Tveir dysir verða leiktir hjá kvinnunum leygardagin. Ætlandi skuldu hesir verða teir báðir seinastu dystirnir í grundspælinum hjá kvinnunum, men orsakað av ringu koyrilíkindunum hósdagin, varð dysturin millum Neistan og Tjaldur útsettur.
Enn er ikki greitt, nær hesin dystur verður leiktur, men allarhelst verður tað ikki fyrr enn eina ferð í januar mánaði. Sjálvsagt er hetta ein keðilig støða, men veðrið fáa vit so ikki gjørt nakað við.
Leygardagin er størsti spenningurin ivaleyst um dystin uppi á Hálsi, har Føroyameistararnir úr Kyndli taka ímóti oddaliðnum, Stjørnuni.
Spælið hjá Kyndilskvinnunum hevur ikki koyrt so væl í ár, sum tað hevur tey bæði seinastu kappingarárini, men seinasta vikuskifti sóu vit nakað av tí, sum gjørdi tær til meistarar seinasta ár.
VÍF varð tá spælt sundur og saman, og halda tær á við sama spæli, kann Stjørnan vænta sær eina alt annað enn lætta uppgávu.
Stjørnan hevur tó eitt øgiliga sterkt lið, og higartil hevur tað bert verið VÍF, sum hevur megnað at vunnið á teimum.
Munurin millum liðini er í løtuni 3 stig, men við tað at rundað verður uppeftir, tá stigini verða býtt í helvt, fer at standa á jøvnum, um so er, at Kyndil vinnur, ímeðan ein javnleikur ella sigur til útiliðið merkir, at Stjørnan verður tvey stig framman fyri, tá endaspælið byrjar.
Í VB-høllini skal VÍF á vitjan leygardagin, og eisini hesin dysturin kann gerast rættuliga javnur. Skal VÍF hanga fast í toppinum, eru tær noyddar at vinna dystin har suðuri. Hinvegin skulu VB genturnar helst eisini vinna, um so er, at tær ætla sær at vera við í stríðnum um heiðurskrónur.
Eftir eina góða byrjan, gekk alt fyri hja VB í nakrar dystir, men seinastu úrslitini kundu bent á, at tær nú eru um at koma fyri seg aftur, og á heimavølli eru VB kvinnurnar eitt torført mótstøðulið hjá einhvørjum liði.
Avgreiðsluspurningar
Ikki kann sigast, at sami spenningur er tengdur at teimum báðum seinastu dystunum í bestu mansdeildini.
Leygardagin tekur Kyndil móti KÍF, og lítið er at ivast í, at tað verða grønu havnarmenninir, sum vinna sær stigini í hesum dysti.
Somuleiðis er sunnudagin, tá Tjaldur tekur móti StÍF. Alt annað enn ein sigur til strandingar má her metast at vera fullkomuliga órealistiskt. Ikki minst, nú Tjaldur má vera Pola fyri uttan.
Hetta er eisini enn ein staðfesting av, at landskappingin hjá monnunum er farin í tvíningar.
Ein veruleiki, sum eisini kom til sjóndar, tá Kyndil hóskvøldið gjørdist seinasta liðið, sum leikti seg í hálvfinalurnar í steypakappingini, har eisini VÍF, StÍF og Neistin hava tryggjað sær sess.