Kyndil-Stjørnan 26-32 (11-15)
Tað mundi vera við stórum spenningi og vónum um ein góðan hondbóltsdyst, at áskoðararnir fóru niðan á Nabb leygardagin.
Dysturin stóð jú millum tey bæði sterkastu kvinnuliðini í landinum, og við frálíka avrikinum hjá Kyndli seinasta vikuskifti í huga, mundu tað ikki vera so fá, sum høvdu vónir um eitt gott úrslit fyri heimaliðið.
Vesna ikki við
Vónirnar gjørdust helst ikki minni av teirri orsøk, at leikandi venjarin hjá Stjørnuni, Vesna Tomajek, noyddist at sita á beinkinum allan dystin, við tað at hon seinasta vikuskifti datt nakað harðliga, og tískil hevur trupulleikar við knýttum vøddum í rygginum.
Klaksvíksgenturnar gjørdu tó skjótt greitt, at tær so avgjørt ikki høvdu hugsað sær at fella í fátt, bert tí ein leikari ikki fekk verið við.
Rættuliga tíðliga í dystinum løgdu tær seg á odda, og hóast tær á heimaliðnum ivaleyst royndu alt tað tær kundu, so fingu tær ongantíð glið á spælið, soleiðis at tær veruliga kundi hótta sigurin hjá útiliðnum.
Móti endanum av dystinum vóru útlit fyri einum rættuligum stórsigri, men seinastu minuttirnar kundu klaksvíksgenturnar taka sær av løttum, soleiðis at Kyndil fekk høvi at hampa eitt sindur um endaliga úrslitið.
Tað tóktist sum um vóru kyndilskvinnurnar tyngdar av stóru uppgávuni. Kanska vóru tað nervarnir, sum spældu teimum eitt puss, ella møguliga vóru tær ov uppsettar til stóru uppgávuna. Í hvussu so er, fingu tær ongantíð spælið at koyra á sama hátt, sum tær fingu seinasta vikuskifti.
Harumframt framdu tær eina rúgvu av elementerum tekniskum feilum, soleiðis at bólturin alt fleiri ferðir varð tveittur burtur, tá tær vóru í álopi.
Frálíkt spæl
Á mótstøðuliðnum var øðrvísi statt. Spælið koyrdi til tíðir avbera væl, allar sum ein tordu tær at bjóða av, og hetta førdi eisini við sær, at kyndilsverjan til tíðir varð álík einum opnahjalli. Tað er jú soleiðis, at tað er torførari at hava eina skipaða verju, tá tað ikki bert eru ein ella tvær á mótstøðuliðnum, sum ansast skal eftir.
Tað tóktist vera fullkomuliga líkamikið hvar Stjørnan legði á. Bólturin varð nærum hvørja ferð leiktur inn um verjuna, og neyðars Marita í málinum kundi millum lítið og einki gera, tá stjørnuskotini fóru sendandi í málið.
Ólíkt var í málinum hinumegin, við tað at Rannvá stóð ein frálíkan dyst, har hon fleiri ferðir bjargaði, tá grønu genturnar komu leysar. Skjúttarnir á heimaliðnum gjørdu tó uppgávuna hjá Rannvá óneyðuga lætta, við tað at tær alt ov skutu hart og beint, tá málverjin var komin heilt út ímóti teimum, ístaðin fyri at lyfta bóltin upp um hana.
Rætti hugburðurin
Hugburðurin hjá leikarunum hevur altíð havt nógv at siga í hondbólti, og hetta var eisini eyðsýnt í dystinum leygardagin.
Stutt og greitt kann sigast, at klaksvíksgenturnar vóru nógv grammari enn mótstøðuliðið. Leikararnir sýndust sera uppsettir, og áhaldandi hildu tær hvørjari aðrari til eldin við mussaskøðinum.
Geyl, gleðisróp og annað vóru at hoyra hvørja ferð okkurt var á vási. Varð ein bóltur blokkaður ella eitt mál skotið hoyrdust sigursgeylini beinanvegin, og umframt at hetta alla tíðina eggjar viðleikarunum, so er tað eisini við til at taka mótið frá mótstøðuliðnum.
At tær eisini sýna rætta hugburðin uttan fyri vøllin ger ikki støðuna verri. Eftir seinasta sigurin hesumegin aldarskiftið, kundu leikararnir hjá Stjørnuni fyri fyrstu ferð síðani á Ólavsøku fara sær ein túr í býin. Verður hetta havt í huga, er tað kanska ikki so løgið, at klaksvíksgenturnar tykjast at vera somikið væl fyri kropsliga.
Kyndil fekk so ikki Stjørnuna aftur á hesum sinni, men tá endaspælið byrjar í januar mánaði verða stigini sum kunnugt býtt í helvt. Sostatt verða tá bert 2 stig upp til oddaliðið, so kappingin er framvegis púra opin, hóast klaksvíksgenturnar framvegis mugu metast at verða greiðir favorittar til FM-heitið.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Kyndil: Rakul N. Joensen 6, Jórun Ludvig 5, Lotte Sørensen 5 (1), Beinta Sørensen 4, Ann Hansen 3 (1), Semona Fjallstein 2, Jensia Petersen 1
Stjørnan: Anna K. Samson 7, Andrijana Milodanovic 6 (1), Joan M. Joensen 5 (2), Simona Hansen 5, Jastrid Gullaksen 4, Annika Ljósstein 3, Una Olsen 1, Ragna Andreasen 1
Brotskøst: Kyndil 3, Stjørnan 4
Útvísingar: Kyndil 3, Stjørnan 4
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen