- Tað verður eitt krav, at lønirnar skulu hækka.
Tað staðfestir forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.
Tann 30 apríl ganga sáttmálarnar ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar út og allir sáttmálarnir eru sagdir upp.
Sostatt skulu samráðingar um nýggjan sáttmála vera í næstum.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at øll tey fimm arbeiðarafeløgini hava avtalað at samráðast í felag.
Tey eru Føroya Arbeiðarafelag, Arbeiðsmanna- og Arbeiðskvinnufelagið í Havn og bæði feløgini í Klaksvík.
- Í løtuni tosa arbeiðarafeløgini um at samskipa sáttmálakrøvini tað arbeiðið er ikki liðugt enn, sigur Ingeborg Vinther.
Men hon staðfestir samstundis, at ongin ivi er um, at lønarhækking verður eitt av krøvunum til arbeiðsgevararnar.
Men onnur krøv verða eisini.
Hon vísir á, at nú eru heili fýra ár síðani, at sjálv lønin hækkaði seinast.
- Tá ið seinasti sáttmálin varð gjørdur í 2005, kom ikki eitt oyra upp á sjálva lønina. Vit fingu 2,5% afturat, men tey fóru øll til eftirløn, tí nógvir av okkara limum raðfesti hetta hægri enn at fáa eina beinleiðis lønarhækking.
- Samstundis mettu vit, at tíðirnar vóru ikki tær bestu til lønarhækkingar, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.
Hinvegin staðfestir hon eisini, at hesi bæði seinastu árini, hevur rættilig gongd verið á samfelagshjólunum og tíðirnar hava verið góðar.
- Arbeiðsloysið hevur verið tað lægsta, síðan ALS varð stovnað, so nú skuldu líkindi verið til at givið teimum lágløntu lønarhækking, sigur Ingeborg Vinther
- Samstundis er tað dýrari at liva í dag, enn tað var, tá ið tey tímaløæntu fingu tað seinastu, beinleiðis lønarhækkingina í 2003, leggur hon afturat.
Men, hvussu stórt lønarkravið verður, kann hon onki siga um enn, tí tað skulu tey fimm arbeiðarafrløgini avgera í felag.
Annars sigur hon eisini, at arbeiðarafeløgini eru opin fyri at gera ein longri sáttmála enn tey vanligu tvey árini fyri at fáa trygg viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.
Men tað veldst sjálvandi um, hvørjar sømdir feløgini fáa afturfyri at gera ein trý ára sáttmála, fyri at nevna eitt dømi.
Ingeborg Vinther heldur, at tað er umráðandi, at øll arbeiðarafeløgini standa saman og vísa
styrki og samanhald, nú samráðingar standa fyri framman.
Truplar samráðingar
Annars væntar Ingeborg Vinther, at tað kann gera samráðingarnar serliga truplar, at landsstýrið ikki kemur við eini greiðari fráboðan um, hvat ætlanin er á eftirlønarøkinum.
- Vit fáa at vita, at øll skulu betala 15% í eftirløn.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag heldur, at hetta kann fáa keðiliga ávirkan á lønarsamráðingarnar um nýggjan sáttmála.
- Tað eru feløg, sum longu hava 15% í eftirløn, ella sum koma upp á 15% í næstum. Hesi feløg kunnu ekkaleys lata allar hækkingar fara beinleiðis upp á sjálva lønina. Men arbeiðarafeløgini, sum ikki hava meiri enn gott 6% í eftirløn, mugu alla tíðina hugsa um, at lata ein part av hækkingum fara upp á eftirlønina ístaðin fyri til beinleiðis lønarhækking.
- Sostatt hevur útspælið frá landsstýrinum um eftirløn skert okkara samráðingarrætt munandi og tað fer at føra til, at gjógvin ímillum tey lágløntu og tey betri løntu, verður enn djúpari, enn hon er nú.
- Men tað eru eisini onnur viðurskifti í útspælinum hjá landsstýrinum um eftirlønina, sum órógvar upp undir sáttmálasamráðingarnar.
- Spurningurin er, hvussu eftirlønin skal skattast. Tað er eisini ein spurningur, hvussu verður til við Samhaldsfasta. Vit betala frammanundan til okkara egnu eftirløn og vit betala eisini til Samhaldsfasta. Men kemur landsstýrið nú við eini nýggjari eftirlønarskipan afturat, skulu vit betala til heilar tríggjar eftirlønir og tað gongur ikki, sigur Ingeborg Vinther.
Tí heldur hon, at tað er ómetaliga keðiligt, at landsstýrið ikki er komið við eini púra greiðari fráboðan um eftirlønina.