FLOGBÒLTUR
Kappingarárið í ár í føroyskum flogbólti hevur verið nógv merkt av útlendskum leikarum og venjarum.
Tað er nøkur ár síðani, at byrjað var aftur við at fáa útlendskar spælarar og venjarar til Føroya.
Í áttatiárunum hevði Fleyr stóran fyrimun við at hava kinverskan venjara, men við kreppuárunum og trongu fíggarligu korunum var lítið og einki at síggja til útlendingar í føroyskum flogbólti tað mesta av nítiárunum.
Hesi seinnu árini er vend komin í, og flest øll feløgini í bestu deildunum hava útlendskar leikarar ella venjarar.
Tær báðar Sóley Philbrow og Rønn Eliasen, sum eru millum stuðulsleikararnar á ÍF liðnum hjá kvinnum, eru ikki í iva um, at útlendsku leikararnir eru ein fongur fyri føroyskan flogbólt.
?Tað er eingin ivi um, at støðið er hækkað við útlendsku leikarunum. Leikararnir eru flest allir á høgum støði, og teir megna at hála støðið á hinum upp, siga tær báðar.
ÍF kvinnurnar hava havt tvær útlendskar á liðnum, og frá liðfeløgunum, Rønn og Sóley, fáa tær stóra rós.
Tær hava enn ikki vunnið sær tann nógva førleikan á føroyskum, men á vøllinum gongur alt upp á stás, og tær báðar fuglafjarðagenturnar fegnast um uppískoytið til stammuna á liðnum.
Kinverski venjarin hjá Fleyr á sinni, sum eisini vandi landsliðini, gjørdi ikki nógv annað enn at fáast við flogbólt, men hetta gongur ikki longur. Hóast góðu tíðirnar hava styrkt feløgini og vinnulívstuðlarnar hjá feløgunum, so hava leikararnir arbeiðið við síðuna av flogbóltinum, og flestu teirra tykjast at stórtrívast í Føroyum.
Lítið fæst at vita, hvussu liðini fara at síggja út komandi kappingarár, men talið av útlendingum verður neyvan minni enn í ár.
Eftir hvat skilst halda útlendingarnir í Fuglafirði fram at spæla við teimum reyðu, men eingin kann siga hetta fyri vist, og aðrastaðni, vit hava vent okkum, er svarið nakað tað saman, at greiða ikki er fingin á hesum enn.










