Forvitnislig myndaframsýning á Ellisheiminum í Vágum

Uml. 200 myndir frá fyrst í hesi øldini eru á myndaframsýningini sum Ellis- og Avlamisheimið í Vágum skipar fyri. Framsýningin letur upp kl. 16 í dag.

Í skrivi frá fyrireikarunum av myndaframsýningini sum letur upp í dag kl. 16 á Ellis- og Avlamisheiminum í Vágum, verður greitt frá familjuni hjá Ólavi í Kirkjastovuni, sum fór at fotografera eftir at sytirin so brádliga doyði.

Hjúnini Johannes Hansen og Maren Olesdatter, vanliga nevnd Stinu-Jóannes og Marjun, búðu í Kirkjastovuni í Miðvági. Børn teirra vóru: Sofía Hansen (1861-1896), Hans Hansen (1862-1940) og Ólavur Hansen (1867-1958).


?At taka seg av?

Sofía fór til Noregs, har hon lærdi seg at fotografera. Í 1896 kom hon heim at ferðast, men gjørdist sjúk og doyði bert 35 ára gomul. Hennara myndaútgerð kom heim til Føroyar, og hetta var orsøkin til, at Ólavur í Kirkjstovuni fór at fotografera. - Vanligt var, at man fór til Ólavs sunnudag seinnapart ?at taka seg av? sum tað varð rópt tá.

Nakrar gamlar glasplátur hava verið í varðveitslu hjá familjuni í mong ár, hesar plátur eru framkallaðar nú og uml. 200 myndir síggja brádliga dagsins ljós, og sagt verður, at myndirnar sum heild eru sera klárar, tá ið hugsað verður um útgerðina tá.

- Við hjálp frá eldri fólki úr bygdini, hava vit longu staðfest út við helvtina av myndunum, hvørji fólkini eru, men vit vóna at nógv koma á framsýningina, so vit kanska fáa staðfest restina av myndunum, sum eru úr allari oynni, verður sagt í skrivinum frá fyrireikarunum.

Framsýningin er í dag kl. 16-20 og í morgin frá kl 16-20.