vera í næstum. Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at øll tey fimm arbeiðarafeløgini hava avtalað at samráðast í felag. Tey eru Føroya Arbeiðarafelag, Arbeiðsmanna- og Arbeiðskvinnufelagið í Havn [...] hava 15% í eftirløn, ella sum koma upp á 15% í næstum. Hesi feløg kunnu ekkaleys lata allar hækkingar fara beinleiðis upp á sjálva lønina. Men arbeiðarafeløgini, sum ikki hava meiri enn gott 6% í eftirløn [...] Havn og bæði feløgini í Klaksvík. - Í løtuni tosa arbeiðarafeløgini um at samskipa sáttmálakrøvini tað arbeiðið er ikki liðugt enn, sigur Ingeborg Vinther. Men hon staðfestir samstundis, at ongin ivi er um
at hugsa fótbólt. B71 var í 4-5-1 verjustøðu, og ytstu menninir vóru skjótir fram, so liðið í álopsstøðu var í 4-3-3 uppstilling og als ikki imponerað av at vera á útivølli í á pappírinum torførari uppgávu [...] i als ikki verið so galið. Tað er tað heldur ikki í dag, men sjálvandi iðraðu teir seg, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Hjá klaksvíkingum var í útgangsstøðuni alt annað enn sigur ikki nóg gott [...] Hansen var í góðari støðu at taka luftina úr, men hann fekk ikki rættuliga skot á, og so livdi KÍ í vónini. Paul Clapson átti síðsta fótin á, tá ið KÍ javnaði. Hjá sandoyingum hevði eitt stig í útgangsstøðuni
in í EB/Streyma-málinum fekk ikki stórvegis stríð av hesum. Tá smáir tíggju minuttir vóru spældir sleit tað í, EB/Streymarnir bukkaðu ermarnar upp og settust á dystin. Sandoyingar royndu at hanga í og [...] fluttur skjótari og ikki minst tók hann sakina í egnar hendur og bjóðaði sandoyingum av. Besta dømi um hetta var tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik, tá Hans Pauli varð spældur leysur í vinstra borði. Vinkulin [...] punktum Seinasta orðið í dystinum fekk B71 – bæði so og so. Í yvirtíðini fingu teir brotsspark, sum Clayton Soares setti í netið. Ein skuldi trúð, at nú var leyst og liðugt, men so var ikki. Gjøgnum dystin høvdu
sjálvandi ikki í tráð við andan í lógini, at nøkur skulu sleppa undan skatti, men í hesum førinum má bara sigast, at tað hevur verið tingsins vilji. Tú skalt so vera púra vísur í, at tað ikki var mín vilji [...] Einasti av stóru flokkunum, sum enn ikki veruliga hevur meldað greitt út í málinum, er fólkaflokkurin. Men sambært Anfinni Kallsberg, floksformanni, er hetta tó ikki nakað, sum er grundað á ein illvilja [...] sum fyrilá í heyst, var stórt sæð ein avskriving av donsku yvirgangsreglunum. Í Danmark hava tey eisini almenna virðismeting av ognum, og tí kundi hetta gjøgnumførast. Skal tað sama gerast í Føroyum, so
av røttum flokkast í tveir aldursbólkar. Í tí yngra endanum vóru 19 ára gamli Fróði Hansen og 21 ára gamli Pól Esbern Hanusarson. Teir báðir hava at kalla ikki verið at hoyrt alment í Føroyum, men báðir [...] gjørdi ikki nógv burturúr sær sjálvum leygarkvøldið. Hann lat heldur tónleikin tala. Fjøruti ára gamli heimasandsmaðurin hevur drúgvar royndir sum bassspælari í bólkinum »Ravnar«. Men tað er ikki á hvørjum [...] hetta leygarkvøldið. Í síðstu viku vann Brandur Jacobsen seg víðari í finaluna. Hann hevur at kallla goymt seg burtur av føroyska tónleikapallinum, síðani hann gjørdist ársins songrødd í 1991. Á sama hátt
kunnu vera rættiliga vís í, at tað er ikki við beráddum huga, at løgmaður kanska hevur sett stýrisskipanina til viks, so linnandi umstøður eru eisini í málinum. Tí kann tað í mesta lagi enda við eini átalu [...] vísur í, at tað hevur ikki verið við beráddum huga. Tí heldur hann eisini, at tað er heilt burturvið at krevja at løgmaður skal fara frá. So álvarsligt er eitt møguligt brot á stýrisskipanina als ikki. Hann [...] sum setir fullkomnan fríhandil í gildi ímillum tvey lond, má sigast at vera ein týðandi sáttmáli. Men síðani hendir tað, at løgmaður setir tann partin av sáttmálanum í gildi beinanvegin, sum gevur fríhandil
onga løtu í, at hetta kemur at seta uppaftur meira lív í húsið, sigur leiðarin. Trý í nevnd Nes kommuna hevur havt eina skjóttarbeiðandi nevnd sitandi, sum hevur arbeitt við einum tilhaldi, og í nevndini [...] verða við í "ættarpráti" og møguliga lesa tíðindi. Leiðarin, sum sjálv hevur verið á tilhaldinum í Havn nakrar dagar og kunnað seg um, hvat tey gera har, heldur tað vera umráðandi, at tey, sum koma í tilhaldið [...] við stórum veitsluhøli í kjallaranum, stórum køki og tveimum øðrum rúmum, sum kunnu nýtast til endamálið. Eisini eru wcir og brúsumøguleikar tøkir í niðaru hæddini. Hon heldur ikki, at eitt slíkt tilhald
eydnaðist honum ikki at vera í Føroyum í meiri enn nakrar heilt fáar tímar, áðrenn tað gekk heilt galið hjá honum. Hann skuldi halda til í einum húsum, sum arbeiðsgevari hansara hevði leigað í Eysturoy og [...] revsivert í einum ávísum áramáli, verða teir 30 dagarnir lagdir afturat revsingini og tá slepst ikki undan at sita. Í hesum føri var maðurin eisini dømdur eina treytaða fongsulsrevsing í 30 dagar. Men í útl [...] olju og bensini niður í buksubrøkurnar og niður í hosurnar. Men upp aftur álvarsligari var, at hann stjól eisini eina uppvørpu, sum annars kostaði næstan 14.000 krónur. Fyri ikki at verða avdúkaður, fór
skuld í teimum. - Vit eiga skipini; har er eingin skuld. Hann vísir á, at teir alla tíðina hava lagt stóran dent á at gjalda skuldina, sum var í skipunum, men hetta merkir tó ikki, at teir ikki eisini [...] virksemið var í Sandoynni. - Jú, vit keyptu Kolumbus í 1982 við tí endamáli at leggja veiðina upp í Sandoynni, og eisini síðan vit keyptu Nornagest, hava vit lagt flestu lastirnar upp í oynni undantikið [...] Skiparakstur Eftir 1. september í ár verða trolararnir, Nornagestur og Kolumbus, ikki longur heimahoyrandi í Sandoynni. Tað eru brøðrurnir, Edvard, Birgir og Niels Nicodemussen, sum eiga feløgini aftanfyri
aftur? Sum størsta nýbrotið í føroysku innanlands samferðslusøguni, fóru fólk fyrst í farnu øld undir at gera vegasamband millum Skopun og Sand. Framskygd fólk, sum sóu, at eisini í einum fjalla og oyggjalandi [...] nei-sigarar. Ikki bara sambandsfólk. Men stuttligu søgurnar um útsagnir teirra hava verið so seiglívaðar, at tær liva enn í dag. Til dømis tann um sambandsmannin sum helt uppá at føroyski fóturin, ikki varð egnaður [...] betur varð ógjørt. Hví útseta til í morgin, tað sum tú kann gera í dag, kundi verið spurt um komandi Sandoyartunnilin, nú sambandsflokkurin mælir til at útseta verkætlanina. Í nógv ár vóru spurnartekin sett