólk sum eru við í arbeiðinum
FLOGBÒLTUR Kappingarárið í ár í føroyskum flogbólti hevur verið nógv merkt av útlendskum leikarum og venjarum. Tað er nøkur ár síðani, at byrjað var aftur við at fáa útlendskar spælarar og venjarar til [...] m og trongu fíggarligu korunum var lítið og einki at síggja til útlendingar í føroyskum flogbólti tað mesta av nítiárunum. Hesi seinnu árini er vend komin í, og flest øll feløgini í bestu deildunum hava [...] hjá kvinnum, eru ikki í iva um, at útlendsku leikararnir eru ein fongur fyri føroyskan flogbólt. ?Tað er eingin ivi um, at støðið er hækkað við útlendsku leikarunum. Leikararnir eru flest allir á høgum
farið. Men tað kemur kanska í krambolagu við ein íslandstúr, sum vit í løtunin planleggja, greiðir Karl Anthon frá. Men hann fegnast um møguleikan, sum miðlahúsið í Vágsbotni nú hevur verið lopfjøl til [...] Ætlanin, við at koma at spæla her niðri, hevur allatíðina verið, at fokus nú skuldi verða sett á tónleikararnar og á tónleikin, sum heild. Og tað haldi eg eydnaðist bara heilt væl, sigur hann. Góð konsert [...] umboðum fyri norska Storås festivalin, sum bjóðaðu okkum at luttaka í summar. So man kann siga, at tað gav úrslit beinanvegin at spæla í miðlahúsinum í Vágsbotni, greiðir ein ikki sørt errin Karl Anthon
unum á odda hevur verið virkin í summar og mangir áhugaverdir gongutúrar hava verið, eins og túrar við sluppini Johonnu TG 326. Leygardagin verður aftur hildið avstað og stendur tað áhugaðum í boði at [...] á Lítla Hamar og víðari til Prestgøtu, sum er steinløgd og her er vallað. Gøtan er breið, helst so tað ikki skuldi vera neyðugt hjá presti at fara av hestinum. Gøtan gongur niðan í Káragjógv, har Kári prestur [...] prestur segðist at detta oman. Upp gjónna er gøtan stundum brøtt, men tó ikki torfør at ganga. Tað tekur umleið ein hálvan tíma at koma upp á fjallið. Vit koma til ta fyrstu høvdina, sum er kallað ?Lítli
kilometrar. Tað er tað sama sum 60 ferðir úr Havnini til Sørvágs, og hon hevur verið ígjøgnum átta lond. Danmark var eitt fantastiskt land at súkkla í, eg var har nakrar vikur og hevði tað øguliga gott [...] hevði gjarna vilja verið longri. Eg hevði viljað verið her í eina viku. Eg fari við Norrønu í kvøld kl 18 (mikukvøldið). Eg hevði ynskt at faldarin um at súkkla í Føroyum hevði verið umborð á Norrønu, hann [...] Norrønu til Norra og síðani til Svøríkis. Aftan á tað ber leiðin heim til Perth í Australia har familja og vinir bíða eftir henni. Tá hevur hon verið burtur í tær 22 vikurnar.
í somu ørindum, og tá vóru tað skúlarnir í Fuglafirði, Runavík og við Streymin, sum fingu vitjan. Ráðharraraðið leggur dent á, at tað eru rithøvundar, ið eru ella hava verið í uppskoti til norðurlendska [...] at fortelja um sín sermerkta skaldskap fyri skúlabørnum í Vestmanna, Kvívík, Sørvági og Giljanesi. Tað er Norrøna Felagið, sum hevur fingið vitjanina í lag umvegis eina skipan undir Norðurlendska Ráðharraráðnum [...] ”Maðurinn sem hataði börn”. Søgan um mannin, ið hatar børn, er ikki komin út á føroyskum enn, men tað eru tvær aðrar av bókum hansara. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í 2011 út bókina ”Loyndarmálið hjá
fær kaipláss í Havn. Tað er ein kommunalur spurningur. Løgtingið kundi gjørt eina samtykt um, at skipið ikki skuldi fingið kaipláss. Men Jógvan Durhuus heldur ikki, at tað hevði verið rætt at nýtt hendan [...] um, at skipið hevði kjarnorkuvápn umborð, og tað førdi til stór mótmæli. Felagsskapurin Fólk fyri Friði skipaði fyri mótmælistiltaki úti á molanum, og tað kom til smávegis samanbrestir millum mótmælisfólk [...] segði, at tey halda tað vera gott at landsstýrið hevur skrivað til ríkismyndugleikarnar og mótmælt, at McCloy er í Føroyum. Men tey halda, at landsstýrið átti at nýtt tann møguleika, tað hevur, fyri býráðnum