Pensjónistar í Nes kommunu fáa nú dagtilhald

Um stutta tíð letur dagtilhald fyri eldri upp í eldrasambýlinum, Vesturskini á Toftum. Leiðari er settur fyri tilhaldið, og tað er Elin Dahl Kastalag av Glyvrum

Dagtilhald

Herfyri skipaði Kvinnufelagið á Toftum, har Jansy Olsen er formaður, fyri fundi við evninum: "Hvussu varðveita vit lívsvirðið, tá ið vit eldast"?
Eini 80 fólk møttu til upplýsandi fundin, og hetta var nógv meira, enn fyrireikararnir høvdu droymt um.

Góður fundur
Av Toftum verður sagt, at hetta var ein ógvuliga góður og ikki sørt stuttligur fundur ein fundur bæði til gamans og álvara.
Tey, sum høvdu framløgurnar, vóru Katrin Dahl, sum er pensjónerað sjúkrasystir og fyrrverandi býráðslimur í Havn, Vanja Petersen, sjúkrasystir og leiðari fyri Tilhaldinum í Havn og Sofus Joensen, sálarlækni.
Jansy Olsen hevði eisini ymiskt at bera fram, og tað høvdu onnur, sum vóru við á fundinum, eisini.
Tórður Mikkelsen, sum er toftamaður og tíðindamaður, var orðstýrari, og tað var ikki sørt, at hann hevði onkra "góða" at fortelja inn ímillum framløgur og hugnaligt prát um viðurskiftini hjá teimum eldru og gomlu.

Dagtilhald
Ynski hevur verið um at skipa fyri einum dagtilhaldi, nú Nes kommuna eigur snotuligt eldrasambýli, og tað er ikki minst Kvinnufelagið á Toftum, sum hevur slóðað fyri ætlanini.
Tað eru soleiðis Nes kommuna og Kvinnufelagið í felag, standa aftanfyri dagtilhalið, sum verður fíggjað við peningi, ið tað almenna letur til forsorgararbeiði.
Elin D. Kastalag, leiðari fyri tilhaldinum, sigur, at almennur fundur verður um tilhaldið á Vesturskini, 27. sepbember klokkan 16, og ætlanin er, at tilhaldið letur upp fyri pensjónistum í Nes kommunu klokkan 14 dagin eftir, nevniliga mikudagin 28. september.
Ætlandi verður tilhaldið opið hvønn dag frá klokkan 14 til 18.
- Mín uppgáva verður at skapa karmarnar um og at hjálpa teimum eldru og gomlu at realisera síni ynskir.

Sjálvsábyrgd
Elin D. Kastalag sigur, at ætlanin er at hava fastar skráir fyri hvønn dagin, soleiðis at fólk vita, hvat er á skránni, tá ið tey koma í tilhaldið.
- Enn er ikki alt komið upp á pláss, men vit fara at skipa fyri eitt nú fyrilestrum ella frásøgu, fimleiki, sangi og øðrum ítrivstiltøkum. Ætlanin er eisini at útvega okkum einar tvær teldur, har tey eldri og gomlu kunnu verða við í "ættarpráti" og møguliga lesa tíðindi.
Leiðarin, sum sjálv hevur verið á tilhaldinum í Havn nakrar dagar og kunnað seg um, hvat tey gera har, heldur tað vera umráðandi, at tey, sum koma í tilhaldið á Toftum, hava eina nokso stóra sjálvsábyrgd av tí innihaldi, sum tilhaldið verður karmur um.
- Tað var sera áhugvera at síggja, hvat tey gera í Havn, og eg haldi, at Vanja Petersen er ein sera dugnaligur leiðari, sigur hon.

Gott tiltak
Anna Jacobsen, sum er dagligur leiðari á eldrasambýlinum á Toftum, heldur, at hugskotið við tilhaldinum er gott.
- Vit hava góðar umstøður til eitt slíkt tilhald við stórum veitsluhøli í kjallaranum, stórum køki og tveimum øðrum rúmum, sum kunnu nýtast til endamálið. Eisini eru wcir og brúsumøguleikar tøkir í niðaru hæddini.
Hon heldur ikki, at eitt slíkt tilhald fer at taka nakað frá eldrasambýlinum.
- Nei, eg trúgvi, at tað verður øvut, tí fólk, sum búgva á eldrasambýlinum, kunnu eisini fáa nakað burtur úr, at skipað verður fyri tiltøkum fyri pensjónistum, sum ikki búgva á sambýlinum.
Anna Jacobsen heldur, at fólk, sum ikki eru pensjónistar, saktanst kunnu hjálpa til við at aktivera tey, sum eru eldri.
- Vit fegnast um, at tilhald nú verður í húsinum, og vit ivast onga løtu í, at hetta kemur at seta uppaftur meira lív í húsið, sigur leiðarin.

Trý í nevnd
Nes kommuna hevur havt eina skjóttarbeiðandi nevnd sitandi, sum hevur arbeitt við einum tilhaldi, og í nevndini hava sitið; Petur í Túni (fyri kommununa), Anna Jacobsen (fyri eldrasambýlið) og Jansy Olsen (fyri kvinnufelagið).