Sjómansheimið har endað verður. Í fjør vann Guttorm Sørensen Heiðarenningina í tíðini 26,00 minuttir Hóast rennikappingin sunnudagin er tann seinasta í ár, og tann seinasta í hesum túsundáraskiftinum, so [...] nærkast eisini túsundára skiftið. Í tí sambandi eru nógv, sum fegin vilja hava avrikað eitt ella annað áðrenn vit fara inn í eitt nýtt túsundára skeið, og er tað at vera við í eini rennikapping, ja, so er at [...] rennikapping í Runavík, og hendan rennikappingin er sum sagt tann seinasta, sum vit vita um í øllum førum. Teinurin, sum runnin verður, er 7,2 kilometrar langur, og byrjar við Sjómansheimi í Runavík. Haðani
Nýggjan virkisbygning í 1954 Í 1954 fluttu Farodane í egnan virkisbygning við Tinghúsvegin í Havn. Har kom skrivstovuútgerð, sum fyritøkan selur burturav í dag, inn í myndina. Í byrjanini vóru bert sk [...] Herup í 1941 arbeiði á skrivstovuni hjá J. F. Kjølbro í Klaksvík og var har í átta ár. Børge Husted-Andersen Børge Husted-Andersen, landsrættarsakførari, varð føddur 28. september 1905 í Trustrup í Danmark [...] Herup Olsen gjørdist stjóri í Farodane í 1983. Heilsøluvirksemið varð støðugt vaksandi, og í 1980 varð nýtt hús bygt uppi í Hoyvík, Brekkutún 3, har felagið nú húsast. Fyrst í sjeytiárunum góvust Farodane
vandan og svumu í ódnarveðrinum út eftir tíggju ára gamla dronginum, sum hóast í svárari neyð, kláraði at halda sær uppi. Beint eftir bjargingina søgdu teir báðir, sum í ein munn, at tað var løn í sær sjálvum [...] seinnapartin hósdagin tann 9. september. Arbeiðsdagurin á Sosialinum var farin at halla tá røringur kom í í grannalagnum; ein drongur var farin á sjógv, og lá og rópti um hjálp einar 70 metrar út frá landi. [...] sløkkiliðið í Havn av at boða Carnegies Belønningsfond for heltemod frá hendingini og nú fáar dagar undan jólum kom eykalønin. Ein kekkur upp á 10 túsund til hvønn teirra fyri at hava sett lív sítt í váða fyri
ikki fara fram í skaldsøguni, akkurát tá ið teir fóru fram í veruleikanum. Tinganes brann 30. januar 1673 - í skaldsøguni 13. mai 1670 - og admiralurin Jens Rodsten kom til Føroya í august 1670 at taka ímóti [...] Jonas, sum er prestur í Romsdalen í Noreg, sum liggur næstan áraka Føroyar. Vinmenninir eru sostatt sendir út í hvør sín útjaðara á ríkinum. Ferðin hjá tí nýggja prestinum norður í hav er ikki við mýkindum [...] bókin innlit í lastir og óndskap, hvussu tað ótýdliga er uttan mark. Tað gátuføra í mannalyndinum, trupulleikin at skilja ikki bara egnar grundir, men eisini tær hjá øðrum, er eitt høvuðstema í skaldsøguni
fram í Helsingfors, har bæði svenskir og finskir politikkarar gjørdu vart við seg í týðandi málum. Tann álendska Lusian hevði ein strævnan dag í dag, lesi eg í Tidningen Åland, sum er komin út í kvøld [...] handlum, bankum, á gongugøtuni o.s.fr. Klokkan seks í kvøld luttóku tær í guðstænastu í størstu kirkjuni í Mariuhamn. Og eftir guðstænastuna vórðu tær koyrdar í hestavogni gjøgnum býin, meðan túsundtals álendingar [...] hetta er 13. desember. Fyri tey flestu í vesturheiminum bert ein av teimum 24 døgunum í desember mánaði, meðan bíðað verður eftir jólunum. Men ikki fyri tann, ið býr í tí svenskt talandi partinum av Norðurlondum
teimum báðum seinastu dystunum í bestu mansdeildini. Leygardagin tekur Kyndil móti KÍF, og lítið er at ivast í, at tað verða grønu havnarmenninir, sum vinna sær stigini í hesum dysti. Somuleiðis er sunnudagin [...] landskappingin hjá monnunum er farin í tvíningar. Ein veruleiki, sum eisini kom til sjóndar, tá Kyndil hóskvøldið gjørdist seinasta liðið, sum leikti seg í hálvfinalurnar í steypakappingini, har eisini VÍF [...] ikki greitt, nær hesin dystur verður leiktur, men allarhelst verður tað ikki fyrr enn eina ferð í januar mánaði. Sjálvsagt er hetta ein keðilig støða, men veðrið fáa vit so ikki gjørt nakað við. Leygardagin
síðstu dystirnir í norðurlendsku kappingini skulu vera í januar í 2001, og teir verða allir í innandura hallum. Svøríki og Finnland skulu spæla í Svørík, Danmark og Ísland skulu spæla í Danmark, og føroyingar [...] og Ísland skulu spæla í Svøríki og Finnland og Noreg skulu spæla í Finnlandi. Síðsti dysturin hjá føroyska landsliðnum í ár 2000 verður 15. november. Hann verður í innandura høll í Svøríki. Tað er avgjørt [...] Tað er í sambandi við venjingarleguna í Spania, sum verður um mánaðarskiftið januar/februar, at landsliðsvenjarin vil hava heimligu fótbóltsspælararnar á Svangaskarð at venja tvey vikuskifti í januar.
knýttum vøddum í rygginum. Klaksvíksgenturnar gjørdu tó skjótt greitt, at tær so avgjørt ikki høvdu hugsað sær at fella í fátt, bert tí ein leikari ikki fekk verið við. Rættuliga tíðliga í dystinum løgdu [...] hvørja ferð leiktur inn um verjuna, og neyðars Marita í málinum kundi millum lítið og einki gera, tá stjørnuskotini fóru sendandi í málið. Ólíkt var í málinum hinumegin, við tað at Rannvá stóð ein frálíkan [...] Kyndil fekk so ikki Stjørnuna aftur á hesum sinni, men tá endaspælið byrjar í januar mánaði verða stigini sum kunnugt býtt í helvt. Sostatt verða tá bert 2 stig upp til oddaliðið, so kappingin er framvegis
John Arni Nilssen varð í oktober mánaði boðin til sterka kapping í Aars í Jútlandi. Hann fekk fimm stig av níggju møguligum og endaði nummar trý. Hetta má metast sum eitt gott úrslit, og hevði hann fingið [...] fingið 6,5 stig, ja, so var fyrsti altjóða normurin í posanum. Talvið, John Arni telvaði í sætta umfari ímóti einum ungum dana, er við í blaðnum í dag. John Arni telvaði væl og vann sannførandi. 1. d4 Rif6
uppliva eini hvít jól, har hon nú er stødd. Vanliga er heilt nógvur kavi í Forth Atkinson um hesa tíðini, men í ár er fyrstu ferð í nógv ár, at kavin er komin so seint. Einans eitt følv liggur á vegnum, [...] ikki um meira enn 10.000 fólk í hesum býi. Hetta heldur Inga eisini vera í fínasta lagi, tí á tann hátt verður tilveran ikki fullkomuliga endavend, bert tí man skiftir bústað í eitt ár. Talan er tó ikki bara [...] meira enn knappur tími at koyra hagar. Onkran túrin hevur hon verið í hesum stórbýum, og m.a. greiður hon frá, at hon í Illinois var í einum risastórum rutsjubana, sum við hennara orðum er tað villasta