tá oljufólkini byrja at streyma inn í landið. Tað var djarvt av løgmanni at taka hetta upp, haldi eg. Tað einasta Jenis av Rana hevur at fílast á viðvíkjandi nýggjársrøðuni er, at hon ikki var serliga [...] løgmaður tykist at vera í røðu síni, sigur Jenis av Rana í eini viðmerking til nýggjársrøðu løgmans. Tí var tað hvørki óhóskandi ella ófólkaligt av løgmanni at finnast eitt sindur harðliga at teirri viðferð [...] stjórnin virða. Kundi verið djúpri Jenis av Rana dámdi væl røðuna hjá løgmanni og rósar honum fyri at tora at taka upp málið um skaðiligu árinini, ið standast kunnu av komandi oljuvinnuni. ? Hesi oljufólkini
kompromis, bert at vísa samkenslu, at lta sær lynda, at tosa eftir munninum, góðtaka ella, sum mangan verður gjørt, at lýsa sokallaða signing yvir eitt lív í ófrælsi, eitt lív í synd. Ynski Frelsarans [...] teimum, ið fór fram at verða biðin fyri, var fransmaður í bestu árum, men deyðamerktur av AIDS. Hann kendi ikki Jesus, men var boðin við av vinum, ið høvdu trúgv fyri at Frelsarin fór at frelsa, grøða og [...] Hansara er, at tú og eg, hóast feilandi og máttleys í okkum sjálvum, sum sendiboð í Hansara stað skulu bera hetta frælsið til onnur. Hann hevur aldrin ætlað og ongantíð sett hin trúgvandi at boða eitt kompromis
Nú skal ferð koma á arbeiðið at umskipa viðurskiftini millum land og kommunur, soleiðis at partarnir fáa eitt greitt uppgávubýti at halda seg til. Hetta hevur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sett sær fyri [...] fyri. Tí hevur hann gjørt av at skipa hetta arbeiðið sum eina verkætlan, og fer hann tí í næstum at seta ein arbeiðsbólk at gera arbeiðið. Arbeiðsbólkurin skal vera undir leiðslu av Løgmansskrivstovuni, og [...] soleiðis, at Løgmansskrivstovan og umboðini fyri kommunufeløgini verða kjarnan, meðan umboðini fyri aðalstýrini eru við tá staðfest og raðfest verður. Arbeiða í tveimum umførum Ætlanin er, at verkætlanin
lagt seg eftir at skipa fyri ymsum undirhaldstil tøkum. M. a. verða fleiri mótasýningar og eisini hevur tað eydnast fyrireikarunum at fáa fleiri av okkara fremstu sangarum og tónleikarum at framføra á pallinum [...] Tá var farið undir at seta básarnar upp og hósdagin var fínpussingin gjørd. Tá framsýningin letur aftur sunnukvøldið hava eini 200 hjálparfólk verði í gongd fyri at fáa tiltakið at hanga saman. Opið verður [...] drúgva tíð at fyrireika eina slíka stevnu. Fyrireikararnir hava verið í gongd síðan einaferð í juni mánað og nú góðar fýra mánaðir seinni fer stevnan av bakkastokki. Ikki kann sigast annað enn at Marko ?98
Tá tað eydnaðist at fáa bátarnar avstað, soleiðis sum tað eigur at verða gjørt, hevði Jarnbardur besta startin. Riddarin úr Miðvági hekk uppi í eina løtu, men so orkaðu tær ikki at fylgja við, og tá hálvt [...] bátslongd. Men so gjørdu tær umborð á Gongurólvi eina orduliga roynd fyri at vinna fremsta plássið. Tað sá út til, at møguleiki var fyri, at tað skuldi eydnast, men tær á Jarnbardi vóru treiskar, svaraðu aftur [...] á Gongurólvi fóru eitt sindur niður í ferð, tá tað ikki eydnaðist teimum at taka fyrsta plássið, og á málinum var um reppið, at tær umborð á Lómi tóku næstfremsta plássið. Á málinum var fjarstøðan millum
Hóast tað ljóðaði í summar, at forsætisráðharrin kom á arbeiðsferð í Føroyum, og at tað mest var fyri at vitja Javnaðarflokkin, so er líkt til, at ætlanirnar eru eitt sindur broyttar, nú hann vitjar í [...] 10. - 14. september. Umframt at fundast við Landsstýrið og Løgtingið, verða eisini stundur at fara á stovnsvitjan, halda røðu á Landsfundinumhjá Javnaðarflokkinum, um framt at ferðast kring landið. Nyrup [...] Nyrup Rasmussen og Jóannes Eidesgaard til Suðuroyar at vitja. Forsætisráðharrin hevur áður sagt við formannin í Javnaðarflokkinum, at hann vil sleppa at uppliva oynna, náttúruna og fólkið, ið har býr, sum
út úr Europa Cup, og tað er einki at liggja omaná, at serliga hjá HB var vónbrotið stórt yvir eyðmýkjandi 4-0 tapið, sum hevði við sær, at 2-0 sigurin á heimavølli verður nógv minni týdningarmikil, enn hann [...] Dysturin hesa ferð er sannur lagnudystur fyri B36. Um teir tapa, so er longu so at siga greitt, at teirra leiklutur í kappingini um at røkka millum tey fremstu og harvið vinna rættin til europeiska luttøku komandi [...] Cup hevur FSF givið loyvi til, at grannauppgerðin ímillum tey bæði havnarliðini er flutt, so hon ikki verður avgjørd fyrrenn mánakvøldið. Felags fyri bæði liðini er, at tey í hesari vikuni eru send út
viðgerð í løgtinginum at døma, er líkt til, at uppskotið verður samtykt. Tí hava undirritaðu fakfeløg havt fund saman. Feløgini eru komin ásamt um at biðja sínar limir um ongantíð aftur at velja teir tinglimir [...] Fólkafloksins at seta allar lønir niður. Grundgevingin er og hevur verið, at lønarlagið í Føroyum er ov høgt. Men hetta er ikki satt. Londini, vit sammeta okkum við, hava hægri lønarlag enn vit. At síggja til [...] tinglimir, sum atkvøða fyri hesum uppskoti. Vit halda, at allir borgarar skulu vera líka fyri lógini, skattalógin skal ikki vera nakað undantak. Undranarvert at tílíkt uppskot kemur fram meðan samfelagið enn ikki
kom heim til Føroyar, og hetta var orsøkin til, at Ólavur í Kirkjstovuni fór at fotografera. - Vanligt var, at man fór til Ólavs sunnudag seinnapart ?at taka seg av? sum tað varð rópt tá. Nakrar gamlar [...] Hans Hansen (1862-1940) og Ólavur Hansen (1867-1958). ?At taka seg av? Sofía fór til Noregs, har hon lærdi seg at fotografera. Í 1896 kom hon heim at ferðast, men gjørdist sjúk og doyði bert 35 ára gomul [...] Avlamisheiminum í Vágum, verður greitt frá familjuni hjá Ólavi í Kirkjastovuni, sum fór at fotografera eftir at sytirin so brádliga doyði. Hjúnini Johannes Hansen og Maren Olesdatter, vanliga nevnd St
Sosialurin skilur, at oljufeløgini bert ynsktu at presentera seg, nú Føroyar hava fingið ein landsstýrismann í oljumálum burturav. Tað nýggja í hesi vitjan er so eisini, at nógv bendir á, at eitt vit fyrsta [...] síðulinjuni og bíðað. Nú bendir nakað á, at hesi trý feløgini fara at leggja royndir og kreftir saman fyri harvið betri at kunna gera seg galdandi á føroyska økinum. Total, sum er franskt oljufelag, telist [...] fyrsta dagin fara at fáa eitt nýtt oljusamtak, sum ætlar sær at vera við í eini fyrstu útbjóðing. Higartil hevur Saga Petroleum verið einsamalt, meðan Total og Anadarco meira ella minni hava staðið úti á s