Pakka út í tríggjar dagar

Uppi í Norðurameriku hittu fingu vit so sanniliga eisini fatur á einum føroyskum næmingi, og er tað Inga Kristiansen av Norðasta Hornið, sum skal halda jól har á leiðini

Talan er her um tað yngstu av teimum 4 gentunum, sum vit fingu orðið á. Inga er júst fylt 16 ár, og var sostatt 15 ára gomul, tá hon við sorgblídni segði foreldrunum farvæl, og setti kós móti Forth Atkonson í Wisconsin.

Føðingardagin hevur so roynt at halda langt heiman ífrá, men kortini væntar hon, at tað verður nakað heilt serligt at halda jól burtur frá øllum har heima.


Lang jól

Tó er hetta ikki nakað, sum unga havnargentan tykiast at vera serliga stúrin um. Heldur væntar hon, at talan verður um eini spennandi og ikki minst øðrvísi jól.

Tá vit fingu orðið á hana týskvøldið, hevði hon longu gingið og glett seg til høgtíðina í fleiri vikur. Tað er nevnliga soleiðis, at jólatræið varð sett upp 1. desember, og sama dag vórðu pakkarnir lagdir undir tað, so nú hevur hon í góðar 3 vikur sæð onkran pakkan við sínum navni á.

Greitt er í øllum førum, at hetta er ein stór fresting fyri forvitnar sálir. Vit hava jú øll hoyrt um, hvussu summi fólk sníkja seg at lúra í pakkarnar jólaaftansnátt, so hvussu hevði verið, um pakkarnir skuldu ligið frammi í heilar tríggjar vikur?

Inga greiðir annars frá, at jólini verða hildin gjøgnum fleiri dagar har yviri. Heima hjá familjuni, har hon býr, fara tey at opna pakkarnar jólaaftan, men hetta er langt ífrá seinastu ferð, at pakkar verða opnaðir.

Jóladag fara tey yvir til »ommuna«, har tey opna pakkarnir frá henni og geva henni gávur, umframt at tey sjálvandi fáa ein góðan bita, og somuleiðis verður 2. dag. Tá gongur leiðin »pápabeiggjan«, har tey bæði geva og fáa gávur.

Hvat jóladøgurðin fór at verða samansettur av, visti Inga ikki, men allarhelst fór talan at verða um kjøt av onkrum slag. Dunnu ella gás væntaði hon sær so ikki at fáa, og serliga gásina helt hon seg fara at sakna.

Kristindómurin er mest vanliga trúgvin á staðnum, og hóast Inga enn ikki hevur verið í kirkju har yviri, so fer hon at royna hetta jólaaftan, tá tey, eins og vanligt er heima, fara til jólagudstænastu.

Annars er møguleiki fyri, at Inga fer at uppliva eini hvít jól, har hon nú er stødd. Vanliga er heilt nógvur kavi í Forth Atkinson um hesa tíðini, men í ár er fyrstu ferð í nógv ár, at kavin er komin so seint. Einans eitt følv liggur á vegnum, men sambært Ingu, so er kuldin rættuliga ógvusligur.


Lítil býur

Hetta við kuldanum ger tó ikki so nógv, tí í skúlanum sleppa tey ikki út allíkavæl, og heima er sjálvsagt bæði heitt og flótt innandura.

Skúlin er annars av slíkum slag, at føroyingur ikki villist fullkomuliga, tá stigið verður inn um dyrnar. Til samans eru einir 900 næmingar á skúlanum. Vert er at leggja til merkis, at í hesum skúla kundu øll ganga ílatin, sum teimum lysti, og hetta var Inga sera glað fyri. Sjálv heldur hon ikki, at hon hevði kunnað gingið í eins kjóla hvønn einasta dag.

Forth Atkinson er ikki nakar serliga stórur býur. Kanska mest álíkur einum bygdasamfelagi, tí talan er ikki um meira enn 10.000 fólk í hesum býi. Hetta heldur Inga eisini vera í fínasta lagi, tí á tann hátt verður tilveran ikki fullkomuliga endavend, bert tí man skiftir bústað í eitt ár.

Talan er tó ikki bara um bygdalív, tí bæði Illinois og Milwaukee liggja rættuliga stutt frá, soleiðis at tað ikki er meira enn knappur tími at koyra hagar. Onkran túrin hevur hon verið í hesum stórbýum, og m.a. greiður hon frá, at hon í Illinois var í einum risastórum rutsjubana, sum við hennara orðum er tað villasta hon nakrantíð hevur roynt. Eisini gleðir hon seg til, tá tey í januar mánaði skulu ein túr til Chicago.

At enda biðjur Inga okkum heilsa allari familjuni har heima, floksfeløgum og vinunum úti á Norðasta Horni. Eina serliga heilsan letur hon eisini til Biritu Kjærbæk og Búgva Juul.