dømi er tað, sum nú er farið fram í København í samband við skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, har ein føroysk genta hevur fingið blóð, sum latið er av donori, ið seinni er testaður HIV positivur. Hesin [...] Føroyum. Ikki tí. Føroyska pressan hevur sum heild verið rættiliga sámulig í so máta. Og stundum kanska í so sámulig, tí tað eru hóast alt mál, har pressan eigur at vera nærgangandi. Hinvegin eigur pressan [...] ummælinum hjá pressuni millum manna, um slíkt ikki sást á prenti aftur. Og samstundis kundi tað verið ein læra til teirra, sum fegin vilja sleppa í fjølmiðlarnar, men ikki hava mansmót og -hjarta til at standa
svie, so eru vit nøgd. Hetta er ein spurningur um meira enn pengar. Talan er um viðurskiftini millum tvær tjóðir. Latið okkum hvør í sær rudda upp hjá hvørjum øðrum. Eins væl og vit royna at skilja hvat [...] skelkandi lesnaður. Føroyingar eru snýttir og villleiddir og hava ikki fingið tær informatiónir, sum ein partur í einum so stórum álvarsmáli til eina og hvørja tíð eigur at fáa. Talan er um manglandi og skeiva [...] millumvegurin. NÚ hesi mál eiga so stóran part av almenna tjakinum mugu vit ikki gloyma eitt tað kanska mest týðandi málið og sum er grundarlagið undir øllum øðrum, nevniliga rætt okkara til livandi ríkidømið
ella Ekstrablaðið. Øll róptu og geylaður tey við ein mun, hvussu ørar íløgurnar vóru í Føroyum. Ikki ein spurningur um, hví Oyggjarvegurin mátti hava ein avloysara. Einki við at skilja, at her var talan [...] bankafólk og politiskarar væl stuðlað av ávísum lítiðvitandi og sensatiónshungrandi miðlafólki, sum eru ein høvuðsatvoldin til alla hesa ólukku. Júst orðið arroganca dekkar hetta so væl, tí hesi betrivitandi [...] bæði danir og føroyingar vunnið. Kanningin hevur reinsað luftina millum hesi bæði fólk, og tað var kanska tða besta hon kundi gera. Restin eigur nú at koma av sær sjálvum.
við danir um endurgjald. Hvussu stórt hetta endurgjald skal vera, er kanska ringt at siga beint nú, men tað er eingin ivi um, at ein týðandi partur av uttanalndsskuldini eigur at vera kliptur av. Tað hevur [...] til val, at samgonguflokkarnir kanska tora at byggja sín politikk á egin sjónarmið, at væntast kann, at málið hesaferð verður tikið til viðgerðar, hóast úrslitið kanska verður, at løgmaður skrivar út val [...] í dag er kortini: Hvat nú? Hvat er nú at gera? Skulu vit bara halda fram á sama hátt sum higartil, eins og Edmund Joensen sigur? Skulu vit slíta frá Danmark, ella skulu vit broyta heimastýrisskipanina,
okkum í marknatrætuni. Spurningurin er so, um hann er førur fyri at gera nakað. Ella spurningurin er kanska heldur: hvat vilja vit og her er tað aftur løgmaður, sum hevur seinasta orðið, hvat vilja vit hava [...] var sera heppið, at samráðingarleiðslan kom yvir á føroyskar hendur og at vit í Árna Olafssyni fingu ein góðan og kompetentan leiðara. Men tá vit nú hyggja í bakspeglið, so minnast vit eisini, at samband [...] okkum samráðingarleiðsluna. Spurningurin er um ikki júst henda avgerðin var skilagóð, tí neyvan hevði ein donsk samráðingarleiðsla hildið so fast uppá føroysk krøv sum okkara egna hevur megnað tað hesi árini
at havt fingið ein annan stjóra, áðrenn gamli stjórin gavst? HIGARTIL hevur skeiðið hjá Framtaksgrunninum ? eins og hjá Fiskavirking og Fiskasøluni ? verið merkt av trupulleikum, sum kanska ikki er so løgið [...] hon hevði eina ávísa, kanska størri, skyldu mótvegis starvsfólkum og føroyska almenninginum. T.D. átti nevndin at havt boðað starvsfólkum og politisku myndugleikunum frá, og kanska sent út eitt tíðindaskriv [...] helt hann, at hann skuldi bara halda á eftir ársskiftið, tí tað var ikki eydnast leiðsluni at finna ein eftirmann. Men nei, gamlaársdag fekk hann boð at gevast. HETTA merkir, at tá stjórin í Fiskavirking
TAÐ er ein væltalandi og í hvussu er úteftir vælmeinandi danskur forsætisráðharri, sum vitjar Føroyum í hesum døgum. Eftir at tøgnin hevur valdað nú í fleiri ár - eftir at føroyskir politikarar oo. aftur [...] vandi fyri, at forpestaðu viðurskiftini millum føroyskt og danskt fara at standa við - og hvør veit - kanska eisini versna. Eitt val stendur fyri durum, og tað kann skjótt koma at virka sum katalysatorurin
ambuteraði samgongu. MÍN sann ein stórur biti at svølgja. Spurningurin er so, hvat fer at koma burtur úr hesum stórmálum og hvussu úrslitini fara at gagna okkum! VIT kunnu kanska býta hetta upp í tveir hø [...] staðið uppá spæl hjá Føroyum, sum komandi ár ber boð um. Úrslitið av bankakanningini verður greitt, og ein ella onnur avgerð skal takast í marknatrætuni við Bretland. Aftrat hesum kemur vitjan Nyrups í Føroyum [...] á føroyskum øki nakrantíð. Her eru tvinnanda trupulleikar at taka støðu til. Fyri tað fyrsta, nær ein útbjóðing kann verða, og harnæst, hvussu vit áseta skatt og aðrar treytir/reglur fyri komandi leitingini
sum hann hevur havt tilknýti til, er sera positivt, ja at í honum eiga Føroyar ein góðan mann. Og hetta var nettup eisini ein av orsøkunum til, at hann stóð á odda fyri bæð Oljuráðleggingarnevnd og samr [...] nevndini frá. Ein slík avgerð má skapa ristingar í øllum oljuumhvørvinum heima sum burturi. Og spurningurin er, um ikki sami løgmaður sum hevur biðið fólk standa saman, nú hevur sett ein kíla í hjólið [...] eini marknasemju. Bretar hava við at skjóta upp miðlinjuna sum fiskimark skapt ein presedens. Teir hava skapt sær sjálvum ein trupulleika, sum teir mugu vísa vilja til at loysa. Harvið er ikki sagt, at vit
Føroyum, tí eftir teimum upplýsingum, sjónvarpssendingin »Eitt ríkið fyri ein banka« kundi borðreiða við, visti forsætismálaráðið og kanska eisini forsætismálaráðharrin um ráðagerðina hjá »Føroyabólkinum«, f [...] í andstøðu vísir einki annað, enn at hesir flokkar eru ikki politiskt búnir at stýra Føroya landi, eins og hon vísir eina politiska ómegd og óhøviskni, sum vanliga ikki eyðkennir føroyingin. VÍST er Poul