Fýra ferðir móti brøðratjóðum í ár 2000

Fótbóltur: Føroyska landsliðið skal spæla tveir landsdystir í Spania, ein á heimavølli móti Danmark og ein í Svøríki

Tað er í sambandi við venjingarleguna í Spania, sum verður um mánaðarskiftið januar/februar, at landsliðsvenjarin vil hava heimligu fótbóltsspælararnar á Svangaskarð at venja tvey vikuskifti í januar.

Á venjingarleguni, sum verður á La Manga, er ætlanin at spæla tveir landsdystir. Tað er ikki greitt enn, nær teir verða spældir, men tað er greitt, at annar verður móti Finnlandi, og at hin verður móti Íslandi.

Umframt teir báðar dystirnar, har Føroyar verður annar parturin, verða seks aðrir dystir: Svøríki?Danmark, Noreg?Ísland, Finnland?Ísland, Noreg?Danmark, Svøríki?Noreg og Finnland?Danmark.


Røkkur inn í ár 2001

Fram til fyri einum mansaldri síðani, var tað ein partur av landsliðsvirkseminum hjá norðurlendsku brøðratjóðum okkara, at tær eftir meiri ella minni fastløgdum mynstri spældu innanhýsis landsdystir. Tá europeisku felags kappingarnar gjørdust meiri fjølbroyttar og dystartalið øktist, var neyðugt at minka um landsliðsvirksemið, og so vórðu vinadystirnir skornir burtur, og tað hevði t.d. við sær, at tað landsdystirnir millum Svøríki og Danmark, sum fram til miðskeiðis í sjeyti árunum vórðu mettir at vera hæddarpunktið í fótbóltsárinum hjá hesum báðum grannatjóðunum, fánaðu burtur.

Av mongum varð hetta mett sum stórt afturstig, og tá norðurlond ? nú við Føroyum sum sætta luttøkulandinum ? aftur fara at hittast í landsdystum, so er talan um fyrsta stigið í royndini at styrkja fótbóltssamstarvið, sum tey seinnu árini meiri hevur gingið fyri seg á skrivaraborðinum, enn tað hevur verið á fótbóltsvøllinum.

Kappingin, sum tað verður farið undir síðst í januar, endar eftir ársskiftið 2000/2001.

16. august komandi ár kemur danska landsliðið við Mortani Olsen á odda at vitja í Føroyum, og um somu tíð er ætlanin, at Svøríki og Ísland skulu spæla í Svøríki og Finnland og Noreg skulu spæla í Finnlandi.

Síðsti dysturin hjá føroyska landsliðnum í ár 2000 verður 15. november. Hann verður í innandura høll í Svøríki.

Tað er avgjørt, at síðstu dystirnir í norðurlendsku kappingini skulu vera í januar í 2001, og teir verða allir í innandura hallum. Svøríki og Finnland skulu spæla í Svørík, Danmark og Ísland skulu spæla í Danmark, og føroyingar sleppa rættuliga at royna seg, tá teir skulu hitta Noreg í innandura høll í Noregi.