Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður og borgarstjóri
ella er tað nakar sum kundi hugsað sær at fylt holini aftur?
Sum størsta nýbrotið í føroysku innanlands samferðslusøguni, fóru fólk fyrst í farnu øld undir at gera vegasamband millum Skopun og Sand. Framskygd fólk, sum sóu, at eisini í einum fjalla og oyggjalandi varð alneyðugt at betra um samferðsluna, skuldi framburður vera fyri land og fólk. Eisini tá vóru nógvir nei-sigarar. Ikki bara sambandsfólk. Men stuttligu søgurnar um útsagnir teirra hava verið so seiglívaðar, at tær liva enn í dag. Til dømis tann um sambandsmannin sum helt uppá at føroyski fóturin, ikki varð egnaður til veggongu. Vegurin millum Skopun og Sand kom, sá og sigraði á afturhaldinum. Og soleiðis verður eisini við Sandoyartunnlinum. Spurningurin er bert um vit ynskja at vera á tí endanum av togtoganartognum, sum hálar sigurin í land, ella tí partinum sum mótstríðandi verður drigin um málstrikuna.
Royna vit hesi eksperimentini, sum undiryvirskriftin sipar til, tað at spola filmin aftur, so síggja vit hvussu vónleyst ein kann vera avstaðfarin, um tú gongur móti tíðarinnar ráki. Og tað kanska serliga tá ið um tøkniliga menning ræður. Tað eru í dag ógvuliga fá sum ímynda sær eina verð uttan bilar, flogfør, teldur og telefonir. Tankin verður so utopiskur, at flestu okkar skúgva hann til viks beinanvegin. Nøkur fá treisk vilja altíð vera, sum halda uppá at betur varð ógjørt.
Hví útseta til í morgin, tað sum tú kann gera í dag, kundi verið spurt um komandi Sandoyartunnilin, nú sambandsflokkurin mælir til at útseta verkætlanina. Í nógv ár vóru spurnartekin sett við tunnilsverkætlanir undir sjógv. Eru tær nóg tryggar, bera tær til tøkniliga, eru tær ikki ov kostnaðarmiklar? Alt spurningar sum høvdu sítt pláss áðrenn okkara fyrsti undirsjóvartunnilin sá dagsins ljós. Relevantir, kritiskir spurningar, sum vit í dag kenna svarið uppá. Øll svarini siga at tað ber til, eisini fíggjarliga. Til dømis kann í dag fáast ein Sandoyartunnil, sum er meira enn tvær ferðir so langur sum Vágatunnilin, fyri fystu kostnaðarmetingina av Vágatunnlinum.
Sentraliseringin er øgilig rundanum okkum, og støðan í Føroyum stendur ikka aftanfyri í so máta. Eirindaleysa sentralstýringin og savnanin av øllum tí sum krúpa kann, er ikki dragnað eini kyrrindir. Egingleðin um egna framgongd, vinnur á atlitunum til tey, sum kanska ikki klára at dystast á jøvnum føti. Sum ein glotti og mótvekt til totala decentrala kollapsið, eru Vágatunnilin og Norðoyatunnilin varðar á leiðini, í royndini at menna allar føroyar sum livandi staður hjá øllum okkum, sum hava arva rættin til landið. Tíbetur hómast framburður í áðurnevndu økjum.
Undir hesari samgonguni er staðfest at stættarmunurin er vaksin. Skulu vit nú grava eina djúpa gjógv millum suður og norður í Føroyum, har tað ríka norðurøki, eins og í Italiu, spakuliga seigpínur tað fátækra og víkjandi suðurøki. Lættasta loysnin er uttan iva tann hjá sambandsflokkinum, at útseta bjargingartiltøkini. So fáa vit júst somu sjúkueyðkenni í Suðuroy og Sandoy, sum vit síggja á útoyggj í dag. Og bíða vit nóg leingi, so er eingin eftir at gera vart við seg. Minnist meg rætt, so er hettar ein gongd, sum búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss, hevur gjørt vart við og ávarað ímóti. At hann nú er høvuðstalari fyri at steðga eini tunnilstilgongd sum lá í tryggari legu, samtykt í tveimum fíggjarlógum av samdum løgtingi, er óskiljandi.
Gerast Sandoyggin, og Suðuroyggin við, ikki sum skjótast partur av samrunnað meginøkinum, dragnað vit uppaftur skjótari enn higartil. Vit hava ikki ráð at kvetta suðurøki burturúr føroyakortinum.
Fyri føroya søk. Tíðin er búgvin at hugsað langt, djarvt og samhaldsfast. Tíðin er búgvin til Sandoyartunnilin, nú!