Mugu seta strikuna í sandin

Bárður Nielsen væntar, at tað ber til at fáa politiska semju um dagføring av kapitalvinningsskattalógini. Higartil hava tríggir av teimum fýra stóru flokkunum sagt seg taka undir við uppskotinum. Fólkaflokkurin hevur enn ikki givið sína tilsøgn, men teir taka undir við endamálinum í hesum

Kapitalvinningur

- Eg veit væl, at tað kann skapa eina ójavnvág, um vit seta eitt mark til eitt nú 31. desember. Men tann ójavnvágin er longu galdandi, og verður einki gjørt, so verður hon galdandi í allar ævir.
Somikið greiður er Bárður Nielsen, sum nú er í ferð við at leggja seinastu hond á uppskotið um eina ajourføring av kapitalvinningsskattalógini. Ein ajourføring, sum fyrst og fremst hevur til endamáls at tippa skattaholið, sum íkom, tá verandi lóggáva varð samtykt. Eitt skattahol, sum politiska skipanin varð væl vitandi um, men sum táverandi landstýrismaðurin, Karsten Hansen, segði seg ongan møguleika hava at tippa. Eisini hóast hann fyri tveimum árum staðfesti óhepnu avleiðingina, sum hetta hevði við sær.
- Tað er sjálvandi ikki í tráð við andan í lógini, at nøkur skulu sleppa undan skatti, men í hesum førinum má bara sigast, at tað hevur verið tingsins vilji. Tú skalt so vera púra vísur í, at tað ikki var mín vilji. Hjá øðrum verða skattareglur broyttar uttan nakra sum helst ávaring, og skalt tú samstundis hava nøkur koyrandi á fyrsta flokki í allar ævir, so er tað ikki nóg gott, ljóðaði greiða staðfestingin sum Karsten Hansen tá hevði um málið.

Hevur stuðul
Útvarpið hevur eisini viðgjørt málið seinastu tíðina, og her er komið fram, at sambands- og javnaðarflokkurin siga seg taka fult undir við ætlaða uppskotinum. Tjóðveldisflokkurin hevur enn ikki sagt seg treytaleyst taka undir við hesum, men sum Karsten Hansen hevur staðfest, so tekur flokkurin undir við aðalmálinum í hesum. Nevnliga at javnstilla alla skatting av kapitalvinningi. Líkamikið, um hesin stavar frá virðisbrøvum, sum eru ognað fyri ella eftir 16. november 2001.
Einasti av stóru flokkunum, sum enn ikki veruliga hevur meldað greitt út í málinum, er fólkaflokkurin.
Men sambært Anfinni Kallsberg, floksformanni, er hetta tó ikki nakað, sum er grundað á ein illvilja mótvegis eini nýggjari skipan.
- Í prinsippinum ganga vit avgjørt inn fyri, at skattingin av kapitalvinningi skal javnstillast. Spurningurin er bara, hvussu hetta verður gjørt.
- Vit gjørdu jú eina nýggja lóg í 2002, og fyri partabrøv, sum eru ognað eftir hetta, er jú eingin trupulleiki. Trupulleikin er, at eftir gomlu lógini hevði tú skattafrítøku fyri vinningi av partabrøvum, sum vórðu ognað fyri 16. november 2001, og tí er umráðandi, at vit vita, hvussu vit kunnu skapa nakrar greiðar yvirgangsreglur.
- Samstundis, so er eisini umráðandi, at hesar verða gjørdar eftir einum leisti, sum letur seg gjøgnumføra. Uppskotið, sum fyrilá í heyst, var stórt sæð ein avskriving av donsku yvirgangsreglunum. Í Danmark hava tey eisini almenna virðismeting av ognum, og tí kundi hetta gjøgnumførast. Skal tað sama gerast í Føroyum, so leggur hetta eitt stórt eykaarbeiði á umsitingina, og spurningurin er tí, hvørt hetta letur seg gera yvirhøvur, sigur Anfinn Kallsberg.
Hetta var atvoldin til, at Fólkaflokkurin í heyst bað um, at viðgerðin av málinum varð flutt nakað.
- Eftir ætlan, so kemur hetta ikki í gildi fyrr enn til komandi nýggjár. Og tí er tað betri, at vit hava góða tíð at viðgera uppskotið, heldur enn at tað varð skrumblað ígjøgnum í øllum arbeiðinum, sum var í heyst. Fyrst og fremst, so ræður um at finna eina loysn, sum er haldbær her í Føroyum og sum letur seg gjøgnumføra, staðfestir Anfinn Kallsberg at enda.