Steypakappingin: EB/Streymur – B71 4-1 (1-0)
Marni Djurhuus legði EB/Streym á sigurskós miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann fekk fótin á eitt hornasparksinnlegg frá John Hera Dam, sum nógvir mans høvdu roynt at sparkað burtur ella í netið.
Inntil tá hevði spælið verið rættiliga óruddiligt, og tað var tað fyri so vítt líka til steðgin. Sandoyingar løgdu bragdliga fyri og sendu einar tvær-tríggjar hálvvandamiklar royndir móti René Tórgarð, men havnarmaðurin í EB/Streyma-málinum fekk ikki stórvegis stríð av hesum.
Tá smáir tíggju minuttir vóru spældir sleit tað í, EB/Streymarnir bukkaðu ermarnar upp og settust á dystin. Sandoyingar royndu at hanga í og megnaðu við hørðum og kontantum spæli at bróta rútmuna, ið EB/Streymur royndi at uppbyggja.
Hans Pauli broytti dystarmyndina
Í seinna hálvleiki broyttist dystarmyndin fullkomiliga, og EB/Streymur fekk nú av álvara glið á spælið.
Hans Pauli kom inn miðskeiðis í fyrra hálvleiki fyri hálvskadda Arnbjørn Hansen, og við honum øktist leikferðin munandi, bólturin varð fluttur skjótari og ikki minst tók hann sakina í egnar hendur og bjóðaði sandoyingum av.
Besta dømi um hetta var tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik, tá Hans Pauli varð spældur leysur í vinstra borði. Vinkulin gjørdist ógvuliga spískur og øll væntaðu eitt innlegg frá víkamanninum. Men Hans Pauli valdi truplu, men ógvuliga flottu loysnina, tá hann lyfti bóltin høgt upp um málverjan og yvir í handara málhorn. Eitt serstakliga flott mál frá Hans Paula.
Raskur fuglfirðingur økti
Fimm minuttir seinni var aftur mál. Hesaferð var tað raski Hanus Eliasen sum beindi bóltin seinasta petti inn um málstrikuna. John Heri reiv seg leysan í vinstru síðu, frá baklinjuni legði hann bóltin inn í fimmmeturin, har Hans Pauli royndi seg úr stuttari fjarstøðu. Símun Rógvi Hansen var knappur og bjargaði, men Hanus Eliasen var kvikur á returinum og skoraði.
EB/Streymur fekk fleiri kjansir aftrat og ein teirra endaði í netinum, tá farið var út um vanligu leiktíðina. Eitt gott álop endaði við, at Hanus Eliasen legði bóltin tvørtur um úr høgru síðu til Sorin, sum klossaði bóltin í netið til 4-0.
B71 setti punktum
Seinasta orðið í dystinum fekk B71 – bæði so og so. Í yvirtíðini fingu teir brotsspark, sum Clayton Soares setti í netið.
Ein skuldi trúð, at nú var leyst og liðugt, men so var ikki. Gjøgnum dystin høvdu EB/Streymarnir hug at fýlast at harða spælinum frá sandoyingum, og langt inn í yvirtíðina kvitteraði Hans Pauli við eini harðari takling móti einum B71-ara. Hetta fekk øði í sandoyingar og ikki minst Wellington, sum slóð Hans Paula í nakkan. Reytt kort til Wellington og gult til Hans Pauli fyri taklingina.
Ikki eitt mál ov nógv
EB/Streymur var munandi betri enn B71, serliga í seinna hálvleiki og sigurin var ikki eitt mál ov stórur.
EB/Streymur er víðari í steypakappingini, B71 er úti. Málið hjá teimum er tó fyrst og fremst at varðveita sætið í bestu deildini.
“Eftirsum at vit í ár eru sokallaðir “underdogs”, er neyðugt at allir taka ábyrgd av at spælið flýtur so væl sum møguligt. Tíverri kundi hetta ikki sigast um spælið í dag...” staðfestir heimasíðuverturin hjá B71, og tað so satt sum tað er sagt.










